Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 169 - 3. september 2007 Verða Føroyar gjørdar til eitt valdømi verður tað eitt stórt bakkast fyri útjaðaran og ein stór forðing hjá nýggjum valevnum at sleppa uppí politikk Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Verða Føroyar gjørdar til eitt valdømi, fara føroyingar at missa áhugan fyri politikki. Tað heldur Anfinn Kalls- berg, løgtingsmaður, verður ein avleiðing av at savna allar Føroyar í eitt valdømi. Hann heldur, at á tí fyrsta og øðrum valinum eftir, at vit eru blivin eitt valdømi, verður neyvan tann stóri munurin. - Men sum frálíður fer hetta at føra stórar broyting- ar við sær og tær verða ikki til tað betra, heldur hann. Hann heldur, at verða Føroyar eitt valdømi, fer øll uppstilling at verða mið- savnað rundanum flokks- apparatini í Havn og tað fer at drepa allan politiskan áhuga úti um landið. Valfeløgini sovna burtur - Ein stórur vandi við at gera Føroyar til eitt valdømi, at, at øll tey politisku val- feløgini runt um í landinum, sum hava stóran áhuga í pol- itiskum viðurskiftum, verða fullkomiliga skorin niður. - Við einum valdømi, fer øll uppstilling at verða mið- savnað hjá flokksapparat- unum í Havn. Tí stúri eg fyri, at áhugin fyri politikki, sum kanska er minkandi úr um landið, fer at minka enn meiri, skal eisini uppstill- ingin stýrast úr Havn. - Og eg ivist ikki í, at við einum valdømi, verður tað bara tey, sum eru oftast í fjølmiðlunum og taka seg best út í miðlunum, sum hava ein møguleika at sleppa framat. Og so kanska eisini tey, sum hava best ráð at keypa sær lýsingarpláss. - Tað merkir samstundis, at tann lokali parturin av politikkinum, fer at detta fullkomiliga burtur og tað er ikki fremjandi fyri fólka- ræðið. Nógv sterkari lokalpolitikk Ein grundgeving fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, er, at tað er ov nógvur lokal- politikkur í løgtinginum og at tað skal ruddast burtur, so at løgtingi kann sleppa at føra veruligan lands- politikk. Men Anfinn Kallsberg heldur, at tá ið Føroyar verða eitt valdømi, fer tað kanska at verða nógvar ferðir meiri lokalpolitikkur í Løgtinginum. - Verða Føroyar eitt val- dømi, verða møguleikarnir fyri at fáa løgtingsumboð úr nærumhvørvinum mun- andi minni enn teir eru nú - Skulu tey smærru val- dømini hava nakran møgu- leika at fáa umboð á tingi, mugu tey semjast um at taka lógvatak um eitt ein- stakt valevni og tað merkir, at nógvir veljarar verða tvingaðir at velja ímóti teirra sannføring. - Tá koma vit í tað støðu, at teir lokalu løgtingslimirnir kring landið, fara at vera nógv sterkari knýttur at tí lokala økinum, har teir eru valdir, enn teir nakrantíð hava verið og tí fara teir løg- tingslimirnir at føra ein nógv sterkari lokalpolitikk, enn teir gera nú. Alt hetta tilsamans fer eisini at gera, at tað verður nógv torførari hjá nýggjum valevnum at yvirhøvur at sleppa upp í part í politikki, sigur Anfinn Kallsberg. Undir øllum umstøðum heldur Anfinn Kallsberg, at tað er høpisleyst at gera Før- oyar til eitt valdømi frá hesum valinum at rokna, sum verður í seinasta lagi um eitt lítið hálvt ár, tí hann heldur, at tíðin er ov knøpp. Ómansligt Annars ivast hann í, um tað er rætt at hava fólkaatkvøðu um spurningin um at gera Føroya til eitt valdømi. - Tað er eitt sindur ómans- ligt at politikarar senda spurningar, sum ósemja er um, til fólkaatkvøðu, tí tað er at snúgva sær undan ábyrgd. Vit eiga at avgreiða tey politisku málini í Løg- tingini, eisini tey málini, vit eru ósamd um. Nú er