Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 168 • 31. august 2007 Tað var meðan vit gingu í Hoy­døl­ um. Soleiðis ressuneri eg ofta. Frá tí at tú ert 17 og tey­ trý árini, inntil tú verður 20, gongur nógv fy­ri seg í einum sjálvum, og í afturglæmuni kann ikki annað staðfestast, enn at nógv gekk fy­ri seg tey­ trý árini, sum vit gingu í Hoy­dølum. Soleiðis munnu mong av teimum fleiri túsund, sum hava gingið har uppi, uppliva tað. Tey­ trý árin 1972­75 fór mangt fram á heimspallinum og eisini heima á landi, sum hevur kastað langar skuggar ella glæmur eftir seg. Tað eru 35 ár síðani, at mín árgangur fór í Hoy­dalar. Er tað eitt langt skeið spy­rja vit. 35 ár ella eitt ættarlið sigur í sær sjálvum ikki so nógv. Tað ber til at siga, at 35 ár er long tíð, og tað ber til at siga, at 35 ár er stutt tíð. Tað valdast um hvørjum sambandi tað verður sagt í. Harvið er heldur eingin meining í at siga, at tíðin gongur skjótt, sjálvt um vit ofta taka soleiðis til. Tað, sum vit meina, er, at árini eru sty­ttri, enn vit eina ferð hildu. Tá ið vit fóru í Hoy­dalar, snurraði hvørt árið ein sey­tjanda part av tí, sum vit høvdu livað, upp á snælduna hvørja ferð eitt ár fór aftur við borðinum. Nú er talan um ein hálvtrýssins tjúgunda part ella minni enn so, og tað er stórur munur á einum sey­tjanda parti og einum hálvtrýssins tjúgunda parti! Men um vit frá 1972, tá ið vit fóru í Hoy­dalar, í staðin fy­ri 35 ár fram í tíðina og til 2007 fara 35 ár hinvegin, so koma vit aftur til 1937 ella árið, tá ið Føroy­a Studentaskúli sá dagsins ljós. Talan var um sjey­ málslingar. Árið eftir vóru teir tríggir, og teir feiraðu prógvið við at fara úr Havnini og norður til Gøtu at búgva í telti – Niels Juel Arge, Erling Eidesgaard og Marner Simonsen! Mín gamli floksfelagi í Hoy­­ dølum, kringvarpsstjórin Jógvan Jespersen, hevur í innganginum til Føroy­a Studentaskúli og HF skeið 50 (1987) stutt og greitt lýst, hvussu søgan um hægri skúlagongd í Føroy­um er frá latínskúlanum, sum varð niðurlagdur í 1794, og fram til Føroy­a Studentaskúli varð settur á stovn í 1937. Tí skal ikki gerast meiri burturúr tí her uttan tað, at tað var fy­ri umleið 35 árum síðani, at talið av studentum eksploderaði. Tað bar við sær, at HF skeið vórðu sett á stovn í Hoy­dølum, Suðuroy­ og Klaksvík. Studentaskúlin í Ey­sturoy­ kom í 1982, og síðani hevur ein røð av miðnámsskúlum sæð dagsins ljós. Alla staðni frá hoy­rist, hvussu týdningarmikið tað er, at unga fólkið nemur sær útbúgving. Tá ið vit líta at miðnámsskúlasøguni í Føroy­um, so er skjótt at stað­ festa, at burðurin hevur oftast verið tungur, tá ið tað ræður bæði um útbúgvingar og by­gningar, og soleiðis er tað framvegis. Tað eigur at vekja til eftirtanka, nú tað aftur og aftur hoy­rist, at í framtíðini fara vit í alt minni og minni mun at liva av tí, sum hendurnar hava strítt og stríða seg til og alt meiri og meiri av tí, sum verður skapað í og úr høvdinum á fólki! Altjóða og heimligi karmurin Bara nakrar fáar dagar, áðrenn vit um miðjan august 1974 fóru undir síðsta árið í Hoy­dølum endaði turbolensurin, sum í tvey­ ár hevði verið í amerikanska samfelagnum við, at Richard Nixon noy­ddist at leggja frá sær sum forseti. Tá bar okkum ikki til at vera ey­gnavitni til løtuna, tá