fríggjadagur 31. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 168 - 31. august 2007
Um vikuskiftið verður
ófýsið veður, staðfestir
veðurmaðurin, Petur
Skeel Jacobsen
Um hugt verður eftir veðrinum
leygardagin, so kann ein skilja,
at heystið er ávegis.
Tað verður hvassur vindur av
suðri og um morgunin fer at
regna. Seinnapartin veksur hann
vindin enn meiri til skrið – tað
er: millum 17 og 21 m/s.
- Men tað verður møguleiki
fyri bæði ælaveðri og sólarglottum
restina av degnum, sigur Petur
Skeel.
Hitin fer at liggja millum 10 og
13 stig.
Sunnudagin verður hvassur
vindur av útnyrðingi, við ælum
og sólarglottum. Tað verður held-
ur kaldari, niður í eini seks hita-
stig.
Mánadagin verður uppaftur
kaldari, eini 5 stig, turt og hann
minkar vindin nakað.
Týsdagin og mikudagin verður
eitt sindur heitari, sólarglottar og
lítið avfall.
sb.
Heystarveður um vikuskiftið
- Heystið er komið, staðfestir veðurmaðurin Petur Skeel
Avtala er fingin í lag
við danska Rigs- og
Nationalarkivet um
at flyta føroyskar
mentanarskattir
heim aftur til landið.
Fyrsti av hesum varð
handaðu á samkomu
í sambandi við, at
Landsskjalasavnið
fyllir 75 ár
MENTANARSKATTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í hesum døgum eru tað 75
ár síðani, at Landsskjala-
savnið varð sett á stovn, og
hetta hátíðarheldur stovnur-
in í dag.
Men Landsskjalasavnið
hevur annað og meiri at
feira, enn »bert« føðingar-
dagin. Dagurin markerar
eisini byrjanina til eina aft-
urberingartilgongd,
sum
Rigsarkivet og Landsskjala-
savnið hava fingið í lag, um
at fáa eina røð av mentanar-
skattum heim aftur til
Føroya.
Hetta eru skrivligar keld-
ur og aðrir viðkomandi lut-
ir, ið hava við Føroyar at
gera, og fyrsta liðið í hesi
avtalu er ein handilsbók frá
Kongiliga Einaræðishandl-
inum, sum umfatar árið
1833. Bókin varð handað
av skrivstovustjóranum í
Rigs- og Nationalarkivet,
Jane Johansen Pade, og tók
mentamálaráðharrin, Jógv-
an á Lakjuni ímóti vegna
landsstýrið. Síðani varð
bókin av mentamálaráðharr-
anum handað Sámal Tróndi
Finnson Johansen, stjóra á
Landsskjalasavninum.
Hátíðardagurin byrjaði í
Norðurlandahúsinum
í
morgun, og hann heldur
fram allan seinnapartin.
Fleiri røður vórðu fluttar
fram, millum annað av hes-
um trimum nevndu, Sámal
Tróndi Finnson Johansen,
Jane Johansen Pade og
Jógvani á Lakjuni, umframt
fleiri øðrum.
Sámal Tróndur Finnson
Johansen segði í sínari
røðu, at savnið eftir kongi-
liga Handilin er ein av týdn-
ingarmestu keldum til Før-
oya søgu í 18. og 19. øld.
- Stórt sæð øll fólk,
serliga mannfólk, eru á ein
ella annan hátt skrásett í
hesum savni. Við Kongiliga
Handlinum sum grundarlagi
ber sostatt til, at siga frá
bæði tí lítlu søguni um hitt
einstaka menniskja, og um
stóru Føroya Søgu, segði
Sámal Finnson Johansen.
Hann vísti síðani á, at
hetta bert er fyrsta umfar í
einari
afturberingartil-
gongd, sum ikki bert snýr
seg um skjøl, sum hava sín
uppruna í Føroyum
Ætlanin er eisini, at ein
breiðari hópur av søvnum
ella skjølum, sum í dag
verða varðveitt í Danmark,
men sum snúgva seg um
Føroyar ella hava serligan
føroyskan áhuga, á ein ella
annan hátt kunnu verða
atkomilig fyri føroyingum í
Føroyum, segði Sámal
Tróndur Finnson Johansen
millum annað í røðu síni.
Mentanar
skattur
heimaftur
Hópurin av hábærsligum fólki var komið saman í Norðurlandahúsinum í morgun at
hátíðarhalda førðingardagin hjá Landsskjalasavninum
Mynd: Jens Kristian Vang
Jane Johansen Pade handar Jógvani á Lakjuni handilsbókina hjá Kongiliga Handlinum fyri 1833
Mynd: Jens Kristian Vang
Jógvan á Lakjuni heldur røðu í Norðurlandahúsinum í sambandi
við heimkomuna av handilsbókini hjá Kongiliga Handlinum, og
75 ára føðingardegnum hjá Landsskjalasavninum
Mynd: Jens Kristian Vang