mánadagur 3. september 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 3. september 2007
15
Við bilsni lesi eg, at Heri
Mohr hin 22. august kann
siga okkum, at “vit, tað vil
siga ein stórur partur av Før
oya fólki, eru glað og takk
som fyri bókina hjá André
Niclasen, Føroya mál á
manna munni”. Hevði eg
bara havt somu møguleikar
sum Heri Mohr man hava,
hevði eg í skundi gjørt eina
nýggja kanning so, at eg líka
skjótt og greitt sum hann
hevði kunnað sagt, at eisini
eru føroyingar, bæði í Føroy
um og uttanfyri landoddar
nar, ið ikki fegnast líka nógv
um bókina. Tó, ikki so, at
ein vildi fora fyri, at bókin
verður givin út. Hjá einum
frælsum fólki skal vera loy
vt at skriva og hugsa sum
ein og hvør vil. Hin vegin
skal tað hjá einum frælsum
fólki eisini vera loyvt at vera
ósamdur og kunna siga tað
so hini hoyra. Soleiðis skal
tað vera, bæði fyri André
Niclasen, Hera Mohr, mál
frøðingar og fyri okkum øll,
uttan at verða hildin fyri
spott. Soleiðis fari eg at
royna at skriva um málið,
ikki at hagreiða hvørki navn
givin fólk ella fólk uttan
navn, rópt “málreinsarar”.
Eitt tað fyrsta, eg hefti
meg við í greinini hjá Hera,
er, at tað neyvan man passa í
stóran mun, at “foreldur og
eldri fólk eru ikki før fyri at
hjálpa børnunum við teirra
heimaarbeiði”. Allarflestu
foreldur á okkara døgum
hava gingið í skúla eini 10
12 ár og minst tað, og hava
sostatt eisini lært føroyskt
heilt úr 1. flokki. Eisini
munnu allarflestu foreldur
hava lisið júst hetta føroyska
málið, ið hevur ment seg
hesi seinastu 3040 árini. Eg
dugi illa at hugsa mær, at
her munnu vera føroysk for
eldur í dag, ið bert kenna
seg heima í tí málinum, ið
varð skrivað í 195060 áru
num? Men eg skal viðganga,
at Heri Mohr man hava púr
asta rætt í, at øll “eldri fólk”
ikki munnu halda seg føran
fyri at kunna hjálpa ommu
og abbabørnum við sínum
heimaarbeiði. Tað fer kortini
neyvan at loypa kvøkk í nak
ran at fáa at vita, at soleiðis
er støðan eisini í grannalond
unum. Orsøkin er tann, at
bæði málið sjálvt og mikið
annað broytist í samfelag
num í einum og hvørjum
landi. Har aftur at kunnu vit
hava serliga málsliga broyt
ing í einum lítlum sam
felagi, ið er í ferð við at fóta
sær og vinna frælsi í mun til
eitt annað og størri land, ið
fyrr hevur havt valdi. Soleið
is hevur støðan verið í Føroy
um, eins og hon hevur verið
tað í nógvum, nógvum øðr
um londum í heiminum hesi
seinastu 50 árini. Líka nógv
dømir eru um, at málið í
hesum somu “nýggju” tjóð
um er eitt tað dýrasta, tey
eiga í tjóðskaparligum høpi.
Soleiðis eisini í Føroyum.
Hvat, ið føroyingar hugsa
um dýrgripin, vit øll eiga,
veit eg kortini eitt sindur um,
hóast ikki so nógv sum Jógv
an í Lon Jacobsen, ið skrivar
í Dimmalætting hin 17. aug
ust. Í 2005 skrivaði eg ritgerð
um føroyskt mál og støðu
tess. Eins og í kanningini hjá
í Lon Jacobsen, fann eg svar,
ið peika í báðar ættir: tvs.
