mánadagur 3. september 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 169 - 3. september 2007
Liljan Jakobsen formaður
Vága Fólkafloksfelag hevur fingið nýggjan formann. Á fundi
hevur nevndin einmælt samtykt, at Liljan Jakobsen úr Miðvági
skal taka við sum nýggjur formaður, skrivar Jóanis Nielsen á
heimasíðu síni. Fyrsta tiltakið aftan á formansskiftið er ein
fundur, sum verður í skúlanum á Giljanesi í morgin við
løgtings- og landsstýrisumboðum hjá Fólkaflokkinum, og har er
ætlanin, at fundarfólkið skal siga politikarunum, hvat tey halda
um ymisk mál.
Tónleikavikuskiftið
í Keypmannahavn
Føroyahúsið í Keypmannahavn spennir seg út næsta vikuskiftið við
risa konsert- og dansiskrá, nevyan hevur húsið á Vesterbrogade lagt
pall til so nógv og stór tónleikanøvn. Lagt verður fyri fríggjakvøldið
við konsertum við Eivør Pálsdóttir, Terja Rasmussen og Róki
Jakobsen. Kvøldið endar við at Terji aftur fer á pall á einum náttkafé
tiltaki. Leygarkvøldið 8. spetember er ikki minni spennandi, tá Høgni
Lisberg, Jensina Olsen og Høgni Reistrup fara at spæla konsertir.
Áðrenn kvøldið endar við dansi við Eyðuni Nolsøe. atgongumerki
kunnu keypast í forsølu í Føroyahúsinum.
Nógv týðir uppá, at
ósemjan í samgong
uni hevur útviklað
seg til eina veruliga
kreppu. Hetta kom
týðuliga til sjóndar
í einum innslagi í
Degi & Viku fríggja
kvøldið. Nýggi
landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum er stóra
stríðsevnið
AnAlysA
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Samstarvið í samgonguni
sær út til at vera álvarsliga
hótt. Síðani Magni Laksá-
foss í Sosialinum gjørdi vart
við, at hann heldur tað vera
óráðiligt at fara undir at
byggja tunnil í Sandoynna og
síðani hevur funnist at sjó-
mansfrádráttinum, hava nógv-
ir
samgonulimir
funnist
harðliga at honum fyri at føra
síni sjónarmið í fjølmiðlun-
um, ístaðin fyri á samgongu-
og landsstýrisfundum.
Í einum innslagi í Degi &
Viku
fríggjakvøldið
fær
nýggi landsstýrismaðurin hjá
Sambandsflokkinum ákoyr-
ingar fyri at vera kúrrur á
landsstýrisfundum,
men
ístaðin brúka fjølmiðlarnar
til at lufta síni sjónarmið.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
hevur nú meldað seg í kórið
av atfinnarum. Hann heldur
ikki, at Magni Laksáfoss
førir síni sjónarmið fram á
landsstýrisfundum,
sum
hann átti, men ístaðin fer í
fjølmiðlarnar við teimum.
- Eg haldi, eg kann siga
við vissu, at hann ikki hevur
tikið málið til viðgerðar
har. Málið hevur verið uppi
at venda undir ymiskt, men
tað hevur ikki verið lýst og
avgreitt soleiðis, sum vit
hava sæð tað í fjølmiðlunum,
sigur Bjarni Djurholm við
Dag & Viku.
Sjálvur avvísir Magni
Laksáfoss, at hann ikki
hevur havt málið uppi inn-
anhýsis í samgonguni.
- Eg havi tikið tað bæði
upp á landsstýrisfundum og
samgongufundum, og tað
hava enntá verið samgongu-
fundir um júst hetta. Her
hava allir møguleikar verið
til at spurt til míni sjónar-
mið, sigur Magni Laksáfoss
við Dag & Viku.
Ónevndir tingmenn siga
við sjónvarpið, at Magni
Laksáfoss ikki skal hava
verið so opinskáraður á
samgongufundum.
John Johannesen heldur, at
Sambandsflokkurin longu er
farin í holt við eitt valstríð.
- Hetta er eitt beinhart
valstríð, sum Sambands-
flokkurin er farin í gongd
við, og hann roynir at máa
støðið undan samgonguni.
Eg vil mæla Kaj Leo
Johannesen til at lurta eftir
sínum egnu orðum, har
hann sigur, at Sambands-
flokkurin altíð heldur gjørd-
ar
avtalur,
sigur
John
Johannesen, sum tó sigur
seg vera samdan í, at Sand-
oyartunnilin eigur at bíða.
Kortini heldur hann, at ein
loysn átti at verðið funnin
innanfyri samgonguna.
Magni Laksáfoss heldur
hinvegin, at málið eigur at
kunna viðgerðast í fjølmiðl-
unum.
- Vit hava ein yvirupphit-
aðan búskap, og tað vita fólk.
Hetta er tað mest týdn-
ingarmikla málið, sum vit
hava júst nú. Hví kunnu vit
so ikki diskutera hetta í fjøl-
miðlunum?,
spyr
Magni
Laksáfoss og vísir á, at Vinnu-
húsið nevnir tað, og fakfeløg
og partafeløg nevna tað.
