mánadagur 3. september 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 3. september 2007
13
viðmerkingar
Sá á portalinum 31.august
07, at eitt flogfar hjá Atlan
tic Airways var farið út í
neyðsporið vegna ólag í
bremsuskipanini. Tíbetur
ongin mannskaði. Vildi
onki nevna fyri soninum,
sum skuldi til Føroyar
dagin eftir, tí hann kann
ikki tola at flúgva. Bíðaði
eftir sjónvarpstíðindunum
um kvøldið, um nærri frá
greiðing um hendingina.
Og tað undraði meg ikki so
lítið, at har bert kom eitt
miniinnslag um hending
ina. Akkurát sum nå, men
forrestin so....
Meini so við, at um nú
flogfarið var farið í luftina
við brekinum, so hevði tað
helst ikki spælt so væl av,
tá til stykkis kom. ”Ja, hvis
hvis, min røv var spids..”
sum danir taka til, gitingar
kann man ikki brúka til
nakað. Men fakta var, at
bremsiskipanin var í ólagi.
Og hvussu ber tað so til, at
tað ikki var avdúkað,
áðrenn flogfarið fór út á
breytina? Einfaldur spurn
ingur. Tað rokni eg við, at
onnur enn eg spyrja um.
Eg flúgvi ofta við Atlantic
Airways, og fyri meg er
tað umráðandi at vita, at
flogfelagið hevur greiðar
trygdarleiðreglur, og at
hesar vera fylgdar.
Hóast man hevur greiðar
leiðreglur, so er tað er ein
sannroynd, at feilir koma
fyri. Innan heilsuverkið t.
d. í Danmark, hevur man
skyldu at rapportera frá
“hændelsesforløb ved
næsten ulykker”, hvat
hendi og hví, hvørji fólk
vóru involveraði, hvussu
reageraði man o.s.fr. og
hvat skal gerast fyri at
byrgja upp fyri at feilurin
ikki endurtekur seg. Tað
eru atkomiligir upplýsingar
til øll. Og tað var nakað
líknandi, eg hevði væntað
mær at frætta um í fjøl
miðlunum, eina frágreið
ing. Tað gjørdi eg ikki.
Og so fer myllan í sving.
Man hatta vera eitt av teim
um flogførunum, sum hevur
havt trupulleikar við flaps
unum?? Bara fyri at nevna
ein av spurningunum.
Haldi tað er sera løgið,
at fjølmiðlarnir eru so
tigandi.
Hevur nakar fingið
munnkurv?
Munnkurv?
Malan
EgholM
Máldálking – brøðralag
sambandskra
sosialdemokrata/
sosialista!?
Ein málbók kom út stutt
fyri ólavsøku. Bókin eitur:
Føroya mál á manna
munni – móðurmálið og
málrøkt. André Niclasen
hevur skrivað. Í bókini eru
málgreinir, ið stóðu í mál
teigi (máldálkingarteigi) í
Sosialinum á sinni. Tað er
bara so langt síðani, eina
ferð í farna túsundári, far
nu øld, so tíðin er helst
farin frá slíkari bók!?
Innbjóðingarkort:
Undirritaði fekk persónliga
innbjóðing til bókarfram
løguna. Tað takki eg fyri.
Tíverri lá ikki fyri hjá mær
at koma.
Rithøvundurin møtti ikki
sjálvur upp til framløguna.
Tað helt eg vera eitt sindur
løgið!?
Á innbjóðingarkortinum
stóð orðið, bókaframløga.
Bóka er hvørsfall fleirtal.
Sjálvt um fleiri eintøk eru
av bókini, so er her talan
um eina bók, sum verður
útgivin. Tí hevði tað verið
rættari at skrivað bókar
framløga (hvørsfall eintal).
Tit skuldu kanska heldur
skrivað framleggilsi, fram
løga ljóðar so íslendskt!?
Bókin kundi fáast til ser
prís. Hatta er danskt. Á før
oyskum fært tú okkurt fyri
ein ávísan prís, ikki til! Ikki
er hatta nóg gott hjá fólki,
sum fæst við “málrøkt”!
Tað er helst ófólkaligt at
rætta brøv, sum tú fært,
men í slíkum føri er tað
kanska í lagi!?
Bókin: Handan bókin
roynir at verja danska
ávirkan á føroyskt mál.