bæði fyri og ikkifyri puris
mu. Eg havi gjørt mær heiti
“ikkifyri” við vilja, av tí, at
úrslitini vísa ikki, at nøkur
fjøld er beinleiðis ÍMÓTI
purismu. Hettar vil siga, at
ímillum teir 120 føroyingar,
ið eg tosaði við, fann eg bert
3 vaksin fólk, ið høvdu týði
liga meining og vóru bein
leiðis ímóti puristiska ráki
num. Tað verður ikki nakað
stórt tal í %um. Í spurning
inum um nýggjyrði, vísti seg,
at fólk vóru javnt býtt. Nakað
óvænta, kortini, fann eg, at
av fólkunum við minst 5ára
universitetsútbúgving uttan
lands, søgdu so nógv sum
58.6%, at vit eiga at gera før
oysk heiti fyri nýggj fyribrig
di. 26.7% í hesum sama ból
ki søgdu, at vit eiga at taka
nýggj orð inn í ein vissan
mun. 3.6% (bert 2 fólk) í
bólkinum søgdu, at vit uttan
umhugsan eiga at taka frem
mand orð inn. (Hitt triðja
fólki við hesari hugsan hitti
eg í einum øðrum bólki.)
Hettar vil kortini ikki siga,
at nakar av teimum fer at
gera seg til løgreglu fyri
hvussu føroyskt skal tosast.
Í hvussu er, fer ein og hvør
føroyingur at nýta hesi
nýggjyrði um hann sjálvur
vil, ella at tosa eitt mál við
altjóða og/ella skandinav
iskum orðum, um hann held
ur vil tað. Men, at fólk (tvs.
málfrøðingar) hava vilja
hjúkla um hettar málið, tað
eri bæði eg og nógv við mær
glað fyri. Tað veit eg, tí tað
søgdu hesi 120 fólkini mær í
2005, umframt nógv onnur,
eg seinri havi tosað við. Tá
eg spurdi hesi 120 heimildar
fólk um hugburð teirra til
Málnevndina, søgdu 60%,
antin, at arbeiðið, tey gera er
gott ella at vit hoyra ikki
nóg mikið frá málnevndini.
Tað vil kortini ikki siga at
hini 40% halda, at Mál
nevndin ikki ger gott arbeið,
ella, at hon eigur ikki at
verða til. Nei, tí so nógv
sum 25.8% vistu lítið ella
einki um Málnevndina og
søgdu seg ikki kunna siga
nakað um hana og arbeið
hennara av tí sama. Og tað
haldi eg, at vit eiga at gera
okkurt við!
Nógv fólk varnast soleiðis
við málið og sterka árinið, ið
hevur verið uttan eftir, og
ikki minst varnast fólk við, at
tað fer at verða nógv, nógv
verri. Øll vita vit eisini hví:
alheimsgerðin. Av hesum
sama koma til okkara nútím
ans tól og hugsanir, ið føroy
skt, eins og onnur mál (har
ímillum tey skandinavisku)
ikki eiga orð fyri framman
undan. Um donsk, norsk og
svensk málrøkt er at taka øll
hesi orð (helst ensk) beinleið
is inn í máli, saman við vend
ingum og ymiskum málisk
um, eiga so vit at gera tað
sama? Eg spyrji av tí, at eg
sigi IKKI at “rætta” svarið
er, at vit eiga at gera sum
íslendingar. Eg spyrji fyri at
fólk skulu hugsa sjálvi. Sam
anborið við tey trý skandina
visku málini, er føroyskt eitt
sagnorðamál. Harumframt,
er tað, eins og íslendskt, eitt
mál við fýra føllum. Nógv,
nógv fremmand orð fara at
verða ógjørlig at benda og
ring at stava á føroyskum,
um vit taka tey inn í málið.
Ella sum eitt av heimildar
fólkunum (ið hevur umsett
bøkur) segði við meg: “tey
(fremmandu orðini) fara ofta
at fylla so nógv, serliga í tí
skrivliga”. Eitt annað fólk, ið
situr í fyrisiting hjá landi
num, segði tað stuttliga, ið eg
ofta havi tikið upp aftur: “tá
eg skrivi varnist eg við, at
um eg royni at umseta bein
leiðis úr donskum ella ensk
um uttan umhugsan fyri hvat
er gott føroyskt, so verður
bert orðavavstur burtur úr”.
