mánadagur 3. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 169 - 3. september 2007
Í blaðnum í morgin
Sosialurin
fer aftur um
politisku
flokkarnar
Sum uppfylging til greinarøðina fer Sosialurin
at skipa fyri Trapputingi og orðaskifti í
Miðlahúsinum seinnapartin í september
Nú stundar móti løgtingsvali, sum í seinasta lagi
verður 19. januar, fer Sosialurin undir eina nýggja
greinarøð um politisku flokkarnar.
Tað er ein av okkara mætastu sam
felagsfrøðingum og politisku viðmerkjarum,
Jógvan Mørkøre, sum skrivar greinarøðina ið
byggir á samrøður við floksformennirnar fylgt
upp við einum søguligum yvirliti yvir einstaka
flokkin. Fyrsta greinin var í blaðnum mikudagin,
og onnur greinin skuldi koma í blaðnum í dag,
men orsakað av forfalli er hon útsett til
mikudagin.
Tvær tær fyrstu greinarnar hava verið í og tann
triðja kemur í morgin. Hon er um
Sambandsflokkin og Kaj Leo Johannesen,
formann.
Íslendingar nýtt skip
Eins og føroyingar leggja íslendingar seg eftir at fáa sær
størri skip til at fiska uppisjóvarfisk. Tað seinasta skipið,
sum íslendingar hava útvegað sær, kom í Vestmanna
oyggjarnar um vikuskiftið. Tað er norska skipið Delta,
sum eitt felag í Vestmannaoyggjunum hevur keypt, og
sum hevur fingið navnið Álsey. Skipið, sum er góðar 66
metrar langt og 12,60 metrar breitt, er bygt í 1987 og
tekur umleið 2.000 tons, skrivar Morgunblaðið.
Miðbýurin skal flytast
oman í Vágsbotn.
Hetta er, sambært
kunningarleiðaranum
hjá Tórshavnar
kommunu, hugsjónin
handan arbeiðið, ið
kommunan nú er
farin undir
Býarmenning
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tórshavnar kommuna er
farin undir umfatandi arbeiði
í Vágsbotni. Sølubásar við
el, rennandi vatni og undir
taki
skulu
gerast
til
fiskasøluna,
soleiðis,
at
henda lýkur tær treytir, ið
heilsumyndugleikarnir
krevja fyri tílíka sølu. Tað er
arbeiðið við at gera hesar
básar, ið kommunan nú er
farin undir, sigur kunningar
leiðarin
hjá
Tórshavnar
kommunu, Edvardi í Skorð
ini Joensen. Fyribils er talan
um átta básar, sum eftir ætlan
skulu standa lidnir um fimm
mánaðir. Næsta stig verður,
at
gera
uppaftur
fleiri
sølubásar, ið verða við liðuna
á hesum fyrstu og út ímóti
Skinnaraskerði.
Triðja
byggistigið verður á torginum
kring
standmyndina
av
Nólsoyar Pálli. Her skulu
básar gerast til aðra sølu enn
matvøru.
Stutt
sagt
er
hugsjónin handan arbeiðið,
at Miðbýurin skal flytast
oman í Vágsbotn, sigur kunn
ingarleiðarin, ið tó vísir á, at
fyribils er bert fyrsta stigið
tíðarfest, so enn er ikki greitt,
nær
miðbýurin
endaliga
flytur oman í Vágsbotn.
Fyrst á skránni er arbeiðið
við at fáa kloakviðurskiftini,
ið rættlag, og tí verður klo
akkin, nú sambært kunning
arleiðaranum fest í kloakk
ina á Vaglinum, og tað er
hetta arbeiðið, ið verður
gjørt í hesum døgum.
Flyta Miðbýin
í Vágsbotn
Arbeiðið við at gera
góðkendar og heilsuliga
forsvarligar sølubásar í
Vágsbotni er byrjað
Mynd: Álvur Haraldsen
G! trygdin á netið
Nógv kjak hevur tikið seg upp um trygdina á festival
unum. Dimmalætting hevur skrivað nógv um trygdina á
Summarfestivalinum, men nú kemur eisini G!Festivalurin
upp í kjakið. Í Dimmalætting hevur verið ført fram, at
Summarfestivalurin ikki hevði eina góðkenda skrivliga
trygdarætlan, meðan festivalurin hinvegin hevur ført
fram, at trygdin var góðkend av løgregluni. Nú hevur
G!Festivalurin lagt sína skrivligu trygdarætlan á alnetið.
Á heimasíðuni hjá festivalinum ber til at lesa hesa ætlan.