fríggjadagur 31. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 168 - 31. august 2007
44 ára gamla
Flogfelag Føroya
skifti í dag navn
til ”62° Norður”.
Virksemið felagsins
fevnir nú um
ferðaskrivstovu,
hotell, matstovu og
bilútleigan. Øll hesi
øki verða nú ment
undir nýggja felags
samleikanum
FERÐAVINNA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í dag broytir Flogfelag Før
oya navn til ”62° Norður”.
Nýggja navnið skal verða
nýggi samleikin hjá øllum
virkseminum hjá felagnum,
sum fevnir um ferðaskriv
stovu, hotell, matstovu, bil
útleigan og seinni eisini um
incoming – at taka ímóti
ferðafólki, sum koma til
landið.
Kent Christensen, stjóri í
62° Norður sigur, at styrkin
hjá felagnum er breiða vift
an av tilboðum.
Við felags samleika
kunnu vit øll kenna okkum
sum part í eini størri eind,
og á tann hátt kunnu vit eft
ir míni sannføring betur
draga í felag, sigur Kent
Christensen.
Hann vísir á, at um eitt av
teimum tilsamans 7080
starvsfólkunum t. d. sær, at
ein av útleigubilunum stend
ur punkteraður, so er tað
skyldan hjá starvsfólkinum
at hjálpa.
Í komandi ári verður virk
semið hjá 62° Norður víðk
að við eisini at fevna um
eina
incomingskrivstovu,
sum skal taka ímóti ferða
fólki, sum koma til landið. Í
dag er bert tann eina
incoming ferðaskrivstovan,
GreenGate.
Hotel Vágar og matstovan
Rio Bravo, sum felagið
eisini eigur, verða komandi
tíðina umvældar. Spurdur
um Rio Bravo verður at
kenna, sum hon altíð hevur
verið, svarar Kent Christen
sen, at bæði hotellið og mat
stovan fara at skifta navn.
Vit umhugsa ymsar
møguleikar við Rio Bravo
– tí tað skal verða okkurt,
sum dregur ferðafólk at
sær. Vit vilja fegin finna
eitt slag at matstovu, sum
um summarið serliga leggur
seg eftir ferðafólkum, men
sum um vetur fyrst og
fremst verður til føroying
ar.
Tað var fyrr í ár, at teir
tríggir, Kent Christensen,
Dánjal Jákup Andreasen og
Tummas
Christoffersen
keptu flogfelagið, sum upp
runaliga varð stovnað í
1963 – eldsálin øll árini var
Lars
Larsen,
sum
var
ímyndin av flogferðslu í
Føroyum.
Sum nakað nýtt fer 62°
Norður hvønn fríggjadag at
hava eina síðu í Sosialinum
við einum góðum ferðatil
boð. Har verður greitt frá
einum ávísum ferðamáli,
og hvussu hetta kann leggj
ast til rættis. Hesaferð er tal
an um eina ferð til Azor
urnar í heystfrítíðini.
Hetta er sjálvandi fyri
vísa kundunum, hvussu tey
kunnu sleppa til eitt ávíst
ferðamál. Tað kann nú
verða, at hetta ikki er júst
tað, tey ætla, men so er bara
at koma at tosa við okkum
um eitt tilsvarndi tilboð
onkra aðrastaðni, so leggja
vit tað til rættis, greiðir
Kent Christensen frá. – Vit
koma seinni við tilboðum
so sum skíðferðir, ferð til
Fjareystur, safaritúrur til
Afrika o. s. fr.
Umframt skrivstovuna í
Gundadali í Havn hevur
felagið eisini eina skrivstovu
á flogvøllinum. Hendan
skrivastovan er nú ein bein
leiðis ferðaskrivstova, með
an uppgávurnar fyrr vóru at
avgreiða flogferðafólk.
Hetta hevur so eisini
ført við sær, at vágafólk
hava sína egnu ferðaskriv
stovu, og tað hava vit eisini
longu merkt, sigur Kent
Christensen.
Felags samleikin er eyðkennið
Fornminnisfelag í 25 ár
Liðin eru nú 25 ár síðani fólk á Eiði tók stig til at stovna eitt
fornminnisfelag í bygdini. Ætlanin er nú at hátíðarhalda
henda dagin, og verður tað gjørt við eitt forvitnisligt tiltak í
ítróttarhøllini á Eiði í morgin. Á skránni fyri tiltakið, sum
byrjar kl. 14, er bæði framsýning, tónleikur og annað. Sagt
verður, at øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið.
Tiltak fyri juniorar
Komandi mánakvøld verður byrjað aftur við juniormøtunum í
Meinigheitshúsinum í Havn. Hetta verður eitt mega stuttligt
kvøld, siga stigtakararnir til spennandi tiltakið. Ætlanin er, at
tey skulu hugna sær saman, spæla okkurt, syngja nakrar sangir,
hava eina andakt og síðani eta okkurt lekkurt. Tiltakið vendir
sær til øll, sum ganga í 5. til 7. flokk. Vit vóna, at nógvir
juniorar fara at møta upp, verður sagt. Juniormøtini byrja
mánakvøld kl. 19.
Gamla navnið, Flogfelag Føroya, var í dag skift út við nýggja navnið 62° Norður
Mynd: Álvur Haraldsen