tað so, at í ólav- søkurøðu síni, luftaði løg- maður tankan um at hava fólkaatkvøðu um málið at gera Føroyar til eitt val- dømi. - Eg meti at tað var tí at hann hevur varnast, at hetta kundi elva til trupulleikar og tí royndi hann at spæla út við einum uppskoti, sum kundi loyst knútin. - Men tað sær út til, at tað er miseydnast, leggur hann afturat. Royndasti politikarin í Føroyum er ímóti at gera Føroyar til eitt valdømi. Tvørturímóti heldur hann, at Føroyar skulu vera 32 valdømi Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyar skulu ikki vera eitt valdømi. Tvørturímóti skulu vit hava 32 valdømi í Føroyum. Tað heldur okkara roynd- asti politikari, Anfinn Kalls- berg. Ongin føroyskur politikari hevur havt so nógv politisk álitisstørv, sum fólkafloks- maðurin av Viðareiði og vit hava spurt hann, hvat hann heldur um ætlanina at gera Føroyar til eitt valdømi. Og í hesum sambandi gongur hann beint ímóti 32 v Framferðin hjá løg­ tingsformanninum er púra burturvið. Hann hevur sprongt bæði samgonguna og harafturat sjálvt løgtingið. Enntá formansskapin í løgtinginum er klovnaður og hetta kann enda við reinum ruðuleika, sigur fyrrverandi løgtingsformaðurin, Anfinn Kallsberg Edmun Anfinn Kallsberg er royndasti politikari í Føroyum beint nú. Hann hevur ikki sitið longst á tingi, men ongin annar politikari hevur havt so nógv politisk álitisstørv, sum hann. Hann varð fyrstu ferð valdur á Løgting í 1980 og hevur verið í landspolitikki líka síðari. Síðani hann kom upp í landspolitikk, hevur hann havt eina ørgrynnu av politiskum álitisstørvum. Í 2004 varð hann valdur til formann í fíggjarnevndini og limur í uttanlandsnevndini. Hann var løgmaður frá 1998-2004. Hann var løgtingsformaður frá 1991- 1993. Hann var landsstýrismaður frá 1983-1985, frá januar til juni í 1989 og frá juni í 1996 til mai í 1998. Hann hevur bæði verið landsstýrismaður í fíggjarmálum og í fiskivinnumálum. Harafturat hevði Anfinn Kallsberg nevndarsess í Norðurlandaráðnum frá januar til juli 1991 og frá juli 1994 til 1998. Av øðrum álitisstørvum, hann hevur havt, kann nevnast, at hann var í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús frá 1991 til 1996 og hann var eisini bygdarráðsformaður á Viðareiði frá 1974 til 1980. FAKTA - Verða Føroyar eitt valdømi, fara grasrøturnar kring landið at følna, heldur Anfinn Kallsberg Drepur politikkin úti um landið Kvotan liðug Atlantsfarið var í gjár á Fuglafirði og landaði sild. Teir høvdu roynt vestan fyri Skotland og høvdu fiskað umleið 200 tons, sum teir landaðu til Havsbrún. Fyri einari góðari viku síðani var Atlantsfarið eisini á Fuglafirði. Tá høvdu teir 330 tons av sild. Atlantsfarið hevur nú fiskað sína sildakvotu, skrivar joanisnielsen.fo, og ætlanin er nú at fara í Norðsjógvin. Men fyrst verður skipið liggjandi á Miðvági, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt. Trapputing um eitt valdømi Í kvøld kl. 20 skipar Miðlahúsið fyri Trapputingi, har spurningurin um eitt valdømi verður vendur og vigaður. Trapputingið hesaferð verður skipað eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Eitt serfrøðingating, mannað av Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingi, og Halgir W. Poulsen, advokati leggur fyri, og koma eisini við viðmerkingum og spurningum. Síðan koma fólkavaldu umboðini fram,við hvør sínum stutta uppleggi Fólka- valdu umboðini verða hesi: Jógvan við Keldu, Kristian Magnussen, Annita á Fríðriksmørk, Marjus Dam og Óli Breckmann. Orðstýrari verður Bjørt Samuelsen, journalistur.