fríggjadagur 31. august 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 168 • 31. august 2007
minst eftir, at hann á fundi í ST
í New York kallaði amerikanska
forsetan George W. Bush terror
ist. Eitt óvanligt stig hevur hann
tó tikið, sum uttan iva gevur
undirtøku. Hann er farin eina
helvt niður í løn! Men hvussu
hann annars fer at roynast kann
bert tíðin fara at vísa.
Búði í 4-5.000 metra
hædd
Tann størsti býurin í Bolivia
er Santa Cruz, sum liggur í
láglendinum. Hann er fíggjarliga
kraftsentrið, har livistøðið er
hampiliga gott. Fólkatalið her er
ein knøpp millión.
Landið er stórt, og vegakervið
er so sum so. Kortini er buss
samband um alt landið. Har
er ofta illa koyrandi í láglandi
num í regntíðini. Nakað av
toksambandi er eisini, eins og
tað ber til at ferðast við ferða
fólkabátum eftir áunum, sum tað
er nógv til av.
Tískil er neyðugt við einum
góðum innlendis flogsambandi.
Tað hava verið fleiri privat
flogfeløg. Men tað er eisini eitt
alment flogfelag, sum verður rikið
av herinum. Teir nýta sama slag
av flogførum sum Atlantsflog, og
hetta er orsøkin til, at teir hava
sent boð eftir Hans at leggja
teimum lag á.
Høvuðsstaðurin er La Paz við
800.000 íbúgvarum, og tað var
her Hans helt til. Her á leiðini
stendur ikki so væl til fíggjarliga,
og ein stórur partur av býnum,
sum liggur á háslættanum har
flogvøllurin liggur, er slumm við
stórum fátækradømi. Hetta er
uppi í fjøllunum í 44.500 metra
gi í Bolivia
Móttøkan í Bolivia, tá ið fyrra flogfarið kom í
februar. Frá vinstru: Salazar generalur, næsti
maður í flogvápninum, Hans Chr. Petersen,
stýrimaður, forsetin í Bolivia Evo Moralis,
Hans Hansen, Trigo generalur, ovasti í
flogvápninum
Hans Hansen við manning
Ein av mongu fjallaryggunum í Bolivia
Útsýnið er fantastiskt. Her síggja vit frá
vinstru: Hans Hansen, Hans Christian
Petersen, Mourits Joensen og canadiaran
Robert Audoux, sum var tulkur
➘