Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 • 31. august 2007 Vikuskifti 6 hædd. Tey síggja beint á fjallið Illimani, sum er 5-6.000 metur høgt, og her er bæði vakurt og stórsligið. Her er luftin ser tunn, og kann tað verða tungt at anda hjá tí, sum ikki er vanur við slíkar hæddir. Roykjarar kunnu heilt skjótt fáa andaneyð. Móttikin av sjálvum forsetanum Flogfelagið hjá herinum eitur TAM. Teir hava tvey flogfør og hava bílagt tvey afturat. Teir hava frammanundan flogið við Fokker Friendship. Hesi eru turboprop flogfør, sum eru væl kend á okkara leiðum fyrstu árini flogið varð á føroyarutuni. Men nú vilja teir skifta til jetflogfør, sum bæði eru størri og flúgva skjótari. Framvegis hava teir fleiri Hercules flogfør, sum er eitt risastórt turboprop flogfar, ætlað til farmaflutning, men sum eisini verður nýtt til ferðafólk. Hetta er eitt slag av flogførum, sum danska flogvápnið eisini hevur. Fyrsta flogfarið av British Aerospace slagnum varð flogið úr Prince Edvard Island við eysturstrondini í Canada tann 15. februar í ár til Bolivia. Hans var skipari og stýrimaður á hesi ferð var miðvingurin Hans Chr. Petersen. Tá vóru teir móttiknir av sjálvum forsetanum í landinum. Umleið tríggjar vikur seinni kom lambamaðurin Hjalgrim Magnussen, og var hann stýri- maður í tvær vikur saman við Hans, tí bolivianarnir vóru ikki klárir enn at manna flogfarið. Sostatt var tað føroysk manning sum fleyg ruturnar hja TAM innanríkis í ein góðan mánað. Tá ið henda tíð var farin, komu teir báðir boliviansku flogmenninir aftur úr Australia, og tá fór Hans undir at venja teir. Fyrsta hálvan annan mánaðin var Mourits Joensen, sum millum annað hevur starvast á Atlantsflog sum tekniskur leiðari, eisini við í Bolivia. Hann arbeiddi eisini hjá TAM og legði teimum lag á tekniskt við hesum nýggju flogførum, sum teir nú høvdu fingið. So sigast kann, at Føroyar hava verið væl umboðaðar í hesum fjara landi. Eisini flogfar frá Atlantsflog Tað næsta av teirra flogførum er annars komið úr Føroyum. Teir hava yvirtikið flogfarið, sum hevði skrásetingina OY-RCZ, og sum fleyg fyri Atlantsflog. Hans fleyg sjálvur hetta flogfar til Bolivia saman við Hans Christian Petersen frá Atlandsflogi. Hetta var ein longri ferð. Flogið varð frá London til Føroyar, Ísland, Grønland, Bermuda og aðrar millumstøðir, millum annað Manaus, sum liggur mitt inni í junglini við Amason ánna í Brasil. Gist varð á leiðini, og ferðin tók tilsamans trý samdøgur. Men tá vóru teir eisini væl móttiknir av spíssunum í militerinum við General Trigo, ovastan fyri flogvápnið, á odda. Kappingaravlaging Politikkurin hjá almenna flog- felagnum kann av sonnum kallast kappingaravlagandi. Teir bjóða fastar prísir, sum eru 30% undir teimum privatu. Hetta hevur eisini ført til, at annað av teimum privatu feløgunum, LAB, sum hevur flogið í eini 75 ár, er farið á húsagang. Annars er príslegan har á leiðini munandi lægru enn hjá okkum, niður í kr. 400 fyri ferðina, so sigast kann at tað er bíligt at flúgva út frá okkara lønarlagi. TAM hevur rutuflúgving til teir størru býirnar í økinum. Teinarnir eru sum so stuttir, frá hálvum til heilan tíma at flúgva. Tað flýgur rættiliga fitt av fólki. Flogførini eru vanliga frá hálv- til fullsett, og tað verður ikki roknað fyri at vera so galið. Flogið verður á morgni frá Santa Cruz til La Paz, vanliga við millumlending í Cochabamba. Síðan varð flogið til Cobija, sum liggur heilt norðuri í landinum við markið til Brasila. Eisini varð flogið til Sucre, sum er tann gamli høvuðsstaðurin í Bolivia og til Tarija, sum liggur suðuri móti markinum til Argentina. Síðan verður flogið aftur til Santa Cruz. Bolivia hevur eisini eitt altjóða flogfelag kallað AeroSur, sum hevur uttanlanda rutur, men sum eisini flýgur innan lands. Hans letur sera væl at fólki- num, hann kom saman við, tey vóru stak fitt og blídlig. Her hevði flogbreytin í Vágum rokkið stutt Tað er serliga ein stórur munur á at flúgva har á leiðini, og hjá okkum. Hæddin ger, at tað er minni ilt. Tí krevst ein munandi longri startbreyt fyri at sleppa upp frá. Men hetta var eingin trupulleiki, tí tær flestu flogbreyturnar er úr 3-4000 metur langar. Tá ið teir longu eru so langt uppi, er heldur ikki neyðugt at fara nógv longur upp fyri at fáa røttu flúgvihæddina. Á okkara leiðum verður farið 30.000 fót upp, men her er tað nóg mikið at fara 10-12.000 fót upp fyri at koma upp í somu hædd, sum ger tað mest rentabult at flúgva. Í Bolivia eru somu trygdarkrøv, sum hjá okkum. Eisini sigur Hans, at almenna flogumsitingin riggar væl. Hans letur sera væl at sínum stegði í Bolivia. Tað var eisini stuttligt at fáa vitjan av konuni Oluffu og svigarinnu hennara Bergtóru, sum eisini er kend flogterna frá Atlantsflog. Tær hugnaðu sær óført. Tey vitjaðu eisini ein inkabý, sum stavar frá tíðini, áðrenn europearar komu. Var við jagaraflogfari Trigo generalur bjóðaði Hans ein túr við einum jagaraflogfari, og tað kundi hann ikki siga nei til. Skipari á ferðini var Tony, sum er leiðari fyri jagaradeildina har uppi í La Paz. Teir flugu í ein slakan tíma, har teir gjørdu bæði ”roll”, rulling, og ”loop”, har flogið verður í ein runding upp og niður. Tá ið mest stóð á vóru teir uppi á 5 G. Tað vil siga fimm ferðir kropsvektina. Hans snýsti blóð fleiri dagar aftaná og føldi seg sum avbukaðan fyrsta dagin eftir. Ferðin var tó ikki nógv meira enn tað vanliga við ferðamannaflogførum. Fyri at kunna klára hesa ávirkan er neyðugt at vera í trygdarbúna. Hans fer aftur til Bolivia í oktober. Hann er boðin at vera við til hátíðarhaldið, tá ið flogvápnið verður 50 ár. Hetta er enn eitt dømi um, at føroyingar kunnu gera seg galdandi á mongum økjum úti í heimi, og kunnu vit bert vera ernir av tí. Kona Hans Hansen, Oluffa, t.v., og Bergtóra, svigarinna hennara, í bolivianska høvuðsstaðnum La Paz