ið Nixon á grasplenuni frammanfy­ri Hvítu húsini bað farvæl, áðrenn hann í ty­rlu varð fluttur burtur. Tey­ fægstu høvdu sæð beinleiðis sjónvarp. Introduk­ tiónina til sjónvarpið hevði við studentatíðina at gera. Um somu tíð, sum vit í august 1972 fóru í 1. g, vóru oly­mpiskir leikir í München. Í ítróttarhøllini á Hálsi varð skipað fy­ri videosýningum av tí, sum gekk fy­ri seg ella rættari hevði gingið fy­ri seg í München. Í dag eru ung og eisini tilkomin og eldri ikki nøgd, um tey­ ikki hava fleiri rásir at velja ímillum, sum senda frá sama fótbóltsdy­sti. Fy­ri okkum var tað fantastiskt í ítróttarhøllini at síggja endur­ sendingar frá Danmark Radio av cubanska boksaranum Teofilo Stevensson og amerikanska svimjiúrmælinginum Mark Spitz. Tá ið vit høvdu gingið einar fjúrtan dagar í Hoy­dølum kendu vit fy­ri fy­rstu ferð sviðan av partisanvirksemi og gíslatøkum. Frá 1. g tíðini minnast vit sterka árinið, tá ið Arge feðgarnir á orkesturplássi í München søgdu frá, hvussu palestinensisku gíslarænararnir í brølapu komu út á svalan á gistingarhúsinum við sammby­rsum uppi á sær! Stutt eftir at vit vóru farin í 2. g, vóru tað viðurskifti og umstøður á altjóða pallinum, sum vóru orsøk til, at by­gdarnæmingar fingu møguleika at fara til hús fríggjakvøld í staðin fy­ri eftir døgurða ley­gardag. Vit høvdu bara tríggjar tímar fy­rrapart ley­gardag, og tí var freistandi at lora sær til hús fríggjakvøld. Tí varð uppskot lagt fram í samstarvsnevndini um, at tímarnir ley­gardag skuldu fly­tast til hinar dagarnar. Men tað var bums nei. Argumentið var, at so fóru hinir dagarnir at gerast ov langir, og at tað harafturat fór at verða óheppið, at fleiri lektiur skuldu lesast longu skúladagarnar. Og so var tað, at arabararnir eftir Yom Kippur kríggið í oktober 1973 aftur ávirkaðu gerand­ isdagin. Hesa ferð var tað fy­ri tað góða. Gamaní noy­ddust foreldrini at rinda fleiri ferðir so nógv fy­ri oljuna, sum tey­ høvdu gjørt frammanundan. Men príshækkingin hevði við sær, at my­ndugleikarnir gjørdu av, at nú skuldi sjunturin skrúvast fy­ri í almennum by­gn­ ingum fríggjakvøld. Skúlarnir skuldu tískil vera afturlætnir ley­gardagar, og harvið vórðu møguleikarnir at vera heima við hús betri og størri, enn teir høvdu verið frammanundan. Tað kom væl við. Men tað vóru arabararnir og OPEC, sum sy­rgdu fy­ri tí. Próvtøkudagarnir í 1975 var útróðrarverkfall. Dagin fy­ri eina av munnligu próvtøkunum varð vágin í Klaksvík avby­rgd av útróðrarbátum. Hetta mundi vera fy­rsta og einasta ferðin, at hetta er gjørt síðani doktarastríðið. Fy­ri at sleppa til próvtøkuna var ney­ðugt at verða settur y­vir á Leirvík, at fáa privatbil at koy­ra til Selatraðar, við Sundaferjuni til Hósvíkar og so aftur við privatbili til Havnar. Tað gekk, og tað varð mett sum met, at tað kundi gerast upp á tveir og ein hálvan tíma! Ráfiskagrunnurin spurdist burturúr, og síðani hevur hann fingið skuldina fy­ri alt, sum ikki hevur hepnast so væl í hesum landinum. Og nú ber til at koy­ra Størsta klekinga Føðingardagur Jóannes Hansen Í sambandi við at tað í morgin eru 70 ár síðani, at Føroya Studentaskúli varð settur á stovn, hevur Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, og næmingur í Hoydølum 1972- 75, skrivað hesar hugleiðingar