Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 • 31. august 2007 Vikuskifti 10 sleppa at útbúgva seg víðari. Tá ið vit tóku prógv, vóru avmarkingarnar fáar og smáar. Tí varð kanska ikki gingið so høgt upp í miðaltalið. Um tú ætlaði tær at gerast prestur, juristur ella lækni ella okkurt annað, so var einki í vegin. Tveir fóru á journalistskúla. Tá skilti eg ikki, at nakar kundi finna upp á at satsa tann vegin. Síðani havi eg arbeitt nógv í journalistiska fakinum. Møguleikarnir eru nógvir og spennandi, og tað eru nógvir núverandi studentaskúlanæmingar, sum droyma um at arbeiða á bløðu­ num og loftmiðlunum og at sleppa um trongu dyrnar á journalistútbúgvingunum. Nakrir aðrir av floksfeløgunum fóru at arbeiða í edv vinnuni. Tað mundi ivaleyst í 1975 hjá mongum tykjast sum stuttskygd bransja. Men tak hana og teir nú! Krossvegurin Men hvat fingu vit burturúr studentaskúlaárunum? Eg kann svara fyri meg, at tað, sum fekk størst týdning, var tað, at eg lærdi floksfelagarnar og stóra árgangin at kenna. Hoydalar var geografiska og sosiala brápannan – the melting pot, sum amerikanararnir siga – har fólk alla staðni úr landinum og úr øllum stættum og flokkum funnu saman og fílaðu hvønn annan og partvís í hvussu so er gjørdust ein eind við frábrigdum. Har fann man útav, at hóst suðuroyingar kunnu tykjast óstortligir í orð og tal, so eru teir fittligir. Har fann man útav, at tað ber til at finna mest heimføddu føroyingarnar í sjálvum høvuðsstaðnum, meg tað ger einki! Har fann man útav, at fuglfirðingar vóru eins lokalpatriotiskir sum klaks­ víkingar. Og so var tað heilt spesiella samanrenningin millum Glyvrar og Vestmanna. Vit høvdu ein frá hvørjum staðnum í okkara flokki. Referansuramman hjá teimum var fyrst og fremst cement. Tað vóru teir í familjufyritøkunum vanir at arbeiða við. Tá ið teir tosaðu um og mettu um menn og kanska eisini kvinnur, so var tað við tí felagsnevnaranum, hvussu nógvar cementsekkir, at teir roknaðu við, at persónurin kundi lyfta! Ein maður var ikki ein maður, uttan at hann í einum megnaði at lyfta tríggjar ella var tað kanska fýra sekkir! Vit tillagaðu hvønn annan. Akkurát sum studentaskúlanæmingar altíð hava gjørt tað. Det forsømte forår hjá Hans Scherfig rennur fram fyri meg. Hann lýsir svarta skúlan, har tað var kæft, trit og retning, og har flestu lærararnir verða lýstir sum meiri ella minni bølmenni. Soleiðis upplivdu vit ikki tíðina í Hoydølum. Kanska onkur matematikklærari var eitt sindur troyttur, tá ið vit á talvuni í funktiónskanningini ikki beinanvegin megnaðu at finna nullpunktið og hældnings­ koeffisientin. Daniella hirsaði eitt sindur, tá ið hon ikki var nøgd við umsetingina av ing forminum, og góðdýrið Haraldsen, sáli, kundi kennast eitt sindur stívrendur, tá ið kann ikki fekk bygdadreingin at leggja tunguna rætt, tá ið hann royndi at úttala fronsku glosurnar. Heldur hugsi eg um, at tá ið teir í Det forsømte forår vóru savnaðir til 25 ára jubileum, so gjørdust teir stórir skúladreingir aftur – tað vóru bara dreingir – og teir skemtaðu sær við felags upplivingum. Lívið hevði lagað seg so ymiskt, men eingin kundi taka felagsnevnaran, sum var studentaskúlatíðin, frá teimum, og soleiðis hava vit kent tað, sum vóru liðug í 1975, tá ið vit við jøvnum millumbilum aftur hava hitst. Stórt offur Johannes Møllehave hevur sagt, at tað eru syrgiligar orsøkir til, at bókin hjá Scherfig er vorðin til