Eg skilti væl hvat tey meintu
bæði, hvør á sín hátt, tá eg
seinri havi hugsað um tvey
dømir, eg skal taka við her.
Hettar amboðið, eg siti og
geri mær nyttu av í skriv
andi løtu. Hvussu skuldi eg
bent ‘PC’, um eg eins og
norðmenn valdi at rópa teld
una ‘PC’ og ikki ‘kompjút
ari’. Niclasen nýtur TV í
staðin fyri føroyska heiti
sjónvarp, so PC skuldi eg
saktans kunna brúkt? Skuldi
eg siti og lagt hettar, eg
skrivi inn á ella í ‘PCin’,
‘PCina’, ella ‘PCið’? Ella
uppaftur verri: skuldi eg,
sum norðmenn siga, ‘putta
alt inn í PCin’? Um eg skul
di tikið greinina við mær og
fari sjálv oman á skrivstov
una hjá Dimmalætting, skul
di eg flutt hana inn í ‘USB
pennin’, ‘USBstickin’,
‘memory pennin’, ‘minnið
pennin’, ‘minniðstykkið’
ella hvat? Ella uppaftur
verri: kanska skuldi eg
‘transfera tað heila inn í mín
memory stick’? At eitt flog
vit hevur komið við tí snilda
orðinum ‘geymi’, eri eg ógv
uliga fegin um, tí so sleppi
eg undan at ganga soleiðis
og tvætla. Og eg fari at
minna um, at hettar orðið er
ikki komi frá teimum, ið
André Niclasen rópar
‘málreinsarar’.
Spurningar mínir oman
fyri eru greiðir at svara: stytt
ingar av hesum slagnum
rigga ikki væl í einum málið
við føllum og staving, ið
liggur ikki nær at talumáli
num. Heldur ikki riggar væl
at læna okkum sagnorð úr
hinum málunum uttan at
hugsa um hvørji sagnorð vit
eiga sjálvi. Fara vit, eins og
norðmenn, at taka inn til
dømis hettar lítla ‘put’, fer
tað at troðka ein hóp av góð
um føroyskum orðum (eins
og tað hevur gjørt í norsk
um). Úrslitið verður einans,
at málið verður bæði fátæk
ari, minni fjølbroytt, ja, eis
ini barnaktiga klossut. Hett
ar er syrgiliga gongdin í nor
skum, men, at gera nakað
við tað nú er ógvuliga tor
ført, tí har hevur ikki verið
sigvenja at verja málið tey
seinastu mongu ár. Sagnorð
ini ‘forsvara’ og ‘tonkja upp
á’, ið Niclasen brúkar eru
soleiðis bert tvey dømir mill
um nógv um tílík mishátt
orð, ið vit klára okkum best
uttan. Hjá mær er einki høpi
í at siga at “verjuskipið skal
forsvara ....”. Tað ljóðar
bæði ljótt og óføroyskt, og
føroyska hjarta mítt sigur
mær at “verjuskipið skal
verja føroyskan sjógv”. Held
ur ikki passar, at “føroyingar
í langsamiligar tíðir hava
tonkt upp á mangt og hvat”,
sum Niclasen sigur. Meg
minnist ikki, at omma og
abbi mín (ið nú høvdu verið
113 og 123 ára gomul) plag
du at siga at tey “tonktu upp
á okkurt”. Nei, tey plagdu at
siga, at tey “hugsaðu so ella
so”, ella “høvdu hugsað um
eitthvørt”. Soleiðis siga eis
ini foreldur míni, og tí sigi
eg tað sama.
