fríggjadagur 31. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 • 31. august 2007
Vikuskifti 11
Leygardagurin 5. august var
ein serligur dagur í kirkjuni í
Kollafirði. Tá varð 13 ára gamla
Finnbjørg Nólsoy Arabo, ið er upp
vaksin á Signabø, konfirmerað.
Hetta var fyrsta konfirmatiónin
í yvirtiknu føroysku kirkjuni, og
hetta var samstundis seinasta
konfirmatiónin hjá Hans Jacob
Joensen, biskuppi.
Finnbjørg býr saman við
familju sínari í London, har pápi
hennara, Ben Arabo, starvast
hjá oljufelagnum Amerada Hess.
Men sjálvsagt skuldi Finnbjørg
heim at konfirmerast, og tað
gjørdi hon í summarfrítíðini, tá
ið javnaldrarnir í Kollafirði longu
vórðu konfirmeraðir, og tí var
bert hon konfirmerað júst hendan
dagin.
Hetta var vikuna eftir yvirtøk
una av fólkakirkjuni, og tí gjørdist
konfirmatiónin hjá Finnbjørg eitt
sindur serlig.
Bispur konfirmeraði
Hans Jacob Joensen, bispur, stóð
fyri konfirmatiónini, og hetta var
fyrsta konfirmatiónin hjá honum,
síðani hann gjørdist bispur í 1990.
Hetta varð samstundis seinasta
konfirmatiónin, tí í november
mánaði gevst Hans Jacob í
embætinum.
Prestar vóru burturstaddir,
og tí varð eg spurdur, um eg
kundi konfirmerað Finnbjørg. Tað
vildi eg sjálvsagt. Í tíðini sum
sóknarprestur í Havn konfirmeraði
eg millum 50 og 100 ung á
hvørjum ári, men konfirmatiónin
er ein uppgáva hjá prestunum,
og tí havi eg ikki havt nakra
konfirmatión, síðani eg gjørdist
bispur, greiðir Hans Jacob
Joensen frá.
Tað var stuttligt at venda aftur
til nakað, sum eg havi gjørt nógv
av áður, og konfirmatiónin av
Finnbjørg var eitt gott upplivilsi.
Sjálvandi er tað øðrvisi at kon
firmera eina gentu og ikki ein
flokk av ungum, men tað riggaði
stak væl, sigur bispur.
Tilvild at bipsur
var fyrstur
Hóast fólkakirkjan eina viku
áðrenn var komin á føroyskar
hendur, so var konfirmatiónin av
Finnbjørg ikki øðrvísi, enn kon
firmatiónirnar plaga at verða.
Vit hava lagt dent á, at kirkjan
skal ikki broytast fyri tað, um hon
verður føroysk, og tí fór hendan
konfirmatiónin fram á sama hátt,
sum konfirmatiónirnar í mínari tíð
sum prestur fóru fram, sigur Hans
Jacob Joensen.
Kendist tað øðrvísi, nú tú visti,
at hann var tín seinasta kon
firmatión?
Tað haldi eg ikki. Eg havi ikki
havt so nógvar konfirmatiónir
seinnu árini, og tí var tað hugna
ligt í sær sjálvum at sleppa at
hava eina konfirmatión aftur.
Og var tað ætlanin, at tú skuldi
hava fyrstu konfirmatiónina í
yvirtiknu kirkjuni?
Nei, tað var av tilvild, at tað
nú gjørdist soleiðis. Aðrir prestar
vóru burturstaddir í feriu, og tí
varð eg spurdur, um eg kundi taka
yvir til hesa einu konfirmatiónina.
Fyrsta og seinasta
konfirmatión
Konfirmatión
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Finnbjørn Nólsoy Arabo var fyrsti konfirmanturin
í føroysku fólkakirkjuni, og hon var samstundis
seinasti konfirmanturin hjá bispi
Bispur stóð fyri sínari seinastu konfirmatión, tá ið Finnbjørg Nólsoy Arabo varð konfirmerð í kirkjuni í Kollafirði fyrst í mánaðinum