Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 • 31. august 2007 Vikuskifti 7 Vit vanliga fólk hava ringt við at skilja politikarar­ nar. Nú skulu vit hava ein fólkaatkvøðu í 2010, um vit fara uppí ES, sum eitt atland, fyri síðani at hava eina fólkaatkvøðu í 2012, um vit skulu verða eitt atland ella ikki? Segði onkur: ”Raðfestingar”? Tað er ikki altíð stuttligt at verða politikkari, men nú tað skuldi verða STUTTLIGT bar ikki til! At FS vágar sær at gera slíkt! Skemtisøgur hava sum oftast fleiri poeng, enn politiskar framløgur! Stuttligir, stuttmintir, stutt fjús og STYTTRI valskeið! Nú mugu sandavágsmenn noyðast at RÓSA sær av borgarstjóranum! John William Joensen fær Streymoynna og Eysturoynna (32.000 fólk) at verða ”minnilutin” í Føroyum. Ja summi halda seg verða nógv!? Leyst og fast um stórt og smátt Superman Toppskjúttin hjá KÍ, Paul Clapson, var sera fegin, tá ið hann hevði skorað fyri KÍ í Gundadali sunnudagin. Ja, hann var so fegin, at hann tóktist verða flúgvandi eftir málið – ikki undur í at hann skorar so nógv mál... Mynd: Álvur Haraldsen Clinton á venjingarlegu Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton fyrireikar seg í hesum døgum til sína Føroyavitjan í heyst. Clinton var nú um dagarnar sæddur í Buffalo, har vandi seg at vinka til føroyingar. (Mynd: Polfoto) skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Er tað so ein semja? Tingmenn í samgonguni eru ikki samdir um semjuna Sosialurin Undirhald á grunnunum Spøl til tosk, laks og síl Lýsing frá Dynema.fo Friðargonga omanaftur? Rennikapping niðan á Sornfelli Sosialurin Hvat? Fortreytir fyri føroyskum ES limaskapi eigur at brúkast politisk orka uppá í nógv størri mun.. Yvirskrift í lesarabrævi Heim at taka myndir av seyði Hann hevur altíð havt áhuga fyri seyði, og hevur umleið 3000 myndir av seyði heima. Dimmalætting Greið tala Vit arbeiða við ymiskum møguleikum, og vit vænta, at okkurt verður greitt skjótt, men beint í løtuni er eingin endalig avgerð tikin. Portal.fo Land­g­ong­d­ Hóast skeltið ger púra greitt, at tað ikki er loyvt at parkera á hesum øki – ja, so ber í øllum førum til at seta ein bát har. Kanska eitt slag av landgongd.