Eg skal ikki fara eftir all
ari bókini hjá Niclasen, tað
ber ikki til. Eg havi kortini
hug at taka nøkur dømir mill
um donsku heitir hansara
við. Allastaðni spyr hann
“hvat er skeivt við ....”? Og
nógva staðni vísir hann so á
hvussu reystmenni skrivaðu
fyri einari øld síðan. Tá skal
eisini sigast, at vit eiga øll at
minnast til, at fyri eini øld
síðan var tað skrivaða málið
nýtt. Málið hevði í øldir ver
ið illa troðkað av tí danska,
og fáur hevðið lært annað
enn danskt í skúlanum. Av tí
sama var dagliga málið fyllt
við danismum, og nýggj fyri
brigdi fingu dansk heiti, sam
stundis sum nógv góð føroy
sk orð hvurvu. Tá Niclasen
fleiri staðni vísur á hvørji
orð, ið eru í orðalistanum
hjá Svabo, eigur hann eisini
at siga fólki, at Svabo sjálv
ur segði, at tað føroyska mál
ið var tá so illa fyri og fyllt
av danismum, at hann rokn
aði við, at tað fór at doyggja
út. Hugsjón hansara var tí at
skriva niður tað, ið var til av
føroyskum orðum fyri, at
komandi ættarlið skuldu vita
eitt sindur um málið, ið
tosað varð síst í 18. øld.
Eitt dømið, ið Niclasen
spyr okkum hvat er skeivt
við, er orðið “brandbilur”.
Svarið er stutt og greitt: Alt
er skeivt við tí! Fyrst og
fremst hugsjónin, tí bilurin
ikki skal nýtast til at brenna
nakað, men til at sløkkja.
Umframt verður ógvuliga
skeivt við avleiðingini
“brandmaður”. Bæði hug
sjónin og orðið sjálvt verða
skeiv; bæði í bending, stav
ing og stjórnmálsliga (polit
iskt). Fyri ta fyrsta: tey fólk,
ið hava hettar starv, skulu
tey seta eld í? Nei, tey skulu
sløkkja! Fyri ta næsta: vit
siga ikki á føroyskum at
‘brandur er’. Vit siga, at ‘eld
ur er í’. Gott nokk siga vit,
at ‘okkurt brennur’. Av
somu orsøk verður ikki rætt
at siga og skriva “brandmað
ur”, tí trupult verður at læra
børnini føroyskt við at siga
teimum at her má ‘d’ vera
við í fyrra liðið av orðinum,
tí soleiðis verður skrivað á
donskum! Fyri tað triðja: tað
eru ikki bara menn, ið eru
við og sløkkja eld, ella
hvussu? Hvat skulu vit rópa
kvinnurnar, ið eftir hondini
eru við? Skuldu tær verið
róptar “brandkonur”?
Sjúkrarøktarfrøðingur er
eitt annað av sama slagið, ið
Niclasen skemtar við. Ikki at
eg eri ovursliga glað fyri orð
ið, men hin vegin: Komið
við onkrum betri, tey ið
duga! ‘Sjúkrasystir’ (ofta
framborið ‘sjúkasystir’) er
sum ‘brandmaður’ og kann
ikki nýtast í 2007. Tað verð
ur at vóna, at hettar fólki er
frískt og ikki sjúkt. Hann
ella hon skal taka sær av
teimum sjúku! Um vit tosa
um menn, ið hava hesa út
búgving, verður ógvuliga
óheppi at rópa teir sjúkra
systrar. Hin vegin verður tað
løgið at nevna teir sjúkra
brøður, ella sjúkrabeiggjar.
Altso, mátti okkurt gerast.
At orðið, ella endingin (suf
fix), ‘frøði’ verður tikið uppí
her, er óiva av stjórnmáls
ligum orsøkum, nú, ið øll, ið
hava útbúgving út yvir stud
entprógv vilja hava eitt heiti
fyri starvsøki sítt, ið skal
siga øðrum júst tað. Hettar
er eitt rák í hinum skandina
visku londunum við, og hev
ur at gera við støði saman
borið við onnur í samfelag
num, lønartreytir, o.s.fr.
Í bókini hjá Niclasen er
mangt og hvat, ið er stuttligt,
tað skal sigast. Men tá skal
eisini sigast, at har vantar í
rannsøknararbeiðið hansara.
