Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. apríl 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 24. apríl 2001 3 gult3 cyan3 magenta3 svart3 2 Nr. 77 - 24. apríl 2001 gult2 cyan2 magenta2 svart2 Í morgin, flaggdagin, eru 60 á liðin, síðan fyrsta flaggdagshaldið varð hildið á Eiði FLAGGDAGSHALD Edvard Joensen Ivaleyst fyrsta flaggdags- haldið í landinum varð hildið á Eiði 25. apríl 1941. Fyrsta flaggdagin eftir, at Merkið varð góðkent. Síðan hevur flagdagshald verið á Eiði í óbrotnari røð øll 60 árini. Ein teira, sum var við í hesum tiltaki, var Petur Martin Ejdesgaard á Eiði. Hann leikti í hornorkestr- inum, sum var við í hesum fyrsta haldinum. Petur Martin, sum í dag er 76 ára gamal, greiðir frá, at tað vóru ungir eiðis- menn, sum arbeiddu veg oman fyri bygdina, sum fingu hugskotið. Petur Martin greiðir frá, at eftir sum hann hevur fingið frágreitt frá beiggja sínum, Jóannesi, sum flutti til Noregs, var tað Tóroddur Kallsoy, sum í dag býr á Skála, sum kom við hug- skotinum um at hava flagg- dagshaldið. Hesir ungu menningir spældu í hornorkestrinum, sum var á Eiði tá, og teir hava ivaleyst sæð ein møguleika fyri at fáa eitt eyka høvi at spæla fyri fólki. Petur Martin Ejdesgard sigur, at har var stutt frá hugsan til verk. Tað var heilt sutt áðrenn flagg- dagin, teir yvirhøvur fóru at tosa um at halda dagin, so venjast skuldi helst nakað skjótt fyri at fáa tað at bera til. Tvær skrúðgongur Flaggdagshaldið tá var sum nú á Vaglinum á Eiði. Tað komu tvær skrúðgongur hvønn sín veg inn á Vaglið, minnist Petur Martin. Hornorkestrið kom eyst- an úr Losjuni, har teir vandu. Hann heldur ikki, at teir spældu, meðan teir gingu, men trumman sló taktina kortini, sigur hann. Hvør spældi upp á trumm- una hendan dagin, minnist hann ikki aftur. Men tað vóru ymsir trummuspæl- arar tey árini undir kríg- num. Ein var bróðir Petur Martins, John. Ein annar var Jákup Merkisstein, minnist hann. Helst er hornorkestrið komið upp á pláss, áðrenn hin skrúðgongan, sum kom við flagginum, kom. Tí Petur Martin greiðir frá, at hann minnist so væl, tá tann skrúðgongan kom úr Dansistovuni. Tað var ung- mannafelagið Glottin, sum skipaði fyri. Og fremstur í teirri skrúðgonguni gekk Theodor Joensen við merk- inum. Hesin Theodor fórst við trolara av krígsávum árið eftir. Tá sum nú varð flagg- dagshaldið hildið við hornblástri, sangi og røðu. Petur Martin Ejdesgaard sigur, at røðarin hendan fyrsta flaggdagin var Eli Stakksund. Men hvat hann tosaði um, dugir heimildar- maður okkara ikki at minnast. Ivaleyst er tó, at tað hevur verið um falggið og týdningin av at hava fingið egið flagg. Felags- sangur var eisini, har flagg- sangurin, »Sjá tú blánar«, varð sungin. Hororkestrið spældi fost- urlandssangir umframt eis- ini flaggsangin, »Sjá tú blánar.