Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 168 - 31. august 2007 Nýggja heimasíðu Dátueftirlitið hevur fingið nýggja heimasíðu, www. datueftirlitid.fo . Á síðuni er nógv nýtt tilfar og nú ber eisini til at melda seg til tíðindatænastu hjá Dátu­ eftirlitinum. Ætlanin er støðugt at leggja viðkomandi tilfar út, skrivar Dátueftirlitið í tíðindaskrivi. Dátueftirlitið hevur eisini fingið nýtt búmerki, sum Sansir hava sniðgivið. Hugskotið handan búmerkið snýr seg um vernd og samleika hjá tí einstaka. Støðið fyri skapinum er eitt fingramerki í einum sirkli, sum hevur skap av einum verndarskjóli. Articon ger arbeiði umaftur Byggifelagið Articon ger arbeiðið í Dýrindalsgøtu í Hoyvík umaftur fyri egna rokning. Talan var um ósketni, tá jørð­, kloakk­ og betongarbeiðið til 42 randarhús í Hoyvíkshaganum varð gjørt. Tað hevur ein óheft frágreiðing hjá sýnsmetingarfólki staðfest. Arbeiðið varð so mikið illa gjørt, at alt gólvið nú verður tikið uppaftur og gjørt av nýggjum. Tórshavnar kommuna hevur gjørt semju við Articon, sum gjørdi arbeiðið, og eftir henni skal byggifelagið gera arbeiðið umaftur fyri egna rokning, soleiðis at kommunan fær gólvini handað, sum ásett í metingarfrágreiðingini. Ferðafólkini, ið skuldu við Atlantic Airways niður til London í morgun, vóru á einum máli um, at løtan tá flogfarið noyddist at steðga undir fráferðini var sera ódramatisk, tey róstu flogfelagnum fyri góða kunning og professionellan atburð. FlogFerðsla Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Á flogvøllinum var stemn­ ingurin róligur millum ferðafólki, ið hevði verið umborð á Atlantic Airways flogfarinum móti London í morgun. Øll ferðafólkini, ið Sosialurin tosaði við, vóru á einum máli um, at hendingin hevði verið sera ódramatisk. ­ Vit vórðu faktisk eitt sindur yvirraskaði, tá fólk byrjaðu at ringja til okkara og spyrja um hvussu vit høvdu tað, tí fyri okkum kendist hendingin ikki sum nakað, ið var serliga dram­ atiskt, segði ein kvinna, ið saman við vinkonunum var á veg til London at shoppa og á Musical. Tær tyktust allar meira upptiknar av at tær nú mistu nakrar tímar av shopping, enn av hend­ ingini, sum tær høvdu verið fyri. ­ Eg vóni bara, at vit sleppa avstað, soleiðis at vit náa á Musicalina, vit skulu til »We Will Rock You«, legði ein onnur afturat. Tær greiddu frá, at flog­ fari var steðgað á breytini, og danski flogskiparin var komin út til ferðafólkini, og róliga hevði greitt teimum frá, at onkur trupulleiki var við bremsuskipanini, og at hann fyri at tryggja sær, at flogfarið ikki fór á rull, hevði rulla flogfarið sera spakuliga út í trygdar­ geiran. ­ Vit føldu tað næstan ikki, so man má siga, at tað var sera ódramatiskt, legði ein onnur av kvinnunum afturat. Tær vóru eisini á einum máli um, at Atlantic Airways hevði verið sera professionelt og hevði kunnað tey væl. Størsti dramatikkurin var umvegis fartelefonina, har skilfólk og vinir høvdu ringt, fyri at tryggja sær, at teirra kæru høvdu tað gott. Tí høvdu fleiri av ferðafólk­ unum hug til at ilskast inn á fjølmiðlarnar, ið sambært teimum høvdu blást málið upp. Tær fýra vinkonurnar søgdu tó, at tær hildu, at hetta, at Atlantic Airways hevur trupulleikar við sínum flogførum, hendur alt ov ofta. Meðan vit prátaðu við ferðafólkið kom Fíggjar­ stjórin hjá Atlantic Airways, Marius Davidsen, og royndi at reka Sosialin av staðnum. Men tá vit mintu hann á, at tað ikki ber til at reka fjøl­ miðlarnar av einum almenn­ um staði, sum flogvøllinum, so bað hann um umbering og tók ístaðin ferðafólki við sær, har tey vóru kunnaði um, at Atlantic Airways fór at royna at gera sítt allar besta fyri, at tey skuldu sleppa avstað. Fíggjarstjórin hjá Atlantic Airways, Marius Davidsen, kunnar ferðafólkið um, at Atlantic Airways fer at gera sítt besta fyri at fáa tey til London sum skjótast, aftan fyri síggjast fýra kvinnur, ið vóru á veg til London á vikuskiftisferð at shoppa og at síggja musical Mynd: Niels Uni Dam – Tað var sera ódramatiskt Flogfarið hjá Atlantic Airways úr Vágum til London fór út av breytini fríggjamorgunin. Hetta hendi tó uttan stóran dramatikk. FlogFerðsla Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Á veg út á vøllin, undir sonevndu taxi­ prosedúruni, varnaðist flogskiparin sam­ bært Magna Arge, stjóra á Atlantic Airways, at bremsi­ skipanin ikki riggaði sum fyriskrivað. ­ Hetta var áðrenn flogfar­ ið hevði fingið ferð, og flog­ skiparin valdi at seta hjólini út í trygdargeiran fyri at tryggja sær, at flogfarið stóð í stað, sigur Magni, ið metur at støðan alla tíðina var undir Flogfarið hjá Atlantic av breytini. Flogfarið var sleipað inn av breytini og fór til umvælingar. Hetta gjørdi, at flogferðslan í Vágum var seinka í ein góðan tíma fríggjadagin. Meðan flog­ farið til London, ikki var farið avstað, tá vit fóru til prentingar. Flogfarið hjá Atlantic av breytini Altanticflogfarið ytst til høgru í myndini er farið av breytini Mynd: skermprent