mánadagur 3. september 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 169 - 3. september 2007
valdømi í Føroyum
nd Joensen sprongt løgtingið
streyminum, tí hann heldur,
at besta loysnin er at gera eitt
valdømi til hvønn tinglim.
Sum tingmannatalið er
nú, skulu tað sostatt vera 32
valdømi í Føroyum.
- Tað, sum er umráðandi
fyri meg, er, at fólkaræðið
kemur so nær borgarunum
sum gjørligt og at tann førdi
politikkurin
verður
í
samsvari við tað, sum fólk
velja.
- Og skipa vit Føroyar í
einmans-valdømi fáa vit
ein nógv ruddiligari polit-
ikk, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Tað heldur hann ikki, at
vit hava í dag.
Kenna seg ikki aftur
- Sum støðan er nú, fara allir
flokkar til val við hvør sínari
valskrá. Tá ið valið er av,
fara einir tríggir ella fýra
flokkar í samgongu, har teir
allir mugu geva og taka.
- Tað merkir, at vit fáa ein
politikk, sum er ein neyð-
semja ímillum politikkin
hjá trimum ella fýra flokk-
um og sum sostatt ikki er
ein politikkur, sum flokkar-
nir hvør sær, kunnu kennast
við.
- Men tað merkir eisini,
politikkurin, sum hvør ein-
stakur flokkur førir í eini
samgongu, er langt burtur
frá teimum sjónarmiðjum,
sum veljarin atkvøddi fyri
og tí kennir veljarin seg
ofta ikki aftur í tí politikki,
sum flokkur hansara førir í
eini samgongu.
- Sum støðan er nú, veit
veljarin
í
veruleikanum
ikki, hvat hann fær, tá ið
hann hevur valt ein flokk, tí
kemur flokkurin í sam-
gongu, má hann gera so
nógvar neyðsemjur, at polit-
ikkurin hjá flokkinum er
ikki at kenna aftur, tí sam-
gongan má føra ein politikk,
sum er ein samanvavstur av
trimum ella fýra flokkum í
eini samgongu.
Samstundis verður and-
støðan skúgvað til viks og
fær at kalla onga ávirkan.
Vinnarin fer
við øllum
- Skipa vit Føroyar í ein-
mans valdømi, fáa vit eina
skipan, sum líkist teirri
ensku skipanini, har tann
flokkur, sum vinnur valið,
eisini fær stjórnarvaldið og
fær ført sín egna politikk og
tað er tann politikkur, sum
fekk
veljaran
at
velja
flokkinum.
- Tá ið val verður aftur,
kann veljarin so gera støð-
una upp við seg sjálvan um
hann skal velja flokkin aft-
ur, ella royna okkurt annað.
- Tá kann veljarin gera
av, um hesin ávísi flokkurin
hevur ført ein politikk, sum
kann góðtakast og um hann
tí skal veljast aftur, ella um
onkur annar skal sleppa
framat við einum nýggjum
politikki.
Anfinn Kallsberg viðgong-
ur kortini, at hetta er eitt
sjónarmið, sum hann stend-
ur rættiliga einsamallur við.
- Men sum skipanin er
nú, hava vit eina skipan, har
tað ofta er rættiliga langt
frá tí, sum veljarin vil hava
og til tann politikk, sum
verður førdur, tí ein sam-
gonga noyðist at laga seg til
allar tær neyðsemjur, sum
eitt politiskt samstarv tvørt-
urum flokksmørk ber í sær,
sigur Anfinn Kallsberg.
- So kunnu vit altíð
spyrja, hvat gagnar fólka-
ræðinum best, leggur hann
afturat.
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Framferðin hjá Edmundi
Joensen, løgtingsformanni,
er heilt burturvið.
Tað heldur fyrrverandi
løgtingsformaðurin, Anfinn
Kallsberg.
Anfinn Kallsberg er okk-
ara royndasti politikari við so
nógvum politiskum álitis-
størvum í viðførinum eftir
síni 27 ár í landspolitikki, at
hann er nú er tann politikkar-
um, sum hevur roynt mest av
teimum, sum nú sita á tingi.
Vit hava spurt hann, hvat
hann heldur um leiklutin
hjá løgtingsformanninum,
sum nú situr og um skilið í
samgonguni, sum heild.
Edmund út um
alt mark
Hann heldur, at Edmund
Joensen er farin út um alt
mark, tí tað er als ikki hans-
ara uppgáva at leggja eitt upp-
skot fyri løgtingið um at gera
Føroyar til eitt valdømi.
- Høvuðsuppgávan hjá
løgtingsformanninum er at
vera formaður fyri alt løg-
tingið.
Uppgávan
hjá
honum er at savna løgtingið
og tað er ikki hansara upp-
gáva at leggja uppskot fyri
løgtingið.
