Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 168 - 31. august 2007 Leygardagin eru 70 ár síð­ani, at Føroya Studentaskú­l­i og HF-skeið­ - l­andsins størsti og el­sti mið­- námsskú­l­i- varð­ settur á stovn. Hetta verð­ur hátíð­arhil­dið­ um vikuskiftið­. STUDENTASKÚLIN 70 Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Studentaskúlin og HF-skeið- ið í Hoydølum fer at há­tíðar- halda 70 á­ra dagin við at bjóða almenninginum til opið hús leygardagin, har ymsu lærugreinirnar fara at hava framsýningar, framførslur og kafé­tiltøk. Millum tiltøkini eru kafé­ir við mati frá­ ymsum mentanum, sum má­lfak skúlans eru knýtt at, umframt spurningaroyndir, har vitjandi kunnu royna sína almennu vitan innan søgu, mentan og ná­ttúrvísind, umframt upp- lestur og tónleik. Listafram- sýning verður við verkum hjá­ fyrrverandi næmingum, og eisini verður ein framsýning av teimum lærubókum, sum lærarar skúlans hava greitt úr hond- um upp gjøgnum á­rini. Kl. 14 verður eitt tiltak í samkomuhøll skúlans, har Mikkjal Helmsdal, rektari, og Jógvan á­ Lakjuni, landsstýrismaður í skúla- má­lum, flyta fram røður og blandað kór við næmingum og lærarum syngur. Sunnudagin 2. september kl. 16 er almenn kvøldseta, har framførdir verða sangir úr teimum sangleikunum, sum næmingar skúlans hava framført seinastu 10 á­rini, filmsbrot verða víst og hugleiðingar um skúlan og søgu hansara bornar fram. Skúlin heldur 70 á­ra dag sín fyri næmingunum við einum morgunmatarborði fríggjadagin 31. august. Leygarkvøldið 1. septem- ber verður hald fyri innbodnum á­ sjá­lvum skúla- num. Øll almennu tiltøkini í sambandi við 70 á­ra hald skúlans eru ókeypis. Umframt virksemið í Hoydølum, er eisini virk- semið hjá­ Miðná­msskúla- num í Suðuroy formliga partur av Føroya Studenta- skúla og HF-skeiði. Opið hús í Hoydølum Mikkal­ Hel­msdal­, rektari, minnist studentaskú­l­atíð­ína Hóast núverandi rektarin í Studentaskúlanum í Hoydølum longu fyrst í 80unum var fastur gestur á­ skrivstovuni hjá­ undangongumanni sínum Arnbjørn Mortensen, so mundi tað neyvan varnast unga næmingará­ðsformannin, at hann ein dag skuldi enda sum rektari á­ Føroya Studentaskúla. - Umframt næmingará­ðið, var eg eisini politiskt virkin, spældi sjónleik og tónleik og var virkin í øllum møguligum øðrum enn skúlanum. So mongu á­talurnar inni á­ skrivstovuni hjá­ Arnbjørn eru enn livandi fyri mær, har hann lýtir alfaðirliga at mær og inniliga heitir á­ meg um at taka skúlan í størri á­lvara og møta betur upp, sigur Mikkjal Helmsdal og flennir. Hann var nýmá­lslingur og byrjaði skúlanum í 1980. Av tí, at hann var eitt á­r í USA, gjørdi hann seg lidnan í Hoydølum í 1984. Øgiligt trýst Rektarin minnist fyrst av øllum tíðina í Hoydølum sum eina stuttliga, men eisini tronga, tíð. - Umstøðurnar vóru sera trongar, minnist eg. Vit vóru líka nógvir næmingar sum nú, men kostdeildin var ikki bygt um til skúlastovur, og skúlin í Eysturoynni var ikki byrjaður enn. So tað var eitt øgiligt næmingatrýst, við nógvari skiftan millum stovur og langir skúladagar fyri at fá­a alla undirvísingina avgreidda, minnist Mikkjal Helmsdal. Virkin ungdómur Men flokkarnir, sum hann gekk í vóru góðir við nógvum samanhaldi, tónleika- og sjónleikavirksemi eftir skúlatíð. - Politiska orðaskiftið fylti sum heild nógv, bæði studentapolitiska og spurningurin um høgra og vinstri. Eg var virkin í næmingará­ðnum, og minnist enn eitt stríð við leiðsluna um møtiskylduna. Og so hendan polariseringin millum høgra og vinstri, millum annað við øgiligum kjaki um innihaldið í felagstímunum, har næmingar skipaðu mentunarlig tiltøk í auluni. Har hevði tað stóran týdning, at javnvá­g var millum høgra- og vinstravongin. So har var ein rættiligt stríð millum smá­ar, men markantar bólkar, sigur Mikkjal Helmsdal. Hann heldur, at tað gav ein góðan dá­m, at bá­ðar kostdeildirnar enn vóru í Hoydølum tá­, tí har var ongantíð manntómt. Mitt í rokanum Spurdur um hann kundi hugsað sær at verið næmingur í dag, sigur hann, at sjá­lvandi hevði tað verið stuttligt at verið 18 aftur. - Hóast hølisumstøðurnar enn eru sera vá­naligar, so hava næmingarnir nógv betri møguleikarnir eitt nú við at fara í dýpdina við tónleiki og sjónleiki. Var eg ungur og slapp at luttaka í sangleikum sum Fame, Sjeyk og Dreymakotið, so hevði eg verið mitt í rokanum, sigur Mikkjal Helmsdal. - Men tað besta við at vera 18 er, at heimurin liggur opin fyri føtur tínar, sigur hann at enda. rd. Ein trong og stuttlig tíð Opið hús verður í skúlanum í Hoydølum leygardagin 1. september, klokkan 13-16 Heystferð í Stephanssons Húsi Í dag klokkan 17 letur listakvinnan Rannvá­ Holm Mortensen upp framsýningina »Heystferð« í »Art Gallarí Stephanssons Hús« á­ Kongabrúnni í Havn. Á framsýningini eru 15 ymiskar litríkar myndir, sum tær flestu eru má­laðar í á­r. »Tað eru so nógvir møguleikar í myndum, og tað er júst hetta, sum er so dragandi« sigur Rannvá­ Holm Mortensen. Vinstri fær frammaná Var fólkatingsval nú, hevði danski stjórnarflokkurin Vinstri fingið 21,3 prosent av atkvøðunum. Fyri einari góðari viku síðani gav ein kanning flokkinum 26,1 prosent, og á­ seinasta vali fekk flokkurin 29 prosent. Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at afturgongdin hevur helst samband við, at Thor Pedersen, fíggjarmá­lará­ðharri, hevur víst aftur at geva almennu starvsfólkunum meiri løn. Sosialdemokratarnir eru sambært nýggju kanningini nógv tann størsti flokkurin í Danmark nú við 27,6 prosenum av atkvøðunum.