Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 168 - 31. august 2007 STUDENTASKÚLIN 70 Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Næmingatalið í Studenta­ skúlanum og HF­skeiðnum er støðugt vaksið hesi sein­ astu 30 árini, men sambært leiðsluni, hava karmarnir ikki fylgt við. Tann skúlin, ið varð bygdur til 12 flokkar og 240 næmingar í byrjanini av 60­árunum er enn í dag karmur um eitt virksemi, ið nú umfatar 600 næmingar í 27 flokkum, umframt 100 starvsfólk. ­ Bygningarnir eru í dag niðurslitnir og ótíðarhósk­ andi til ta undirvísing, ið ein miðnámsskúli í 2007 eigur at bjóða, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari. Hølisviðurskiftini hjá Før­ oya Studentaskúla og HF­ skeiði hava mangan verið á breddanum. Í 1997, tá skúl­ in fylti 60 ár, lá ein umfatan­ di umbygging í kortunum. Hon gjørdist av ongum og í staðin var ein komandi mið­ námsskúladepil kunn­ gjørdur á sjálvum 60 ára haldinum á skúlanum. Hann gjørdist heldur ikki veruleiki fyri studentaskúl­ ans viðkomandi. ­ Vit vóna, at farið verður undir at viðgera karmar skúlans í næstum, so 75 ára haldið í 2012 kann haldast í kørmum, sum hóska til nútíðina og framtíðina, sig­ ur leiðslan. Skapandi virksemi Mikkjal Helmsdal sigur eisini, at skúlin, hesi 70 árini hann hevur verið til, klakt umleið 4300 studentar og knappliga 1000 HF­ pisur. ­ Hann hevur tí havt ein avgerandi leiklut í teirri menningini av útbúgvingarstignum hjá før­ oyingum hesa knøppu ¾ øld, ið hann hevur virkað. Seinastu árini hevur skapan­ di virksemið verið ein týð­ andi partur av ímynd skúl­ ans, og mong ung og lovan­ di listafólk eru byrjaði leið sína inn í listina gjøgnum virksemi skúlans. Trongur studentaskúli Tann skúlin, ið varð bygdur til 12 flokkar og 240 næmingar í byrjanini av 60-árunum er enn í dag karmur um eitt virksemi, ið nú umfatar 600 næmingar í 27 flokkum, umframt 100 starvsfólk. - Bygningarnir eru í dag niðurslitnir og ótíðarhóskandi til ta undirvísing, ið ein miðnámsskúli í 2007 eigur at bjóða, sigur leiðslan. Mynd: Jens K. Vang Hølisumstøðurnar hjá Studentaskúlanum í Hoydølum hava mangan verið á politiska tekniborðinum. Leiðsla skúlans vónar, at 75 ára haldið í 2012 kann haldast í karmum, sum hóska til nútíðina og framtíðina. Mads Andrias Winther, fyrrveranda rektari, minnist studentaskúlatíðína Mads Andrias Winther var rektari í Hoydølum árini 1993­2007. Hann er ein av teimum tilkomnu, sum ikki hava gingið alla sína næmingatíð í Hoydølum, men sum byrjaði í fyrsta studentaskúlaflokki í 1961 í teimum gomlu bygningunum á VBV. ­ Í dag er alt tað sprongt burtur, men tað lá niðri við bryggjuna, onkustaðni uppi í luftini omanfyri Skipshandilin, sigur hann. Umframt støddfrøðiliga flokkin, sum hann gekk í, var eisini ein málsligur flokkur. ­ Eg var yngstur, og hinir næmingarnir vóru upp til 6 ár eldri. Eg minnist serliga, at vit høvdu ein ungan verkfrøðing, sum lærara í øllum trimum lærugreinunum støddfrøði, alis­ og evnafrøði, og tað var ikki óstuttligt, tí hann var rættiliga fantasiríkur. Bassur í kórinum Árið eftir fluttu tey niðan í Hoydalar, í Gamal Hús, og her vóru umstøðurnar nógv betri, tí alt var samlað í einum. Í 1963 fór Mads A. Winther eitt ár til USA við AFS, og kom aftur í ein annan flokk, sum hann gjørdist studentur saman við í 1965. ­ Mær dámdi serliga væl lærugreinina franskt, og tað kom helst av at vit høvdu ein so sera góðan og spennandi lærara. Hesi árini eg gekk á skúlanum byrjaði studentaskúlakórið, og eg var sjálvandi við, har eg sang bass. Vit vóru næstan líka nógv í kórinum tá sum tað eru nú, sjálvt um nógv færri næmingar vóru á skúlanum, greiðir hann frá. Hugaligt at hittast Tey vóru tilsamans 30 studentar tað árið, 19 støddfrøðingar og 11 málslingar, og eingi onnur í Føroyum fingu miðnámsprógv sama ár. ­ Flestu okkara fingu hægri útbúgvingar aftaná, og hava sitið í størvum heima og uttanlands. Tað er altíð hugnaligt at hitta mínar gomlu floksfelagar enn í dag, sigur Mads A. Winther, sum fór frá sum rektari í ár. Spurdur, um hann kundi hugsað sær at verið næmingur í Hoydølum í dag, sigur hann, at um hølisumstøðurnar vóru betur, so ja. ­ Tað góða við at vera 18 er, at tá er lívið óendaligt. rd. Fyrsti flokkur í Hoydølum Mánakvøldið 3. september setir Íverksetarahúsið í Klaksvík hol á sítt næsta íverksetaraskeið. Skeiði er ætlað teimum, ið umhugsa at byrja á egnum beinum ella hava ítøkiligar ætlanir um tað ella kanska júst eru farin í gongd. Hevur tú valt rætt? Hvørjir møguleikar finnast? Hvørjir persónligir eginleikar eru neyðugir? Hevur tú valt rætt? Hvat kanst tú læra av øðrum? Hetta eru nakrir av spurningunum, ið verða umrøddir á skeiðnum, har luttakararnir koma at vera saman øðrum, sum arbeiða við somu avbjóðingum. Endamálið við skeiðnum er at brynja nýggjar íverksetarar til at taka røttu avgerðirnar og geva ráð um, hvussu tey skapa neyðuga netverkið, sum mennir tey sum íverksetarar. Eisini fara royndir íverksetarar at greiða frá sínum royndum úr veruliga íverksetaralívinum. Skeiðsleiðari er Rani Nolsø, leiðari í Íverksetarahúsinum. Skeiðið er býtt upp í fimm skeiðseindir. Á fyrsta skeiðskvøldinum fáa luttakararnir millum annað høvið at hoyra Rana Nolsø, leiðara, tosa um evni: “Frá hugskoti til málsetning” umframt at Regin Dalsgaard, íverksetari fer at greiða frá undir yvirskriftini »Soleiðis gjørdi eg«. Sí annars skrá fyri allar skeiðseindirnar á www.is.fo Til ber at tekna seg til íverksetaraskeiði á tlf. 45 97 00 ella á is@is.fo ae Íverksetan: Tak røttu avgerðina