Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 169 - 3. september 2007 Fyri góðum tjúgu árum síðani var eg saman við føroyingunum, sum tóku lut í oyggjaleikunum á oynni Mon í Irska havi­ num. Ítróttarligu avrikini vóru helst góð, men mín tíð fór mest til at vera vanligur turistur. Tó las eg handbókina um oynna Tá legði eg merki til, at har var ein politiskur felags­ skapur, sum hevði sama endamál sum Tjóðveldis­ flokkurin í Føroyum: Frælsi og demokrati. Eg setti meg í samband við skrivara floksins, ein kona sum búði í Peel á vesturstrondini, haðani hon var ættað. Maðurin var úr Onglandi, og starvaðist hann sum lækni. Tey høv­ du trý børn. Vit prátaðu væl saman, og er fram­ vegis samband millum húski okkara. Valdømið Peel Konan greiddi frá, at Peel var eitt valdømi, sum hevði eitt umboð á tingi. Tann sum fekk flestar atkvøður var valdur. Valið fyri hevði hon still­ að upp. Har fer valstríðið fram á tann hátt, at valevn­ ini støkka inn á gólvið hjá øllum veljarunum og heita á teir um at stuðla seg. Tað hevði hon eisini gjørt, og tá hon tosaði við fólk, fekk hon at vita, at tey soleiðis sæð kundu hugsað sær at greitt atkvøðu fyri henni, men tey tordu ikki at gera tað, tí hon var við í einum politiskum flokki. Veljar­ arnir óttaðust, at limir í hesum flokki, sum búðu aðrastaðni, fóru at áleggja henni, hvussu hon skuldi atkvøða í tinginum. Hetta dámdi teimum einki, tí teir vildu hava eitt umboð, sum lurtaði eftir teimum sjálv­ um, tá ið støða skuldi takast til ávís mál. Teir hildu tað vera beinleiðis ódemokratiskt, at teir skuldu missa tað sindrið av ávirkan, teir høvdu við at kunna tosa beinleiðis við umboð sítt, og tí varð hon ikki vald. Hon tók avleiðingarnar av hesum og segði seg úr loysingarflokkinum. Valið eftir varð hon vald, og hevur hon í tvey valskeið verið kenslumálaráðharri í oynni. Hetta var sera áhugavert fyri meg. Eg kendi bert til okkara egnu valskipan, har vit hava lutfalsval, og har dentur fyrst og fremt verð­ ur lagdur á, hvat ið gagnar politisku flokkunum. Nú sá eg knappliga, at ein onnur skipan kundi hugsast at hava demokratiskar fyri­ munir, og geva veljarunum meir vald enn okkara skipan ger. Er bert okkara valskipan demokratisk? Vit hava lyndi til at halda, at okkara skipan er tann einasta demokratiska. Men tað er vert at minnast til, at Stórabretland, sum er tað fyrsta landið, ið fekk eina demokratiska stýrisskipan, hevur somu skipan sum á Mon: meirilutaval í ein­ mannavaldømum. Sama er í teimum flestu londum, sum hava nýtt Bretland sum fyrimynd, t.d. USA. Heimsins størsta demokrati er tó ikki USA, men India, og har er sama valskipan. Í Japan er hon eisini. Demo­ kratisk lond við millum einari og tveimum milli­ ardum íbúgvum hava hesa valskipan, og støðugt fleiri fólk liva í demokratiskum skipanum av hesum slagi. Nøkur lond hava eina skipan, ið líkist okkara. Ikki øll av teimum kunnu sigast at vera demokrat­ iskar fyrimyndir. Vit hava havt meirlutaval í einmannavaldømi Fyrsta valið í Føroyum var á enskan hátt. Tá vóru Føroyar eitt valdømi og skuldu vit velja eitt umboð á danska fólkatingið. Tann ið fekk flestar atkvøður var valdur. Henda skipan helt fram til 1948. Síðani hava vit valt tvey umboð eftir lutfalsvali. Hetta munnu flestu halda vera eina ringa skipan, tí hon ber við sær, at vit senda tvey umboð av landinum, og tey standa millum útlendingar og gera okkum fyri skommum við at munnhøggast. Tá vit fingu løgting, var skipanin tann, at vit í hvørj­ um valdømi skuldu velja tvey til fýra umboð. Hetta var ikki nógv øðrvísi enn í Stórabretlandi, tí har vóru um hetta mundið nógv val­ dømi við tveimum umboð­ um. Hvør veljari hevði eins nógvar atkvøður