Anfinn Kallsberg heldur,
at tað sjálvandi kann for-
svarast, at ein løgtingsfor-
maður leggur eitt uppskot
fram fyri eitt samt løgting
ella ein samdan formansskap
um tingskipanina ella okk-
urt annað av tí slagnum.
- Men ein løgtingsformað-
ur við einum savnandi leik-
luti, eigur undir ongum
umstøðum at leggja eitt upp-
skot fyri løgtingið, sum er
so umstrítt sum hetta.
- Í hesum sambandi hevur
Edmund Joensen lagt eitt
uppskot fram, sum hevur
kvett alt løgtingið av um
tvøran. Enntá sjálvur for-
mansskapurin í løgting-
inum er eisini farin av um
tvøran, tí eisini hann er
ósamdur um ætlanina. Har-
afturat er hetta eitt mál,
sum allir flokkar eru ósamd-
ir um innanfloks og sostatt
hevur
Edmund
Joensen
eisini kvett samgonguna og
teir einstøku flokkarnar av
um tvøran.
Vandi fyri ruðuleika
Men eitt er, at Edmund
Joensen leggur eitt umstrítt
uppskot
fyri
Løgtingið,
sum tingformaður. Eitt ann-
að er, at hann ger tað sum
limur í samgonguni..
- Eg haldi ikki at einstakir
tinglimir í samgonguni eiga
at leggja uppskot fyri løg-
tingið í sjálvdrátti, tí sam-
gongan eigur at semjast um
tey málini, sum verða løgd
fram.
Anfinn Kallsberg sigur,
at hetta málið hevur ført við
sær, at tinglimir hava hótt
samgonguna og enntá sín
egna flokk.
- Tað fremur avgjørt ikki
samstarvið í samgonguni, tí
tað ger uppgávuna hjá
henni nógv torførari á øðr-
um økjum eisini.
- Tá ið ein einstakur løg-
tingsmaður í samgonguni
er farin í sjálvdrátt, er tað
ein spurningur, um fleiri
fara at taka sær sama rættin.
Tí kann hetta enda við ein-
um ógvuliga stórum trupul-
leika hjá samgonguni.
Hvussu sært tú møguleik-
arnar fyri at gera ein
fíggjarlóg
undir
hesum
umstøðunum?
- Tað er altíð torført at
gera eina fíggjarlóg, men
koma vit hartil, at tinglimir
í samgonguni fara at kenna
seg óheftar av semjum og
avtalum, síggi eg ruðuleika
fyri mær. Tað er tað ringasta,
sum kann og tað eiga vit at
fyribyrgja.
Men hevði tað so verið
rætt at útskriva nýval beinan-
vegin?
- Eg haldi ikki, at tað tað
er rætt at útskriva nýval í
óðum verkum. Men verður
róð framundir anarki, so at
tað ikki ber til at gera avtalur
og so at tinglimir ikki kenna
seg bundnar av gjørdum
semjum, verður alt verður
tann beri ruðuleiki og so er
tað ein annar spurningur,
sigur Anfinn Kallsberg.
- Við teirri valskipan, vit hava
nú, er tann førdi politikkurin
ofta rættiliga langt frá tí, sum
veljarin vildi hava. Gera vit
Føroyar til 32 valdømi, fáa vit
ein nógv ruddiligari politikk,
heldur Anfinn Kallsberg
Ikki starv til samkynd
Bispurin í Bergen, Ole D. Hagesæther, hevur lýst eitt
starv sum prestur í sóknini Bjordal/Ortnevik leyst, men
bispur ger týðiliga vart við við, at tað eru ikki allir
prestar, sum kunnu søkja starvið. Í lýsingini stendur, at
samkyndir prestar, sum liva í skrásettum parlagi, skulu
ikki søkja, tí teir fáa ikki starvið. Onkur politikari
heldur, at bispur diskriminerar, men bispur sigur við
Bergens Tidende, at lýsingin er í samsvari við galdandi
reglur.
Atgongumerki fáast
til Stig Rossen
Atgongumerkjasølan til konsertirnar við Stig Rossen og Tamru Rosanes
byrjaði í dag kl. 10.00. Konsertirnar báðar verða Leygardagin 20.
oktober í Norðurlandahúsinum, onnur við Stig Rossen og onnur við
Tamra Rosanes. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá
Norðurlandahúsinum www.nlh.fo, í Kunningarstovunum í Havn, í
Runavík og í Fuglafirði. Tey, sum ynskja at keypa atgongumerki til
báðar konsertirnar, men sum ikki hava møguleika at møta upp á
sølustøðunum, kunnu ringja til Norðurlandahúsið ella kunningar-
stovurnar í Havn, Runavík ella Fuglafirði.