Løgmaður júst
afturkomin
Løgtingsval skal haldast í
seinasta lagi 19. januar
2007. Stóri spurningurin er
so, um verandi ósemja, ið
nú sær út til at hava útviklað
seg til eina veruliga sam-
gongukreppu,
kemur
at
bera í sær, at føroyingar
skulu til val í úrtíð. Svarin-
um upp á hendan spurningin
situr bert løgmaður við, og
hann hevur higartil hildið
fast við, at valið ikki kemur
fyrr enn í januar, tá tað skal
haldast. Tað ger Jóannes
Eidesgaard, sum júst er
komin aftur av ein tríggjar
dagar almennari vitjan í
Álandi, framvegis.
Hvat heldur tú um ákoyr-
ingarnar,
sum
Magni
Laksáfoss fær frá til dømis
Bjarna Djurholm, har hann
endurgevur frá innanhýsis
landsstýrisfundum og sigur
seg ikki minnast, at landsstýr-
ismaðurin skal hava tikið
málið um Sandoyartunnilin
upp, men heldur velur at fara
til fjølmiðlarnar?
- Nú havi eg ikki sæð
innslagið, so tað havi eg
fyribils ikki nakrar viðmerk-
ingar til?
Er samgongan í kreppu?
- Tað havi eg heldur ikki
hug at gera nakrar viðmerk-
ingar til beint nú. Lat meg
líka koma í land av Norrönu,
so eg fái møguleika at
hugsa hetta nærri ígjøgnum,
sigur Jóannes Eidesgaard í
stuttari viðmerking til polit-
isku støðuna.
Um vikuskftið spælir
Maria Guttesen
tríggjar konsertir í
Føroyum, við sær
hevur hon kvinnuliga
upphiting, Guðrið
Hansdóttir og dóttir
navframa danska
trubadurin Sebastian
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hóskvøldið
í
Klaksvík,
fríggjakvøldið á Tvøroyri
og leygarkvøldið í Havn,
talan verður stutt sagt um
eina regulera Føroyar turné,
tá Maria Guttesen við bólki
og tveimum upphitingar-
nøvnum, fer á pall.
Fyrireikararnir
leggja
ikki fingrarnar ímillum, og
siga at komandi konsertirnar
í Føroyum fara at avdúka
eina nýggja, slóðbrótandi
Mariu, sum kennir seg tón-
listarliga sterkari enn nakr-
antíð, og Føroyar fara at
síggja eina ørvísi og fjøl-
broytna Mariu Guttesen,
sum bæði fer at spæla gom-
ul kend og nýggj løg.
Maria hevur dugnalig
folk við sær: Maria syngur
og spælir sjálv klaver/wur-
lizer, Morten Ærø spælir
trummur,
Søren
Bigum
spælir
el-guitar,
Tomas
Raae spælir bass og Sophie
Ziedoy syngir kór. Øll eru
tey útbúgvin á tónleikakon-
servatorium
Maria hevur fingið góð
ummæli í bæði føroyskum,
donskum og eisini enskum
fjølmiðlum. Løg hennara
verða javnan spæld í útvarpi í
Føroyum og øðrum londum.
Seinasta árið hevur Maria
spælt nógvar smærri intimar
konsertir í Danmark, eins
og hon var í Føroyum sein-
asta summar og var høvuðs-
navnið á Amnesty konsertini
í desember. Tá hevði hon
boðið fleiri kendum før-
oyskum
tónleikanøvnum
saman við sær á pallin.
Kvinnulist og
tónlistarlig eldsál
At hita upp fyri Mariu á
konsertunum verða fløgu-
aktuella Guðri Hansdóttir
og danska Sara Grabow, ið
er dóttir navnframa trouba-
dourin Sebastian.
Maria er føroyski tónleikar-
in, sum veruliga hevur gag-
nnýtt síni framúrskarandi
evnir at vegleiða, geva íblást-
ur og coacha øðrum tón-
leikarum. Maria er ikki bert
songkvinna,
tónleikari,
tónasmiður og tónleikalær-
ari, hon er eisini nógv umbið-
in sum tónleikaráðgevi.
Maria hevur givið tríggjar
solofløgur út, har hon sjálv
er sangari, tónleikari og pro-
dusari. Hon er sera fjølbroyt
sum tónasmiður og løg henn-
ara fevna frá barnasangum
til power rock. Men líkamik-
ið hvørjum Maria tónlistar-
liga arbeiðir við, so heldur
hon fast um sína tónleika-
filosofi og at tað skal verða
hennara tónleikasál, sum er
kjarnin í tónleikinum.
Dreymar og kvinna
Maria upptekur í hesum
døgum sína dreymafløgu.
Tað heilt serstaka við hesu
fløgu er, at hon spælir øll
instrumentir sjálv. Hetta er
tí ein fløga, sum í allar mát-
ar fær serstaka Mariu Gutte-
sen ljóðið í hvønn krók og
sum vísur ein sterka kvinnu
við breiðum førleikum.
Konsertirnar í Føroyum
vera í Atlantis í Klaksvík
hóskvøldið 6., Klubbanum
á Tvøroyri fríggjakvøldið
7. og Nordurlandahúsinun í
Havn leygarkvøldið 8 sep-
tember. Meira sæst um kon-
sertirnar á www.nlh.fo og
www.atlantis.fo, skriva fyri-
reikararnir.
Les meira um Mariu á
www.mariaguttesen.dk.
Kreppa í
samgonguni
Maria Guttesen á Føroyaferð
Ósemjan í verandi samgongu hevur ongantíð verri størri enn júst nú og líkist meiri og meiri eini
politiskari kreppu
Savnsmynd