Hettar seinasta eigur ein at
kunna vænta sær av einum
málkønum. Tvey orð, ið
takast kunnu við sum dømir
um vantandi arbeið, eru orð
ini ‘frøði’ og ‘køkja’ og mein
ing hansara um tey. Sum mál
kønur eigur hann ikki at mis
nýta orð fyri at nøra upp
undir vitleysu íslandsræðs
luna, ið tykist at plágast nøk
ur fá. Orðið ‘frøði’ er
ímynda eftir norrønum (og
ikki bert íslendskum). Vit
kenna til kvæði ið byrjar:
Eitt er frøði úr Íslandi
komið
Skrivað í bók so breiða....
Her er orðið hvørkikyn og
merkir “evni til yrking ella
kvæði”. Seinri hava so før
oyskir málkønir, eftur vanl
igum mynstri fyri at gera
orð, lænt hettar og gjørt
sær kvennkynsending til at
gera onnur orð.
Hitt heitið, ‘at køkja
seyð’, er nakað, menn dugdu
fyrr í tíðini, og sum pápi
mín veit at siga mær frá um.
(Orðið er eisini væl lýst í
grein hjá Chr. Matras um
orð, ið føroyskt hevur fingið
úr keltiskum málum.) Seyð
arhald er nógv broytt síðani
hann var smádrongur fyri
kríggi, og tí var hettar orðið
næstan farið saman við nógv
um øðrum. Um hettar orðið
er tikið fram aftur og endur
nýtt til okkurt annað, ja, so
er tað beinleiðis so sum
nógv av heimildarfólkum
mínum mæltu til. Tá eg
spurdi um vit eiga at fara í
okkara egna tilfar og leita
eftir orðum og hugtøkum
fyri at gera nýggj føroysk
orð, vóru meir enn 90%
samd í, at tað fer at vera ein
góð leið fyri føroyskt.
Um so íslendingar og
skandinavar velja tað sama
ella ikki, so skal eingin av
teimum gera av hvat, vit fara
at gera. Møsni um ikki at
gera sum íslendingar og ikki
at taka íslendsk orð inn kem
ur gjarna ikki uppí tá tosað
verður við skilagóð fólk. Tá
kjakið snýr seg um dýrgripin
vit har eiga, tvs. okkara egna
tilfar av orðum, og um vit
eiga at brúka ella blaka hann
burtur, fært tú eitt rungandi
nei! Og tú fært gjarna eisini
at vita, at vit eiga at fjálga
um og vanda okkum um
málið. Tað má gerast við
fjølbroytni – við at endur
nýggja og nýta gamalt tilfar
eisini, har tað letur seg gera.
Stór semja var soleiðis
millum heimildarfólk míni
um, at vit eiga at ansa eftir
og varðveita mál okkara.
Kortini, lagið okkum
minnast til, at sum Jógvan í
Lon Jacobsen sigur í grein
síni hin 17. august, so eru
fólk flest á miðu leið millum
tað, ið Niclasen tekur til
orða fyri og tað ógvusligu
purismu, hann leggur summi
av bestu málfólkum okkara
undir fyri.
Móðurmálið
Eg fann teg í kvæðum, sum
fólkins varrar lyftu úr øld í øld,
eg fann teg í søgum og
sagnatali,
har fólksins brøgd vóru tøld,
eg fann teg í mjúkum
barnaljóðið,
sum sungið varð vetrarkvøld.
Eg fann teg í orðum, sum
møður mæltu stákandi inni við
eld,
eg fann teg í teimum hyggju
ráðum,
í orðatøk vóru telgd,
eg fann teg í teimum føgru
nøvnum á fjøllum, áum og
deld.
Eg fann teg hjá einsligum
stórmennum,
ið festu teg fyrst á blað,
eg fann teg í tí væna ljóðið,
sum skaldið um oyggjarnar
kvað – eg fann teg nú aftur, nú
andi tín teg loysa úr fjøtrum
bað.
Chr. Matras, 1938
Eitt sindur um føroyskt mál og »ársins bók«
Majbritt
Pauladóttir