Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 169 - 3. september 2007 tíðindi Ein danskur serfrøðingur var í Føroyum fríggjadagin og kannaði møgu­ leikarnar fyri, at fáa oljuna upp úr Olshanu. Nú verður bíðað eftir hansara frágreiðing UMHVØRVI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í síðstu viku bjóðaði J&K Petersen sær at tyrva Olshanu, sum liggur á 80 metra dýpi við Flesjarnar. Hugskotið aftanfyri er, at teir í løtuni flyta tilfar av Kollafirði og søkkja tað í dýpinum millum Stong og Eystnes, og í tí sambandi hava J&K Petersen bjóðað sær til at tyrva Olshanu. Men á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verður sagt, at tað í løtuni ikki er aktuelt við tí møguleikanum. Bárður Enni, stjóri, sigur, at hann í løtuni ikki dugir at síggja, hvussu ein slík tyrving kann forða fyri, at olja lekur úr skipinum. Tí hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðað J&K Petersen frá, at tað í løtuni ikki verður arbeitt við tí møguleikanum. Hinvegin hevur ein danskur serfrøðingur verið í Føroyum og kannað, hvussu oljan kann takast upp av Olshanu. Og í løtuni bíðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan eftir einari frá­ greiðing frá danska ser­ frøðinginum. Støðan greið Umhvørvið er ábyrgdin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstov­ uni, sum vegna Innlendis­ málaráðið hevur økið undir hond. Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstov­ uni, sigur, at teirra støða alla tíðina var greið. Teir mæltu til at fáa oljuna úr skipinum beinanvegin, men Bárður Enni vísir á, at tað var MRCC, sum stóð á odda fyri bjargingini, og teirra støða var líka greið, at tað var fyrst og fremst mannalív, ið stóðu ovast á breddanum. Nú verður altso bíðað eftir frágreiðingini frá danska serfrøðinginum um, hvussu oljan á frægasta hátt kann fáast úr russiska skipinum. Men sambært Bárði Enni er í løtuni ikki aktuelt at tyrva Olshanu, eisini tí, at tað er ilt at síggja, hvussu ein slík tyrving kann steðga oljuni at syvja úr russiska trolaranum. Av bispaskrivstovuni verður sagt, at seinasta freist at stilla inn til bisp er 10. september, ella um snøgga viku BISPAVAL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Um eina viku er greitt, hvørji lata seg stilla upp til komandi bispavalið. Av bispaskrivstovuni verður sagt, at seinasta freist at stilla upp er komandi mánadag, 10. september. Annars eru tey ógvuliga sparin við upplýsingum, tó at váttað verður, at uppskot eru komin inn. Men einki verður sagt um, hvussu mong uppskotini eru í tali. Sambært upplýsingum, sum Sosialurin hevur fingið frá vælvitandi keldum, skal talan verða um fimm uppskot til komandi bisp í Føroyum. Tey, sum upp­ stillað eru, umfata Jákup Reinert Hansen, Jógvan Fríðrikson, Berg Debes Joensen, Una Næs og Marjun Bæk. Hetta merkir í stuttum, at komandi bispur væl kann gerast ein kvinna. Tey ungu skylda pengar Tey seinastu árini er tað vorðið altsamt lættari at læna pengar ella at keypa upp á borg, og nú vísa hagtøl í Danmark, at nógv ung hava ilt við at gjalda tað, sum tey hava lænt ella keypt. Fyritøkan RKI, sum skrásetir vánaligar gjaldarar í Danmark, sigur, at tey hava skrásett næstan 6.000 ungfólk millum 18 og 20 ár, tí tey megna ikki at gjalda tað, sum tey skylda. Hagtølini vísa eisini, at talið á ungfólki, sum hava trupulleikar við skuld, veksur í hvørjum. Budam fimm av fimm stjørnum Nú hava íslendskir ummælarar varnast tað, sum føroyskir og danskir ummælarar longu hava skriva í eina tíð, at Budam er ómetaliga dugnaligur. Herfyri spældi føroyski søgusigarin konsert í Reykjavík, og sambært ummælaranum hjá Morgunblaðnum, kundi konsertin neyvan verið betur. Budam fær fimm av fimm møguligum stjørnum, og skoðsmálið er m.a. »Budam fór raunar í gegnum allt litróf tilfinninganna – sorg, ást, losti, ótti, og gleði áttu sér öll stað á þessum frábæru tónleikum sem munu vafalaust seint hverfa viðstöddum úr minni« Bíða eftir serfrøðingi Marjun Bæk í uppskoti Marjun Bæk er í uppskoti til komandi bisp. Hetta váttar hon sjálv fyri Sosialinum Ein danskur serfrøðingur hevur verið í Føroyum og kannað, hvussu oljan á frægasta hátt kann fáast úr Olshanu Mynd: Jens Kristian Vang