mánadagur 3. september 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 169 - 3. september 2007
Ætlanin var, at
Landsverk skuldi
yvirtaka Hovstunnilin
fríggjadagin, men tað
var av ongum, tí alt
er ikki gjørt sum tað
skal, sigur Oyvindur
Brimnes
Hovstunnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroyingar noyðast at
brynja seg við toli í eina tíð
afturat, áðrenn teir sleppa
at koyra Ígjøgnum Hovs
tunnilin.
At síggja til hevur tunnilin
annars leingi sæð út til at
vera liðugur, tí virksemið
rundanum hann hevur ikki
tókst serliga stórt.
Og tað skerst ikki burtur,
at suðuroyingar leingi hava
trákkast eftir tí degi, har
koyrandi varð ígjøgnum
fjallið, heldur enn eftir
smala, krókuta og vindharða
fjallvegnum
um
Hovs
eggina.
Men Oyvindur Brimnes,
stjóri á Landsverki, sigur,
at tað ganga í hvussu so er
nakrar vikur afturat, áðrenn
tunnilin
kann
takast
í
nýtslu.
Annars var ætlanin, at
Landsverk skuldi yvirtaka
tunnilin fríggjadagin, men
tað var av ongum.
Tað vísir seg nevniliga, at
alt arbeiðið er ikki gjørt,
sum tað skal og tí vildi
Landsverk ikki yvirtaka
Hovstunnilin fríggjadagin
sum ætlað.
Tað er ymisk viðurskifti,
sum ikki eru í lagi og tí
kundu vit ikki yvirtaka tunn
ilin fríggjadagin, sum ætl
að, sigur Oyvindur Brim
nes.
Hann visti ikki í smálutir,
hvørji viðurskifti tað vóru,
sum ikki vóru nøktandi.
Men talan er um ymiskar
tekniskar installatiónir í
sambandi við tunnilin, ið
ikki eru, sum tær skulu.
Hann skoytir annars upp
í, at onki óvanligt er í hes
um, at øll viðurskifti ikki
eru, sum tey skulu beinan
vegin.
Hann sigur eisini, at
semja er ímillum Landsverk
og Ístak, sum hevur gjørt
tunnilin, um tey viðurskifti,
sum ikki eru, sum tey skulu
og sum tað skulu bøtast
um.
Ganga nakrar vikur
Av tí at ymist er, sum ikki
er gjørt sum tað skal, dugir
Landsverk ikki at siga, nær
alt er fingið í rættlag, so at
tunnilin kann yvirtakast.
Men hann sigur, at ein
fyribils meting sigur, at tað
ganga minst tvær vikur.
Tað kann eisini taka
longri tíð, tí ymiskt kann
taka seg upp, sum ger, at
tað dregur út, eitt nú lever
ingstíðir til ymiskt tilfar,
sum skal brúkast.
Tí vil hann heldur ikki
enn áseta nakran dag fyri,
nær tunnilin verður klárur
at taka í nýtslu.
Tað einasta, hann sigur,
er, at Landsverk heldur seg
enn til upprunaligu tíðarætl
anina, sum sigur, at tunnilin
skal vera liðugur um árs
skiftið.
Hann hevur tó fyrr sagt,
at alt bendir á, at tað verður
nakað væl fyrrenn tað.
Men í løtuni hevur hann
onki boð upp á, nær tað
verður.
Landsverk sigur nei til Hovstunnilin
Jannich Hjaltalin,
sum gongur í 9. flokki
í Eysturskúlanum
er í starvsvenjing
í mótahandlinum
Skálki
starvsvenjing
Orð og mynd: Jákup
Mohr Müller og Rannvá
Tryggvadóttir
Honum dámdi óføra væl at
vera
har,
og
hansara
starvsfelagar róstu honum
nógv fyri hansara stóra
innsats.
Hann hevði eisini ætlanir
um at fáast við móta sum
eldri.
Hann hevði selt nakrar T
shirts, nakrar buksur og
annað tann dagin. Og hann
var heilt vísur í, at hann fór
at fáast við klæðir ella eiga
ein
klædnahandil
sum
eldri.
Sp.: Hvat hevur tú selt í
dag?
Sv.: Blusur og Tshirts.
Sp.: Hvat hevur tú gjørt?
Sv.: Staðið við kassan og
sett vørur uppá pláss.
Sp.: Hví valdi tú hetta
starvið?
Sv.: Eg eri sera áhugaður í
móta og klædnahandli.
Sp.: Hvar fert tú næstu
ferð?
Sv.: Til onkran designara
Sp.: Hvussu eru
starvsfólkini?
Sv.: Mega fitt
Sp.: Er hetta nakað tú
kundi hugsað tær at gjørt í
framtíðini?
Sv.: Tað er 100 %.
Sera áhugaður í móta
Jannich Hjaltalin hevur fingið
nógv rós fyri sítt arbeiði sum
starvspraktikantur í Skálki
Tað er framvegis ógreitt, nær Hovstunnilin kann takast í nýtslu, men tað ganga í hvussu so er nakrar vikur afturat
(Av misgáum kom skeiv
mynd í fríggjadagin. Tí prenta
vit greinina umaftur við røttu
myndini).