mánadagur 3. september 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 169 - 3. september 2007
kúlin 70 ár
Tað er ørkymlandi,
at ongin loysn er í
eygsjón viðvíkjandi
hølistrupulleikunum
hjá Studentaskúla
num í Hoydølum.
Tað hevur størri
týdning, at ein avgerð
verður tikin, enn
hvør avgerð verður
tikin, sigur Mikkjal
Helmsdal, rektari
StudentaSkúlin 70
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
70 ára haldið hjá Studenta
skúlanum í Hoydølum hev
ur verið merkt av, at tað hig
artil hevur verið ógjørligt at
finna eina politiska semju
viðvíkjandi framtíðar karm
um skúlans. Í røðu sínari
undir hátíðarhaldinum í
gjár, segði Mikkjal Helms
dal, rektari, millum annað:
Eg haldi eg tali fyri øll
her á skúlanum, tá eg sigi
við landsstýrismannin og
við politisku skipanini sum
heild: Sum karmarnir og
møguleikarnir hjá okkum
eru nú at gera okkara ar
beiði til lítar og skapa ta
menning í undirvísingini,
sum vit ynskja at fremja,
hevur tað størri týdning, at
ein avgerð verður tikin, enn
hvør avgerð verður tikin.
Bara avgerðin verður tikin
skjótt og fylgd upp við
atgerð og neyðugari fígg
ing.
Eisini vísti hann á, at ein
um nýtist ikki at ganga
leingi runt í skúlanum fyri
at staðfesta, at bygningarnir
eru niðurslitnir, at skúlastov
urnar eru ov smáar, at eingi
arbeiðspláss eru til lærarar
nar, at eingi felagsøki eru
til næmingarnar at uppi
halda sær á, tá teir ikki eru
í tíma, at eingi høli eru til
bólkarbeiði, ella til tvørfak
liga undirvísing í størri
holdum, og ongar umstøður
til at skipa eina kunningar
miðstøð, t.e. bókasavns og
teldumiðstøð, har næmingar
kunnu arbeiða sjálvstøðugt
og hava atgongd til undir
vísingartilfar á prenti og í
talgildum formi.
Hetta má gerast nakað
við, og verður tað vónandi
innan fyri tey næstu árini,
segði rektarin.
Til ber at lesa røðu
rektarans á heimasíðuni hjá
Sosialinum,
www.
sosisalurin.fo
Sambært Jógvani
á Lakjuni,
landsstýrismann
í mentamálum er
ongin ivi um, at
hølistrupulleikarnir
í Hoydølum hava
fremstu raðfesting
eftir valið
StudentaSkúlin 70
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í sambandi við 70 ára
haldið í Studentaskúla
num í Hoydølum leygar
dagin flutti landsstýris
maðurin í mentamálum,
Jógvan á Lakjuni, fram
røðu. Og sjálvandi nam
hann eisini við karmarnar,
sum næmingar og starvs
fólk skúlans virka undir í
gerandisdegnum.
Uttan mun til, hvussu
politiska landslagið fer at
síggja út eftir valið, so
verður hetta ein av teim
um fyrstu uppgávunum,
sum landsstýrismaðurin í
mentamálum skal taka
støðu til, segði hann í
røðu sínari.
Landsstýrismaðurin
segði eisini, at skúlabygn
ingurin er 42 ára gamal,
og hann er fullkomiliga
niðurslitin.
Tað er breið politisk
semja um, at tøk skulu
takast fyri at betra um
umstøðurnar hjá skúla
num, og at fáa hetta gjørt,
liggur
frammarlaga,
segði hann. Eisini greiddi
hann frá, at landsstýrið
hevur hesi seinastu árini
raðfest
skúlabygging
frammarlaga.
Vit kunnu fegnast
um, at úrslitið er, at fleiri
miðnámsskúlar nú verða
bygdir eftir átrokandi
tørv í áratíggjur. Samtykt
er, at nýggjur tekniskur
skúli
og
handilsskúli
verður bygdur í Markna
gili, tekniski skúli í Klaks
vík verður útbygdur, skúl
adepil verður bygdur í
Suðuroy og Fiskivinnu
skúli í Vestmanna. So vit
kunnu siga, at tá ið tað
kemur til miðnámsskúlar,
so er í veruleikanum bara
eftir at loysa hølistrupul
leikarnar hjá hesum skúl
anum, segði landsstýris
maðurin.
Eg kann ikki standa
og lova nakað her í dag,
men eg taki undir við
ynskinum og vónini hjá
rektaranum um, at hátíð
arhaldið, tá ið skúlin
verður 75, kann haldast í
glæsiligari hølum, segði
Jógvan á Lakjuni í røðu
sínari.
Til ber at lesa alla røðu
landsstýrismansins
á
heimasíðuni hjá Sosiali
num, www.sosisalurin.fo
Studentaskúlin
fremstu raðfesting
Eftirlýsir visjónir fyri
Studentaskúlan
Tveir garpar sum fluttu fram røðu undir hátíðarhaldinum í samkomuhøllini í dag. Mikkjal Helmsdal, rektari, og Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.