Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 3. september 2007 23 tíðindi Birgit Remmel undirvísir í føroyskum, sponskum og latín. Her hevur hon sett eina framsýning upp við tilfari úr lærugreinini latín. - Latín er móðir at nógvum evropeiskum málum. Tí er tað góð venjing at síggja mynstur í málinum og at hugsa logiskt, um tú dugir latín, sigur Birgit Remmel. Sjálv er Birgit fødd í Týsklandi, men bæði tosar og undirvísir í føroyskum, hóast hon var væl uppi í tjúgunum, tá hon flutti higar til lands og lærdi seg føroyskt. - Av tí, at eg dugdi latín, so var málsliga grundarlagið til staðar at læra føroyskt. Tá mállæran og orðatilfeingi er har, so er nógv lættari at nema sær onnur mál, sigur hon. Latín verður ikki raðfest serliga høgt um okkara leiðir, men niðri í Evropa er tað vanligari, eisini í barnaskúlanum. Brynjolvur Johansen hevur undirvíst í evnafrøði í 6 ár. Hann sigur, at lærugreinin er so spennandi, tí hon snýr seg um allar smæstu byggisteinarnir í øllum sum er til. - Alt í náttúruni er ein samanrenning av grundevnum, sigur hann. Brynjolvur sigur, at nógvir næmingar halda evnafrøði vera torført, men kortini er áhugin ikki so heilt lítil. Lærarar úr Studentaskúlanum og HF-skeiðinum í Hoydølum í stovuni, har lærugreinin føroyskt hevði til húsa leygardagin. Borðreitt var eitt nú við góðaráð, sandkøku og upplestri. Ein eldhugaður næmingur: Mats Andrias Poulsen úr 3 x. Hann hevur sína dagligu gongd her í evnafrøðistovuni, tí hann hevur evnafrøði á hástigi. Mats Andrias ætlar sær undir at lesa alisfrøði í Skotlandi, tá hann hevur havt frí í eitt ár. Randi Meitel, lærari í sponskum, í framsýningini hjá lærugreinini sponskum. - Næmingarnir billa sær inn, at spanskt er lættari enn eitt nú franskt, men veruleikin er, at mállæran her er rættiliga nógv torførari enn í fronskum. Men úttalan er kanska lættari og liggur tættari at føroyskum, og tí halda næmingarnir, at tað tykist lættari, greiðir hon frá. Sjálv heldur hon spanskt vera áhugavert, tí talan er um eina spennandi mentan, og eitt máløki, sum fevnir um eini 400 tús. fólk kring allan heim. Tveir vinir – annar hevur verið lærari hjá hinum! Verner Hansen, lærari í Eysturskúlanum, og Jógvan Dahl, lærari í alisfrøði í Hoydølum. - Vit uppliva eina stóra tilgongd av næmingum í alisfrøði í hesum árum. Bara í fjør vóru 5 hold, og er hetta helst tað mesta nakrantíð, sigur Jógvan Dahl. Hann heldur, at orsøkin til, at alisfrøði er vorði so lokkandi er, at lærugreinin er blivin alt meira ítøkilig og pedagogisk, og ikki so teoretisk, sum vit minnast hana frá fyrr. - Og so nemur hon eisini so nógv øki, sum tey ungu hava áhuga fyri, so sum umhvørvi, stjørnuhimmalin, havstreymar og líknandi, sum tey kunnu lesa um í tíðarritum og síggja í sjónvarpinum, sigur Jógvan Dahl.