mánadagur 3. september 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 169 - 3. september 2007
tíðindi
Bergljót av Skarði og Vónbjørt Tróndheim undirvísa millum annað í føroyskum. Vónbjørt
heldur, at næmingarnir eru sera ágrýtnir og tilvitaðir um málið, og dáma væl at kjakast eitt nú
um málburð og villur í bløðunum.
- At vit hava so lítið liðugt tilfar at taka til, ger, at lærugreinin er bæði avbjóðandi og torfør at
undirvísa í. Tað tykist sum, at vit mugu uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum á hvørjum ári. Vit
skulu alla tíðina fylgja við í tí nýggja, sum kemur út, samstundis sum vit eisini brúka av tí gamla
tilfarinum. Men vit lærarar samstarva sera væl um lærugreinina, og teir garvaðu lærararnir eru
ikki pírnir við góðum ráðum, sigur Vónbjørt.
Úr framsýn-
ingini hjá
lærugreinini
enskt
Jette Hoydal í franska
horninum, við longum
flutes, lekrum ostum,
tølandi reyðvíni og
vøkrum myndum. Jette er
tann lærarin, sum hevur
starvast longst á skúlanum,
nevniliga líka síðani 1972.
Kári Davidsen, sum her er at
finna í týsku framsýningini,
sigur, at áhugin fyri týska
málinum varð vaktur longu
í realskúlanum, har hann
hevði eina so óvanliga góða
lærarainnu í týskum. Hann
sigur eisini, at áhugin fyri
týskum er í minking millum
næmingarnar, bæði her hjá
okkum og í Danmark, har
vinnan rópar neyðarróp, tí so fá
vilja læra seg týskt.
- Hóast týskt er ikki eitt
altørvandi mál hjá okkum
føroyingum, umboðar landið
4. størsta marknað okkara.
Og so er tað eitt týðandi
mentanar – og tónleikamál,
sigur Kári Davidsen, sum fýlist
á, hvussu lítið virt týskt verður í
fólkaskúlanum.
- Lærugreinin verður als ikki
raðfest í skúlunum, og livir
heldur ikki upp til ásettu
krøvini, sum sett eru. Tí hevur
tað avgerandi týdning, hvønn
lærara næmingarnir hava
havt í fólkaskúlanum. Eitt
nú vita vit, sum undirvísa í
týskum í miðnámsskúlunum,
at næmingar úr skúlanum á
Giljanesi, úr Vestmanna og úr
Argja Skúla duga framúr væl
málið, meðan tað stendur illa
til nærum alla aðra staðni í
landinum, sigur Kári Davidsen.
Hann hevur eisini gjørt eina
týskt/føroyska orðabók, sum
hann tó ikki sleppur at geva út,
tí myndugleikarnir, sum fáast
við slíkt, leggja fót fyri hann.
Maria Heradóttir og Kristbjørg Høgnesen, sum millum annað undirvísa í enskum. Her í
framsýningini úr enskttalandi londum, við biscuittum, fudge, myndum, jam, mustard, dósum og
einum dubultdekkara.