Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 169 - 3. september 2007 Keypt skrivstovu fyri sjey milliónir Tórshavnar Kommuna hevur keypt skrivstovubygningin hjá Advokatskrivstovuni í Fr. Petersensgøtu í Havn fyri sjey milliónir krónur. Advokatskrivstovan flytir í nýggj hølir á Frúutrøð í gamla bygningin hjá P/F Robert Brockie. Kommunan skal brúka bygningin til fyrisitingina, men enn er ikki greitt, hvør deild, skal flyta í bygningin – men talan kann t. d. gerast um Sosialu deild. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hetta ikki er endaliga avgjørt, men tað verður í øllum førum ein deild, sum er væl egnað at vera undir sama taki, sigur hann. Heystframsýning á Oynni Gallarí Oyggin á Tvøroyri hevur í hesum døgum heystframsýning. Umframt gallarí eigaran Palla Julsgart, ið sýnir oljumálningar fram, so verða eisini Pól Skarðenni við, hann sýnir somuleiðis oljumálningar, og Stig Kalsing sýnir bronsustandmyndir. Gallaríið er opið frá kl. 14-18 ella eftir avtalu. Framsýningin lat upp týsdagin 28. august og opið er til hósdagin 20. september. Tjóðveldisflokkurin ger nú eina roynd afturat at strika skattalættan. Samstundis vil flokkurin hava ein búskapargrunn Tjóðveldisflokkurin fýlist harðliga á búskaparligu gongdina, tí flokkurin held- ur, at tað er alt ov nógv ferð á búskapinum. Tí fer flokkurin einaferð enn at leggja uppskot fyri løgtingið um at strika skatta- lættan fyri næsta ár fyri at tálma gongdini. Hetta er triðju ferð, at flokkurin leggur uppskot fyri løgtingi um at strika skattalættan næsta ár. Sam- stundis fer Tjóðveldisflokk- urin eisini at leggja uppskot fram um at stovna ein búskapargrunn. Næsta ár verður skatta- lættin 85 milliónir og at stri- ka hann hevði munað eina mest í royndunum at køla búskapin, sigur flokkurin í tíðindaskrivi. Hinvegin skal búskapar- grunnurin brúkast til at gera okkum leys av blokkstuðli- num og til at skapa langtíð- arjavnvág í føroyska búskap- in. Endamálið er at seta pen- ing í grunnin í góðum tíðum og harafturat skulu serinn- tøkur setast í hann, so at avkastið kann koma næstu ættarliðunum til góðar. Páll á Reynatúgvu vil nú hava greitt at vita, hvørjar ætlanir sam­gongan hevur um­ Sand­oyartunnilin og tey boðini vil hann hava frá sjálvum­ løg­ m­anni Sandoyartunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Páll á Reynatúgvu vil nú hava greið boð frá samgong- uni um, hvørja lagnu ætlaði Sandoyartunnilin fær. Tí fer hann nú at biðja sjálvan løgmann, ið er ovas- ti ábyrgdarhavari fyri polit- ikkinum hjá samgonguni, greiða løgtinginum frá, hvørjar ætlanir samgongan hevur á økinum. Tað er í kjalarvørrinum á kjakinum seinastu tíðina, har summir politikarar hava róð framundir at útseta tunnilin, at tjóðveldismaður- in av Sandi nu vil hava grei- ði á málinum. Tí vil hann hava greið boð um, hvørjar ætlanirnar eru, nær verklagslóg um tunnilin verður lagdur fyri tingið, nær arbeiðið byrjar og nær tunnilin verður lið- ugur. Og at enda vil hann hava at vita, hvussu tunnilin skal fíggjast. Hann heldur, at kjakið, sum hevur tikið seg upp um Sandoyartunnilin, hevur hevur loypt ótta á fólk, sum hava sett búgv, ella eru um at seta búgv í Sandoy. - Ein órógvað tunnilstil- gongd, sum allir Sandoying- ar hildu lá í tryggari legu, er nú um at taka grundarlag- ið undir veikasta økissam- felagnum í