Vorðið sum málstrev! Tey
ungu siga mær, at rithøv
undurin var sera góður
lærari. Spell, at so gávu
ríkur maður skal leggja so
stóra orku í at speireka
málrøktina og tey, sum
royna at fjálga um
móðurmálið.
Rithøvundurin er eitt
sindur skemtiligur í
skriving síni. Í onkrum ein
støkum føri hevur hann
kanska grein í sínum máli,
treyðugt so; men høvuðs
boðskapurin í bókini er at
speireka og lítilsvirða tey,
sum hava vart borg móti tí
øgiligu, donsku
málávirkanini.
Annars er bókin eitt
sindur fúl í støðum. Vón
andi kemur hon ikki inn
um skúlagátt, men um hon
skuldi gjørt tað, so má
aldursmark setast á!
Tað er eisini ótrúligt, at
ein málmaður kann hava
slíkan hugburð, tá hugsað
verður um skyldskapin
millum føroyskt / íslendskt
og so danskt.
Villur í bókini: Bókin er
heldur ikki lýtaleys. Við at
blaða skjótt gjøgnum hana
eri eg komin fram á onkra
málsliga villu, nakrar stavi
villur og so sjálvandi allar
danismurnar!
Málsligar villur: betri
(skal vera betur), longur
(longri), sjálvi (sjálv),
vrakaði (vrakað), innaftur
(inn aftur), tey sparka seg
sjálvan (sjálv), loytnant
Kruse (Kruse loytnantur).
Stavivillur: grikst (skal
vera grikskt), skýra (skíra).
Danismur: óundveriligt,
skrekkur, heldigur, hjúl,
tretivu. (Meir seinni!)
Er bókin ikki rættlisin?
Hetta er átaluvert, ikki
minst , nú talan er um eina
málbók og eitt forlag, sum
kallar seg
Læribókafelagið! Eg meini
tað!
Sosialistar?: Málfrøðingur
segði, at okkum dámar væl
at bólka fólk. Tað fari eg at
royna at gera nú!
Hvørjir eru so garparnir,
ið taka undir við hesi ófør
oysku, danofilu málkósini
(sprokpleygualliansuni)?
Jú, ein felagsnevnari er!
Teir tykjast vera samband
skir sosialdemokratar
(sosialistar)!? Nú má eg
draga í land aftur beinan
vegin. Vit tosa ikki um
Sambandsflokkin. Um
Javnaðarflokkin? Ja,
kanska í ein vissan mun;
men tað er sjálvandi stór
fjøld av málrøktarvinum
millum sosialdemokratar.
Meir vinstrahallir? Ja, eg
veit ikki rættiliga, men
onkur felagsnevnari tykist
vera har.
Orsakið meg, vinstra
hallu móðurmálsvinir! Tit
eru sjálvandi ikki við á
máldálkingarliðnum.
Tað eru máldálkararnir
sjálvir, ið elva til hesa
bólkingina. Teir skjóta eftir
tjóðskaparfólki og fullveldis
fólki í hesum málstríði.
Marx varð eisini nevndur í
teirra blaðskriving.
Persónarnir: At blað
teknari Sosialsins, onkur
einstakur málfrøðingur,
onkur á flatlondum og
einstøk onnur taka undir
við hasi bókini, tað ber til
at skilja; men hvat ger
navni blaðteknarans í
hasum brøðralagnum,
hann, sum skrivar
fororðini?
Sum smyril í staraflokki,
ella sum spurvur í trana
dansi, sum hinir kanska
høvdu sagt.
If you can´t beat them,
join them!? Hvat hendi
annars um 1990? Ja, verðin
er so undarlig, góðin, so
segði hann, sandoyingurin.
Annar fólkafloksmaður
var eisini sæddur í
Miðlahúsinum
framløgudagin. Hvat hevði
Bóndin sagt?
Helt annars, at sosialistar
vóru menn, ið stríddust
móti imperialismuni. Hesir
leggja seg skerflatar fyri
útlendskum / donskum
árini.
E.S. : Dugir onkur
máldálkari at siga mær, um
pleyga hevur g?
Nei, handan bókin fær
ikki nógvar stjørnur,
Rólvur!
Við føroyskari málkvøðu
(ikki danskføroyskari)
Dana mál á manna munni
- mammumálið og sprokpleyga
málrøktingarmaður
Eyðun á Borg
[fólk við serstøkum
hugsanarhátti (og
atburði), serlynt fólk,
serknokkur, serlingur]
Lærarin tivaði av øði,
hugdi á klassan.
