Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 • 31. august 2007 Vikuskifti 4 Tá ið Hans Hansen fylti 65 ár í fjør mátti hann gevast at flúgva við ferðafólki við Atlantsflog, soleiðis sum reglurnar á økinum eru. Hans hevur verið við Atlantic Airways frá fyrsta degi av í 1988, tá ið felagið byrjaði flúgving. Hans var einasti flogskiparin, sum var eftir frá byrjan av, tá ið hann gavst. Tað er heldur eingin ivi um, at hann hevur verið eitt tað fremsta álitið hjá Atlantsflog alla hesa tíð. Hann eigur eisini sín stóra leiklut í tí vøkstri, sum Atlantsflog hevur havt seinnu árini. Hans er ættaður úr Miðvági. Sum ungur fór hann til Noregs, har hann í mong ár var flogskipari hjá ymiskum flogfeløgum, millum annað hjá MEY-AIR. Har fleyg hann flogfør av sama slag, sum Maersk Air nýtti á Føroyaleiðini. Men Hans gjørdist so spentur uppá Atlantsflog, at hann valdi at fara frá tryggum umstøðum í Noregi til tað tá minni trygga nýggja føroyska flogfelagið. Júst royndirnar hjá Hans úr Noregi komu okkum tilgóðar í Føroyum, tí umstøðurnar eru rættuliga líkar. Fyrstu tíðina stóð á hjá Atlantsflogi, onkuntíð við hóttandi húsagangi. Men sum øll vita, hevur felagið havt undanvind nú í fleiri ár við munandi øktum virksemi. Hans er kendur sum ein framúr dugnaligur flogskipari. Ein av royndastu flogmonnum í Íslandi gav hon tað ummæli, at hann var ”a hell of a pilot”, og merkir hetta, at hann er úrmælingur sum flogskipari. Hans hevði heimsmet at flúgva við flogførum av tí slagnum, sum Atlantsflog hevur. Hann hevur flogið meira enn 15.000 tímar, og eingin annar flogskipari hevur flogið so nógv uppá Føroyar sum júst hann. Hans hevur lært upp ein rættiligan hóp av flogmonnum í Atlantsflogi. Eisini hevur hann alt nógvar upp, sum nú flúgva aðra staðni í heimi. Sjálvur var hann einsamallur føroyingur í stýrihúsinum, tá ið hann byrjaði í Atlantsflog, men tá ið hann gavst, starvaðust um 30 flogmenn í felagnum, harav teir flestu vóru føroyingar. Hans er giftur við Oluffa, sum er ættað úr Skopun. Hon hevur eisini verið leingi við Atlantsflog sum flogterna, og tey hava búsett seg í Sandavági. Nýggjar avbjóðingar í Bolivia Hans er ikki tann, sum vil ganga fyri einki. Hann hevur tí søkt nýggjar avbjóðingar. Í fjør var hann í Norra og fleyg fotolandmáling einar fimm mánaðar. Tann mest spennandi uppgávan hevur kortini verið, tá ið hann í vár var í Bolivia at upplæra flogskiparar hjá militerinum í landinum. Bolivia liggur nakað miðskeiðis í Suðuramerika við mark til Peru, Brasilia, Paraguay, Argentina og Chile. Tað eru nógvir grannar, men hinvegin liggur landið ikki út ímóti havinum. Farast skal gjøgnum norðasta partin av Chile at náa næstu havn. Hetta kann vera óheppið, serliga um landið kemur til ilnar við tey lond, sum hava tær havnir, landið hevur brúk fyri. Bolivia er eitt stórt land eftir okkara mátistokki. Støddin ein góð millión ferkilometrar, sum er umleið 30 ferðir Danmark og 700 ferðir Føroyar. Fólkatalið liggur um níggju milliónir, sum fyri tað mesta er blandingur av spaniólum og indianarum. Spanskt er høvuðsmálið, men annars eru eini 50 mál, sum verða tosað av ymiskum fólkabólkum. Tey flestu er katolikkar blandað við gomlum religiónum. Politiskt er landið á pappírinum eitt fólkaræði. Fyrr í ár varð ein nýggjur forseti valdur. Hann eitur Evo Morales. Hann er vinstra- hallur og sera umstríddur. Ikki Hans Hansen á flog Føroyingar gera seg galdandi á nógvum økjum úti í heimi. Sjálvt tá ið talan er um at leggja flogvápninum í Bolivia lag á við sivilari flogferðslu eru boð eftir føroyskum serfrøðingum Flogferðsla Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Høvuðsstaðurin La Paz sæddur úr erva