landinum, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann vísir eisini á, at Løgmaður hevur fleiri ført fram, at undanfarna sam- gonga bygdi Vágatunnilin og Norðoyatunnilin og at hendan samgongan skuldi samtykkja Sandoyartunni- lin. Landsstýrismaðurin í vinnu- málum skal nú greiða ting- inum frá, hví politiski myn- dugleikin framvegis góðtek- ur, at Hvalbiartunnilin og aðrir eldri tunlar, ikki verða dagførdir Tað er Jenis av Rana, sum nú fer at spyrja Bjarna Djur- holm, hvussu tað ber til, at Hvalbiartunnilin og hinir gomlu tunlarnir ikki vera dagførdir. Hvalbingar hava vísta á, at teir hava gjørt kanningar, sum vísa, at Hvalbiartunnilin lýkur fá ella ongi av teimum trygdarkrøvum, sum nú verða sett til tunlar og sam- stundis er hann so lágur, at hann forðar fyri vinnuliga virkseminum á plássinum. Jenis av Rana vil hava at vita, um Bjarni Djurholm er samdur við hvalbingum og hann vil hava at vita, hvussu politiski myndug- leikin verjir slíkar tunnils- umstøður, og um hildið verður, at tað er ráðiligt at brúka slíka farleið. Løgtingsmaðurin vil eisi- ni hava at vita um aðrir eld- ri tunlar eru í somu støðu sum Hvalbiartunnilin og um teir lúka nútíðar trygdar- krøv. Kanningar, sum hvalbing- ar hava gjørt, staðfesta, at, tað eru ongi ljós í honum og merkingin er ófullfíggjað. Har er ongin ventilatión og ongin trygdarútgerð yvir- høvur, eitt nú telefon, eld- sløkkingarútgerð, gassmáti- tól, mátitól fyri sýni, neyð- samband, radiosamband, fartelefonsamband og vendi- pláss. Vatn rennur á vegbreytini, so er vegurin frystur um verður sera hált, samstundis sum ein krappur bogi er í vegnum beint uttan fyri norðara munna. Eisini han- ga stórar glerpípur undir loftinum, tá frost er, til stór- an vanda fyri bilar og ferð- andi. Gjøgnumtrekkurin er vánaligur, so nógv gass hópar seg upp og sýnið vánaligt, tá nógv ferðsla er. Og kemur eldur í inni í tun- linum, er ongin útgerð at stýra eldinum, onki at sløkk- ja eldin við, ongir møguleik- ar at boða frá eldinum og ongin útgerð sum forðar øðrum bilum at koyra inn í tunnilin. Hvalbingar hava eisini skipað fyri gassmátingum, sum vísa, at konsentratiónin av vandamiklu gassunum, er viðhvørt fimm ferðir so høg, sum hægsta mark, ið norska arbeiðsum-hvørvis- lógin ásetur. Dagar, tá ið nógv ferðsla er, ger hetta tað beinleiðis heilsuskaðiligt og lívshættisligt, skuldi steðgur kemur í ferðsluna. -áki- Løgmaður til Hetlands Um­ eina góða viku fer løgm­aður til Hetland­s at tosa um­ varand­i orku, flutning og ferðavinnu Á Hetlandsferðini skal løg- maður hitta starvsfelagarnar í oyggjasamfeløgunum fyri sunnan, tað eru stjórnarleið- ararnir í Hetlandi, í Orknoy og í Suðuroyggjum, skrivar Shetland Times í morgun. Hetta er triðju ferð at teir fýra stjórnarleiðararnir hitt- ast at tosa um viðurskifti av felags áhuga Áðrenn løgmaður kemur heimaftur, skal hann seta eina norðuratlantiska ráð- stevnu um varandi orku í fjarskotnum økjum. -áki- Bjarni Djurholm skal standa til svars fyri gomlum tunlum Hvalbiartunnilin og hinir gomlu tunlarnir lúka at kanna ongi trygdarkrøv og nú vil Jenis av Rana hava at vita, hvussu leingi politiska valdið við góðtaka støðuna Vil hava greið boð um Sandoyartunnilin Royna aftur at strika skattalættan Tjóðveldisflokkurin heldur, at skal búskapurin kølast, eru hyggjuráðini at strika skattalættan, sum samgongan ætlar at lata næsta ár