Jú fanin mugu tit vita
hvør J.H.O Djurhuus var,
ýldi hann, hann var størsta
skald í Føroya søgu! Tit
ganga nú á triðja árið á
student og ikki vita tit hvør
Janus var. Tað var tað
sama hvørt ár, 34 næming
ar, ið fylgdu við og høvdu
neyðuga áhugan og IK,
restin var eitt bland av leti,
ella mangul uppá intelli
gens. Hesi seinnu sótu og
prátaðu sína millum, ella
gjørdi eitt hvørt við far
telduni, ipod´in ella hvat
tramin tað nú æt. Bulmikli
lærarin, við stóra skeggi
num bað ein næming lesa
yrkingina Føroyar mítt
land upp og droymdi seg
burtur í annan heim.
Kjartan hugdi um seg,
føroyskt hevði ongantíð
verið serliga áhugavert og
hesin tímin var einki
undantak.
Flokkurin var samansett
ur av næmingum úr Norð
oyggjum, Eysturoy og
Norðurstreymoy, eitt satt
miks av ymsum lagnum.
Klaksvíkingarnir vóru allir
sum ein fongdir við
trúðarsjúkuni, hendan
sjúkan hevði spreitt seg til
mesta av landinum.
Sjúkueyðkennini vóru løtt
at kenna aftur: Flatan
humor, allir høvdu eitt satt
arsenal av bíbliu sitatum,
ið fuku runt, hvørja ferð
kjakast var um, eitt nú
256b , fosturtøku ella hini
vanligu etisku kjakini.
Klaksvíkingar høvdu allar
teir eginleikar, ið ikki áttu
at verið loyvdir á hesum
skúlanum. Úrslitið var
eyðsæð, Miðflokkurin og
Keldan, ið nú misprýddi
mentanarsøgu landsins.
Kjartan kundi ikki lata
vera við at smílast
innantanna, hetta var
rættuliga ein ímynd av
Føroyum. Ein skúli bygdur
av helviti til, úti á eini
oyðimørk, bert tí at komm
unurnar av berum treiskni
ikki kundu semjast um,
hvar hann skuldi byggjast.
Hetta og so tað, at skúlin
bleiv bygdur undir krepp
uni bar við sær, at tað
kendist sum um at vera
fangaður á Alkatraz, no
way out.
Leirvíkingar vóru eitt
heilt annað fólk, skemting
arsamt og rættuliga skila
gott. Við beiggjunum
Rasmus og Djalli á odda
skaptu teir ein herligan
dynamik, ið gjørdi at
flokkurin 3.E fekk lærarar
at óttast tímarnar.
Kjartan var eingin
“mønster elev” sum tað so
fínt eitur á donskum, tey
flestu høvdu hómað ein
færra av “potientiale”, ið
fólkaskúlin so væl høvdu
pilkað úr honum. Hann
hugsaði um komandi val,
har allir teir feitu
lærararnir, læknar og
løgreglufólk stríddust fyri
at sita 4 ár aftrat. Teir vóru
júst sum hesir grísarnir á
donskum bóndagørðum,
áðrenn slaktið. Samlaða
miðalvektin á løgtinginum
var allarhelst vaksin eini
10 kg og hesir “grísarnir”
vónaðu at fáa 4 ár aftrat.
Tað fór allarhelst at
eydnast. Tey næstu 4 árini
kundu teir so meska seg,
liva upp á tóm vallyftir og
kanska ein tápuligan
undirsjóvartunnil til sands.
Kjartan var fanin óður,
her hevði hann gingið í 3
ár, og longu í september
fekk hann fyrstu ávaring
fyri fráveru. Hetta var
skipanin, ið syrgdi fyri, at
næmingar møttu upp til
tímarnar. Um tú bleivst
skrivaður fyri fráveru, ja
so skuldi ein inn og práta
við hasum høgravenda
einaræðisharranum; á gud
hvat hann hataði hatta
Hitler skeggið. Hendan
skitna skúlaskipanin, ið
stuðlaðu lærararnar, so teir
kundu sita í embætinum á
lívstíð, maniodeppresivir
og útbrendir.
Serskøltur
Føroyar anno 2007
Tórir
MikkElsEn