sum umboð, ið veljast skuldu. Tí kundi valdømið senda rættiliga samd umboð avstað. Í 1906 sleptu vit meiri­ lutavalinum og fingu lut­ falsval, har listar stillaðu upp. Í Stórabretlandi sleptu teir um sama mundið fleirmannavaldømunum, men teir fingu sær ikki lutfalsval. Í staðin vórðu tveymannavaldømini avtikin, og vit fingu bert einmannavaldømi. Tað var jú ein fyrimunur um so var, at vit í valdøminum høvdu tveir býir, har annar var eitt sindur størri enn hin. Við gomlu skipanini kundi tann størri býurin fáa bæði umboðini, men nú fekk hvør býurin sítt. Okkara valdømi ov stór Hetta kundu vit sjálvsagt eisini havt gjørt hjá okk­ um. Einki hevði t.d. verið til hindurs fyri at gjørt fleiri valdømi í Eystur­ oynni, har bygdirnar rokna seg fyri at vera sjálvstøð­ ugar eindir. Skjótt kom tó ósamsvar millum talið av umboðum, sum flokkarnir fingu, og atkvøðutal teirra. Til fyri­ mun fyri flokkarnar vóru atkvøðurnar í Føroyum við løgtingsvallógini 1923 taldar saman fyri alt land­ ið. Fekk ein flokkur ov fá umboð vald í uppstillingar­ valdømunum, varð talið hækkað til hann hevði fingið sín lutfalsliga part av tingmanningini. Tey gomlu valdømini, sum vit hava havt síðan 1854, vóru tí bert uppstill­ ingarvaldømi, og ymist kundi falla út hvaðani umboð flokkanna komu. Nú er so talan um at taka stigið, ið tikið varð í 1923, fult út og sleppa teimum gomlu uppstillingarvaldøm­ unum. Tá slík stig skulu takast, er øll orsøk til at hugsa seg væl um. Lutfalsval innflutt Lutfalsval er ikki nakað, sum vit hava funnið uppá her. Í túsund ár hava vit livað í bygdum, og bygdar­ fólkini hava hildið saman móti fremmandum. Skulu tey senda boð frá sær, kunnu tey hava ymsar áskoðanir um hvat ið er rætt at siga, men tað við­ gera tey sínamillum, taka ein avgerð, og senda eitt sendiboð avstað, sum talar vegna alla bygdina. Soleiðis var skipan okk­ ara til 1906. Tá kom úr Danmark tann regla, sum teir har høvdu til kommunu­ val, at tað skuldi bera til at hava fleiri listar. Hildið var, at okkara løgting ikki var eitt tjóðarting, men eitt kommunustýri. Hetta lótu vit okkum lynda og tískil sleptu vit skipanini við lutfalsvali í staðin fyri at bygdin skuldi hava eitt umboð sum talaði vegna øll, sum í henni búðu. Men við lutfalsvali kann tað lættliga henda, at partar av landinum vera uttan umboðan. Í Tórshavnar kommunu hava vit eitt syndarligt dømi um hetta, tí ein stór bygd sum Kolla­ fjørður hevur einki umboð í býráðnum. Á síðsta løg­ tingsvali var tað um repp­ ið, at øll vestara helvt av Eysturoynni sat eftir við ongum umboði. Hetta er fullkomuliga í andsøgn til alt tað, sum vit føroyingar halda vera rætt. Tóku vit valdømini sund­ ur í smærri einmannaval­ dømi, so høvdu vit í vallóg­ ini tryggjað øllum pørtum av landinum eina rættvísa umboðan. Sjálvandi skuldu markini millum valdømini flytast í tann mun broyting­ ar fóru fram í fólkatalinum, men tær stóru bygdirnar fingu síni umboð. Valið í Vági gjørdist ikki ein dystur við Tvøroyri um at fáa menninar í Suðuroynni, tí tann spurningur var avgjørd­ ur í vallógini. Tað vágbingar skuldu taka støðu til, var hvørt tað umboð, teir sendu avstað, var nóg gott til at klára seg millum øll hini umboðini, og taka tær røttu avgerðirnar fyri land og tjóð ­ og harvið fyri Vágs bygd. Við at gera alt landið til eitt valdømi hava vit yvir­ høvur onga trygd fyri at allir partar av landinum fáa umboðan. Tað kann henda, at tann minniluti av íbúgv­ um landsins, sum býr í Havn, fær ein meiriluta á tingi. Fer gongdin at føra við sær, at Havnin fær ein meiriluta av íbúgvunum, kann eitt val enda við, at meirilutin av tingmonnu­ num býr uttan fyri Havn­ ina. Eingin kann siga nakað