« Petur Martin minn- ist, at hann mátti umskriva nótarnar, tí hann spældi upp á Es-kornett, sum ikki stemmaði við vanligu b- kornettirnar, hinir blásarar- nir høvdu. Hetta skilti hann ikki rætti- liga tá, fleninr hann at í dag. Hann plagdi at venja saman við beiggjanum, Jóannesi, sum spældi althorn. Men tað var jú eisini stemmað í Es, so tá bar væl til, hóast ikki gekk at brúka somu nótar sum hinar kornettirnar. Seinni hevur hann so funnið út av rætta samanhanginum har, sigur hann. Eftir sama leisti Flaggdagshaldið helt fram ár um ár, hóast hornorkestr- ið helt uppat umleið krígs- lok, tá fleiri av ungu monn- unum, sum spældu, fóru burtur. Petur Martin greiðir frá, at í 1944 fór hann sjálvur triði úr hornorkestr- inum á Eiði til Íslands at arbeiða. Aðrir fóru aðrar vegir, so har gjørdist ikki so nógv. Tá horntónleikurn helt uppat, varð sangurin tað berandi í flagdagshaldinum umframt sjálva røðuna. Jóhan Kallsoy, sum kom til Eiðis at vera lærari um ta tíðina, tók yvir. Og skúla- børn og sangkór plagdu at syngja, greiðir Petur Martin Ejdesgaard frá. Í 1967 varð hornorkestr- ið, Eiðis Ljómfelag, endur- stovnað, og Petur Martin varð ein av føstu leikarun- um í fleiri ár. Tá spældi hann althorn. Hann letur at, at tað var sera stuttligt at spæla við í hornorkestri ta tíðina. Serliga vóru tað tær stóru musikstevnurnar, sum drógu, sigur hann. Í dag er tað Eiðis Bólt- felag, sum skipar fyri flaggdagshaldinum á Eiði. Skrúðgongan plagar nú at fara ú Múlavík, sum er á leið oman móti fótbólts- vøllinum. Haðani ganga ítróttarfólk, skúlabørn og onnur heima á Vaglið, har sjálvt haldið verður hildið eftir 60 ára gomlum leisti. Í løtuni liggur virksemið hjá Eiðis Ljómfelag stilt. Men horntónleikur verður kort- ini at hoyra. Tað verða næmingar úr musikskúlan- um Norðljómi, sum fara at spæla. Flaggdagshaldið á Eiði verður flaggdagin klokkan 15.00. Røðari í ár veðrur Kjartan Stakksund, sum er sonur Eli Stakksund, ið helt fyrstu flaggrøðuna á Eiði fyri 60 árum síðan. Fyrsta flaggdagshaldið Mynd av Eiðis ljómfelg kanska í 1942 ella 1943. Umframt hesar, spældi onkur annar, eitt nú Tóroddur Kallsoy, til fyrsta flaggdagshaldið á Eiði í 1941. Menninir á myndini er: Aftast frá vinstru: Sveinbjørn Kvilt, Tóraldur Kollsker og Poul Egnberg Poulsen. Teir vóru brøður. Miðraðið frá vinstru: Jóannes Ejdesgaard, Eskild Ellingsgaard og Asbjørn Mørkøre. Fremsta rað frá vinstru: Grias Ellingsgaard, Jógvan Kjartan Festirstein, Petur Martin Ejdesgaard og Jógvan Mørkøre (í Króki) Eiðis ljómfelag spælir til flaggdagshald á Eiði í fyrri helvt av sjeytiárunum Hóast Petur Martin í dag er 76 ára gamal og ikki hevur spælt í nógv ár, fær hann kortini enn hornið at ljóða Jarðarferðin hjá lítla TUMMAS RÚNÁLVSSON Í INNISTOVU sonur Maiken í Innistovu og Rúnálv Poulsen verður úr Filskov kirkju mikudagin 25. apríl kl. 11.00. Tey, ið vilja senda blómur ella krans, kunnu í staðin lata eina gávu til Føroya Felag móti Krabbameini. Tilboðini eru galdandi frá týsdegnum 17. apríl til og við leygardegnum 21. apríl 2001 petur & petur • 320870 SMS • Saltangará Tak 4 pakkar fyri 10000 TILBOÐ í Miklagarði... Góð Angus Minuttbúffur Beef Steak Bankikjøt Stroganoff, Fonduekjøt Gullasj Uml. 425 gr. FRÍTT VAL 3995 500 gr. 1995 Karat Kaffi 2 pakkar 1000 Knorr Koppur Blomkál 1 fyri 995 Flustnar ella malnar tomatir 6 dósir 1000 Tak 2 pakkar fyri 5000 Bananir 8 fyri 1695 Víkinga Høsnarungar 2x 1100 gr.