klassikara. Hann hevur sjálvur skrivað um sína studentaskúlatíð og greiðir hugvekjandi frá, hvussu hann sum studentaskúlanæmingur var sinnaður at seta lívið upp á spæl fyri skúlavinirnar: Vi sad ved hver sit bord i gymnastiksalen med de samme ti planter og skulle bestemme dem efter floraen, og vi slog op i et værk og svedte og rystede på hænderne. For hvis vores fremtid var ødelagt af dobbelt­nuller, var det måske en mulighed her. De første ni planter gik det nogenlunde med. Det tog tid, men de lod sig bestemme. Den sidste var derimod gådefuld. Vi så på dens kendetegn med forstørrelsesglas, og vi slog op og gjorde ved. Det drilagtige var, at det enten var en plante, der i floraen var markeret med tre kors – dvs. den højeste grad af giftighed – eller også var det en almindelig vild kørvel (ella ein kryddaraurt). Vi kunne ikke stikke sedler til hinanden – der var for lang afstand mellem os – men vi så over til hinanden og trak på skuldrene og kunne ikke beslutte os. Som mine venner sad der og spredt ud over hele gymnastiksalen, kom jeg til at holde så meget af dem. Hanses forældre var lige blevet skilt, Per var bange for, at han ikke kom op i næste klasse, Rolf som var det største menneske jeg kendte, så lille og betydelig ud fra ryggen...... Jeg ville gerne dø for dem. Derfor ventede jeg, til jeg havde fanget alles øjne – og så åd jeg planten. Jeg tyggede den langsomt og omhyggeligt. Jeg følte, jeg skulle herfra. Men der skete ingenting. Så vi skrev vild kærvel! Nú skal eg vera liðugur. Men vit kunnu vera samd um, at tíðin hevur gingið skjótt. Tað tykist so stutt síðani, at vit handaðu Anrbirni Mortensen, sála, 50 ára føðingardagsgávu. Tað var 11. oktober í 1973 ella í vikuni undan heystfrítíðini í 2. g. Tá hildu vit rektaran vera rættuliga tilkomnan mann. Nú er okkara árgangur farin um henda runda dagin, og eg rokni ikki við, at vit kenna okkum so gomul, sum vit tá mettu rektaran at vera. “Tað er aldurin” verður so ofta tikið til, og fyri ikki so langari tíð síðani hoyrdi eg skilamann hugleiða um hetta, og tað gav íblástur: Tá ið vit gingu í Hoydølum, og summi noktaðu at skriva á donskum og harvið ikki fingu prógv, so vóru tað summi, sum søgdu, at tað var aldurin á okkum, sum var orsøkin. Og tá ið mamman var kedd og kanska illneitaðist, so varð sagt, at tað var aldurin, sum hon var í. Og tá ið vit, sum vóru liðug í 1975, um nøkur ár fara at taka upp í saman, so fer tað at verða sagt, at tað er aldurin. Føroya Studentaskúli fyllir 70 í morgin. Í hugaheiminum hjá okkum, sum fóru í skúlan í 1972, kendist tað sum ógvuliga long tíð, tá ið vit hoyrdu, at tað vóru 35 ár síðani, at tey fyrstu fóru í skúlan. Tað eru 35 ár síðani, at vit av bygd og havnarfólk hittust í Hoydølum og gjørdust floksfelagar, sum eiga felags minni um trý góð ár. Tey 35 árini eru bara runnin avstað. Føroya Studentaskúla verður ynskt blíðan byr, og allur árgangurin, sum fór í Hoydalar í 1972 verður heilsaður. Serliga floksfelagarnir, sum so mangan eru uppi í huganum, tá ið greiða skal fáast á, um hetta ella hitt nú var, tá ið vit gingu í Hoydølum, ella um tað var áðrenn ella aftaná góðu árini í dalinum fagra, har fleiri pisur eru floygdar enn nakra aðra staðni í landinum. Hóast næmingatalið er so nógvar ferðir størri nú, enn tað var, tá ið Føroya Studentaskúli flutti niðan í Hoydalar í 1965, so heldur skúlin framvegis til í somu hølum Størsta klekingarstøðin fyllir 70