frammanundan, og henda ótrygdin er ikki gagnlig fyri politiskt støðufesti. Rættvís umboðan fyri kvennmenn Eitt annað, sum ført verður fram til fyrimun fyri, at gera alt landið til eitt val­ dømi, er, at tað fer at hjál­ pa upp á kvinnuumboð­ anina á tingi. Hesum er heldur eingin trygd fyri. Tórshavnar kommuna er eitt rættiliga stórt valdømi. Her var ein kvinnulisti umboðaður í nøkur ár, men síðan gingu nógv ár, til nøkur kvinna kom aftur. Nú eru tær fleiri, men eingin trygd er fyri, hvørt tær aftur fara at minka í tali, ella at tær gerast fleiri. Alt kann henda, og tað er ótrygt. Tað er heilt burtur­ við, at vit ikki hava eins nógvar konur sum menn at umboða okkum. Tað er valla nøkur gongd leið uttan tann at seta í vallógina, at eins væl og hon skal tryggja, at allir partar av landinum fáa ta umboðan, teir hava rætt til, skal vallógin eisini tryggja, at vit hava javnvág millum kynini á løgtingi. Her eru ymsir møgu­ leikar í at velja. Sjálvur haldi eg, at fræg­ ast er at vit áseta verður í vallógini, at lutakast verður um hvørji valdømi skulu seta kallmenn inn á ting og hvørji kvennmenn. So sleppa vit frá í valstríðnum at keglast um henda spurn­ ing, og veljararnir í valdøm­ unum kunnu í staðin kýta seg fyri at finna tað besta umboðið fyri sítt valdømi og fyri alt landið sum tað er. Einki er til hindurs fyri, at løgtingið samtykkir eina slíka vallóg, men best hev­ ði verið, um hon eisini varð samtykt av fólkinum á eini fólkaatkvøðu. Valla er nakað at ivast í, at hon hevði fingið stóran meiriluta. Einmannavaldømi og javnrættur fyri kallmenn og kvennmenn Zakarias Wang Hatta vóru júst røttu persónar, sum Kring­ varpið valdi at úttala seg um samgongustev og samgonguarbeiðið Skemitiligt var at síggja fyriskipaðu sendingina í Degi og Viku fríggja­ kvøldið, har fyrstur Bjarni Djurholm og síðani honum á baki John Johannessen úttala seg um Magna Laksáfoss, samgongu­ avtalur og stev. Tann mest fjølmiðla­ søkjandi landsstýrismaður nakrantíð í Føroya søgu er ivaleyst Bjarni Djurholm, sum í tíð og ótið sleingir um seg við ætlanum og avtalum av alskyns slag, oftast ting sum als ikki hava verið viðgjørd í samgonguni, men sum fyri at stilla hansara mediedekn­ ingstørv mugu brúkast fyri at síggjast og hoyrast so ella so. Seinasta dømi vóru hansara egnu útmeldingar um at undirskriva avtalu um yvirtøku av loftrúm­ inum og flogferðslu. Hetta mál hevur sum áður nevnt als ikki verið uppi til viðgerðar. Tann persónur sum ann­ ars hevur atkvøtt minst saman við samgonguni í alskyns málum er John Johannessen. Einhvør kann bert hyggja inn á seinstu fíggjar­ lógaratkvøðugreiðslu so fæst sjón fyri søgn ­ og so tosar hann sum tann sum borgar fyri góðum sam­ gongustevi og samstarvs­ anda, ikki sørt nasadjarvt. Magni Laksáfoss hevur á samgongufundi framlagt síni sjónarmið um fíggjar­ og búskaparpolitikkin og eisini á samgongufundi víst á, hvar tað m. a. er møguligt hjá almennu Føroyum at spara og dríggja útreiðslur fyri at tálma búskapin. Tað var á sama sam­ gongufundi álagt honum at í mest møguligan um at tálma gjøgnum rakstur á fíggjarlógini ­ sjálvt um menn eru vitandi um, at tað er ein sera, sera trupul uppgáva. At Herman Oskarsson er ósamdur í at búskapurin er upphitaður er eisini áhuga­ vert, so fáa vit aðrar sjónar­ vinklar lýstar og sjónarmið fram, sum koma at føra til debatt, og tað er bert gott. Hví skulu vit verða bangir fyri at debattera alment um ymiskt samfelagsmál av stórum týdningi?? Hóast ein er samdur ella ósamdur so er tað altíð sunt at kunna debattera ­ bæði innan fyri og uttan fyri samgongugátt. Rætt av samgongulimum at úttala seg um Magna Laksáfoss í Degi og Viku løgtingsmaður Johan Dahl