fríggjadagur 31. august 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 • 31. august 2007
Vikuskifti
9
rstøðin fyllir 70
úr Gásadali og til Viðareiðis. Hvør
hevði roknað við tí í 1975.
Ikki altíð sum
prestur prædikar
Hvat lærdu vit so í Hoydølum,
og hava vit fingið nakra nyttu
burturúr tí?
Nú sóla vit okkum í gomlum
minnum. Tað hevði kanska verið
læruríkt at kanna, hvussu vit
upplivdu tíðina í Hoydølum,
hvussu vit hava upplivað at
hittast aftur tær ferðirnar, tá ið
árgangurin hevur verið saman
(seinast fyri tveimum árum
síðani, tá ið tredivu ár vóru liðin,
síðani vit vóru liðug) og kanska
eisini, hvussu vit fortelja øðrum
um okkum sjálvi. Hvat hevur
týdning, og hvat hevur minni
týdning, tá ið vit eftir so mong
ár hittast aftur. Hvussu gekk við
ætlanum og dreymum. Hvussu
hava vit megnað at takla, at lívið
sjáldan ella kanska ongantíð tók
seg soleiðis upp, sum vit høvdu
vónað og ætlað. Og hvar er skúlin
í øllum hesum? Hevur tíðin í
studentaskúlanum havt nakran
týdning fyri, at vit mentust til tey
individini, sum vit nú eina ferð
eru?
Í Gladsaxe kommunu gjørdu
tey fyri tveimum árum síðani av,
at tey skuldu kanna júst hesar
spurningar. Tey, sum vóru liðug
í studentaskúlanum í 1980, og
sum fyri tveimum árum síðani
savnaðust fyri at halda 25 ára
jubileum, skuldu á spurnarblaði
svara, og so var ætlanin at rógva
aftur á aftur við kvalitativum
samrøðum við næmingar í
einum málsligum og einum
matematiskum flokki.
Tað hevði verið áhugavert at
gjørt sovorna kanning av okkara
árgangi. Honum sum var liðugur
í 1975.
Vit eru ivaleyst samd um,
at privatlívið, útbúgvingin og
starvsleiðin ofta ikki lagaðu seg
soleiðis, sum vit høvdu roknað
við og ætlað. Tiltikin er søgan
um unga mannin, sum við húgvu
á høvdinum fór niður, tí hann
ætlaði at gerast sakførari. Hann
las jura í ein dag, og so kom
hann upp aftur við prógvi sum
froskmaður!
Í okkara flokki vóru vit 21
– 20 dreingir og so Sólfríða,
sum óføra væl kláraði at vera
einsamøll genta millum so
nógvar dreingir. Onkra ferðina
heitti Erik á hana um at fara út
um, meðan hann fortaldi onkra
søgu. Tað segði hon nei til, og
tað var so tað.
Lívið lærir
At studentsprógvið endiliga skal
bera víðari útbúgving við sær er
ikki nøkur sjálvfylgja. Tað verður
í endamálsorðingini undirstrikað,
at talan er um útbúgving,
sum hevur tvey endamál – at
kvalifisera til víðari útbúgving
og so almenn útbúgving, sum
millum annað kvalifiserar til
arbeiðsmarknaðin.
Øll 21 í okkara flokki hava
nomið sær útbúgving eftir tíðina
í Hoydølum. Leysliga mett hevur
meiri enn helmingurin verið
uttanlands og lært, og tað kann
gott vera, at tveir ella rgíggin nú
búgva uttanlands, meðan øll hini
búgva í Føroyum:
Tit eru jú Føroya álit í dag
tí missið ei fótafestið,
til andalig skrobbein sum
geykaungar,
á flatlondum verða teir flestu.
Segði Poul F. Vit eru mong, sum
hava livað nøkur av bestu árum
okkara uttanlands. Eg búði níggju
ár í Keypmannahavn. Leingi
hevði eg hetta sum mátisnór, tá
ið eg hugsaði, hvussu tíðin rann.
So hevði eg verið eins leingi í
Føroyum aftur, sum eg hevði búð
niðri, og nú er lutfallið soleiðis, at
tað eru meiri enn tvífalt so nógv
ár runnin síðani heimkomuna,
sum tíðin í Danmarki var.
Nú eru tað ikki vit, sum kunnu
verða geykaungar á flatlondum.
Heldur eru tað børn okkara, sum
nema sær útbúgving í Danmark.
Uttan mun til globaliseringina
so er tað ivaleyst ynskið og
dreymurin hjá okkum øllum, at
okkara børn saman við teirra
børnum um ikki so mong ár skulu
venda aftur henda vegin og gleða
okkum, sum nú eru ella nærkast
abba og ommu ættarliðnum.
Men hvat lærdu vit so í
Hoydølum?
Tað eru so nógv svar til
spurningin, sum vit vóru
næmingar. Fyri tíggju árum
síðani var eitt av stílaevnunum
í donskum studentaskúlanum
í Danmark knýtt at broti
úr endurminningunum hjá
Stefan Zweig – Verden af i
går. Uppgávuorðingin í hesum
sambandi var Hvad karaktiserer
den gymnasieungdom, som
Stefan Zweig skildrer i sin
selvbiografi. Diskuter ligheder og
forskelle mellem Stefan Zweigs
genaration og din egen.
Meiri enn helmingurin av
næmingunum í Danmark
skrivaði um hetta evnið. Tað
vil siga, at fleiri enn tíggju
túsund næmingar lýstu
teirra egnu studentaskúlatíð.
Aftan á varð tað mett at vera
áhugavert at nýta stílarnar sum
granskingartilfar, og tað er sipað
til hetta granskingararbeiðið
í bókini frá Kierkegaard og til
Calvin Klein.
Í flestu førum er lýsingin
positiv. Ein næmingur sigur
soleiðis:
Da jeg forlod folkeskolen
vidste jeg, at jeg havde lært alt,
hvad jeg havde brug for på det
stadie, og var klar over, at det
var tid til at komme videre. Jeg
kedede mig afsindigt i skolen,
men til gengæld læste jeg hver
eneste bog, jeg kunne få fingre
i. Det er en følelse, jeg ikke har
her ved gymnasiets afslutning.
Jeg ved, jeg endnu kunne lære
mange værdifulde ting, og jeg
har ikke lyst til at afslutte min
gymnasietid, for jeg føler mig
stadig som en lærling, der ikke
er parat til at forlade sin mester
endnu.... At opdage verden er en
proces, der tager hele livet.
Tað kann gott vera, at tað í dag
eru dømi um næmingar, sum fara
í studentaskúla ella fara undir
aðra miðnámsútbúgving, tí teir
ikki vita, hvat teir annars skulu
taka sær til. Teir útseta valið á
arbeiðsmarknaðinum ella teir fara
í skúla, tí teir hava ikki funnið
lærupláss. Men eg eigi dømi um
stak nógvar næmingar, sum eru
miðvísir og vita, hvat skal til, um
teir skulu røkka møguleikanum at
Í 1975 vóru studentarnir 80 í
tali. Tað var rættuliga høgt tal
tá í tíðini. Nú er pisutalið fleiri
ferðir so stórt á hvørjum sumri
➘