mánadagur 3. september 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 169 - 3. september 2007
Fleiri tiltøk, samkom
ur og framsýningar
hava verið í Hoy
dølum um vikuskiftið
StudentaSkúlin 70
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Rigmor Dam og
Edith Johannesen
Nú studentaskúlin í Hoydøl
um hevði 70 ára hátíðarhald
um vikuskiftið, varð skipað
fyri ymsum tiltøkum, bæði
fyri almenninginum og inn
bodnum. Leygardagin var
opið hús, har fitt av fólki
hevði leitað sær niðan í Dal
in Fagra. Har vóru bæði lær
arar, politikarar, fyrrverandi
næmingar og avvarðandi
hjá starvsfólkum á skúla
num møtt upp. Og so næm
ingar, sum hjálptu til við
framsýningum og framførsl
um hendan fjølbroytta hátíð
ardag skúlans, har tiltøk og
virksemi var um allan skúl
an.
Kl. 14 var skipað fyri lítl
ari samkomu í samkomuhøll
skúlans, har Mikkjal Helms
dal, rektari, og Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður í
skúlamálum, fluttu fram
røður og blandað kór við
næmingum
og
lærarum
sang.
Nógv orka varð løgd í
framsýningarnar hjá ymsu
lærugreinunum. Millum til
tøkini vóru kaféir við mati,
lutum, bókum og myndum
frá ymsum mentanum, sum
málfak skúlans eru knýtt at,
umframt spurningaroyndir,
har vitjandi kundu royna
sína almennu vitan innan
søgu, mentan og náttúrvís
ind. Harumframt vóru upp
lestur og tónleikur á skránni,
og listaframsýning var við
verkum
hjá
fyrrverandi
næmingum. Eisini var fram
sýning av teimum lærubók
um, sum lærarar skúlans
hava greitt úr hondum upp
gjøgnum árini.
Sunnudagin 2. september
kl. 16 var almenn kvøldseta,
har sangir vórðu framførdir
úr teimum sangleikum, sum
næmingar
skúlans
hava
framført seinastu 10 árini,
filmsbrot vórðu víst og hug
leiðingar um skúlan og
søgu hansara bornar fram.
Studentask
Livandi tónleikur úr sangleikinum ”Godspel”. Christina
Elisabeth Mørkøre syngur.
Livandi tónleikur úr sangleikinum ”Jósef”. Jóannes Lamhauge
syngur lagið: Gev mær onkran dreym.
Livandi tónleikur úr sangleikinum ”Skeyk”. Rókur Jacobsen
syngur sangin “Nakað lort”.
Sjónleikur var eisini á skránni sunnudagin. Her Lisa í Dali og
Durita Dahl Andreasen, leiklistanæmingar 2006 – 2007
Mikkjal Helmsdal, rektari, frá kvøldsetuni í Hoydølum sunnudagin