fríggjadagur 31. august 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 168 - 31. august 2007 ]
Katrin rør hálvfinalu
Í dag fæst helst at vita, hvørt Kartin Olsen skal røkka stóra máli
sínum um at rógva seg fram til eitt OL-pláss. Saman við Juliane
Elmander skal Katrin í dag rógva hálvfinalu í HM-kappingini, og
vinna tær seg her fram til finaluna, er OL-luttøkan tryggjað.
Tær báðar hava fyrr í ár vunnið World-Cup kappingina, og tí
verða tær avgjørt roknaðar millum favorittarnar at røkka finaluni.
Skuldi hetta av onkrari orsøk ikki eydnast, eru allir møguleikar tó
ikki uppi, tí teir báðir bestu bátarnir í B-finaluni vinna sær eisini
rætt til OL-luttøku.
-mørk
Fremad Amager lænir
SAS-ligu spælara
20 ára gamli Anders Bjerring Qvist, sum annars er partur av SAS-
ligu hópinum hjá FC Nordsjælland, skal restina av hesum árinum
spæla fyri Fremad Amager. Quist hevur fingið sína fótbóltsuppaling
á Frederiksberg, men størsta partin av ungdómsárunum spældi
hann tó við B93. Í fjør summar gjørdi hann sáttmála við FC
Nordsjælland, har hann tó hevur havt ilt við at fáa spælitíð á besta
liðnum. – Fremad Amager tykist mær sum eitt seriøst felag, og
mær tørvar spælitíð, sigur spælarin sjálvur um skiftið.
Rúni
gevst í
Tromsø
Rúni Weihe hevur sein-
astu fýra árini spælt
flogbólt í einum av
fremstu norsku feløgun-
um. Saman við Tromsø
hevur hann verið í sjey
av
átta
møguligum
finalum, og fýra ferðir
av hesum hava tað verið
Rúni og liðfelagarnir,
sum hava staðið við
steypi og gulli.
Hóskvøldið
boðaði
Rúni tó frá, at hann nú
gevst í felagnum. Or-
søkin er, at hann í løt-
uni ikki hevur møgu-
leika at leggja nóg
nógva orku í venjingina.
Áður hevur Rúni sann-
að, at um hann ikki fær
vant optimalt, so kostar
hetta í skaðum. Ikki
minst í rygginum, sum
ofta hevur givið trupul-
leikar. Og tí hevur hann
valt at taka ein steðg
frá flogbólti á elitu-
støði.
-mørk
Fimleika-
skúli á
Hálsi
Fimleikasambandið
skipar um vikuskiftið
fyri ársliga fimleika-
skúlanum. Hesin verður
í høllini á Hálsi í Havn,
og er tiltakið ætlað
børnum, sum ganga í 1.
til 5. flokki.
Talan er um tveir
skúlar, og byrjar tann
fyrri av hesum klokkan
8.30. Seinni skúlin byrj-
ar klokkan 14.30. Til-
melding fer fram hjá
Fimleikasambandi-
num, og er kostnaðurin
200 kr. fyri hvønn næm-
ingin.
Skúlin er fyri øll,
bæði roynd og óroynd.
Endamálið við skúla-
num er at vaksa um
áhugan fyri fimleiki
millum børn og at geva
teimum eina góða og
stuttliga uppliving. Tey
sleppa at royna ymisk
reiðsskapsamboð,
at
leypa á air-track o.a.
Venjarar og hjálparar á
skúlunum verða millum
onnur okkara kvinnu-
og manslandslið í fim-
leiki.
-mørk
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Til dystin móti NSÍ
var aftur galið við
einum dómaraseðli
hjá Skála, tá skeivt
eftirnavn varð skrivað
fyri ein spælara. FSF
hevur ikki móttikið
nakra kæru um málið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skála fekk fyrr í ár bót á
10.000 kr. fyri ikki at hava
útfylt dómaraseðilin soleið-
is, sum reglurnar fyriskriva.
Men hetta tykist ikki hava
rinið heilt við hjá felag-
num.
Fyrru ferðina var talan
um mistak undan dystinum
móti B36, tá Slavisa Kapla-
novic ikki stóð skrivaður á
seðilin men kortini varð
innskiftur.
Hetta fekk í nakrar vikur
beinleiðis ávirkan á odda-
stríðið, tí B36 fekk tvey stig
eyka í nakrar vikur, áðrenn
yvirkærunevndin ógildaði
avgerðina hjá aganevndini.
Fyrst og fremst fekk hetta
avleiðingar fyri NSÍ, sum
misti oddasessin hesar vik-
urnar.
Síðani hevur B36 kortini
lagt seg fram um NSÍ á
stigatalvuni, har tað tó bert
eru málini, sum skilja part-
arnar undan vikuskiftinum.
Og kanska er tað lagnunnar
speisemi, at tað er júst er í
vunna útidystinum móti
NSÍ, at Skála nú hevur
framt eitt mistak.
Á dómaraseðlinum til
dystin stendur nummar 4
hjá Skála nevnliga at eita
Teitur Djurhuus, og tað er
nú ikki heilt rætt. Rætta
navnið á spælaranum er
nevnliga Teitur R. Joensen.
John Petersen, venjari hjá
Skála, sigur, at teir royndu
at gera vart við mistakið,
áðrenn dysturin í Runavík
var byrjaður.
- Vit søgu við dómaran,
at har var eitt mistak komið
fyri. Men hesin segði, at
dómaraseðilin lá í skifti-
rúminum, og at hann tískil
ikki bleiv rættaður. Heldur
ikki, hóast hetta var undan
dystarbyrjan, sigur John
Petersen.
Um málið fær avleiðingar,
ber illa til at siga. Ísak
Mikladal, aðalskrivari, sig-
ur, at FSF ikki hevur mót-
tikið nakra kæru um málið.
Sambært reglunum, so kann
aðalnevndin hjá FSF heita á
aganevndin um at taka mál
upp. Men tann spurningurin
hevur als ikki verið til við-
gerðar.
Møguleiki er fyri, at B68
longu í morgin fer at tryggja
sær pláss í Formula deildini
næsta ár
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
22. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini
er á skránni í morgin, og tað er góður
møguleiki fyri, at B68 longu nú fer at
tryggja sær pláss í bestu deildini í
2008. Toftamenn fáa vitjan av TB, ið
megnaði málleysan javnleik á Svanga-
skarði í 6. umfari, sum var á skránni
28. apríl.
Um tað aftur hesa ferð verður javn-
leikur, so fer B68 at hava tryggjað
sær uppflytingina longu í morgin,
hóast tað verða fimm umfør eftir at
spæla.
ÍF er betri fyri í kappingini um
næstfremsta plássið, enn FSV04 er
tað. Hesi bæði eru tey einastu, sum
saman við B68 eru møguligir uppflyt-
arar. Fuglfirðingar fáa hesa ferð vitjan
av grannunum í Leirvík, meðan
FSV04, sum hevur havt tað rættuliga
trupult seinastu ferðirnar, skal spæla í
Klaksvík.
Rættiliga avgerandi fyri niðurflyt-
ingina verður úrslitið í Sørvági, har
B36 fer at vitja. HB fer at vitja í Runa-
vík. Vánirnar eru góðar fyri, at hesi
bæði feløgini eisini næsta ár verða
partar av 1. deild.
Enn ein skeivur
Skála-seðil
Leggið til merkis spælara nummar 4 hjá Skála. Teitur R. Joensen er vorðin til Teitur Djurhuus
Uppflytingin
undir borðinum