Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 3. september 2007 29 Fólkaskúladeildin Starvið Í Fólkaskúladeildini er eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv sum fulltrúi leyst at søkja. Tann, ið settur verður, skal m.a. skipa fyri at seta í verk menningar- og eftirmetingarátøk í fólkaskúlanum. Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a., at: • fyrisita og tryggja menning og samstarv • fyrisita og menna støðu- og landsroyndir • útvega og greina hagtøl • samskipa og skipa fyri felags tiltøkum innan økið • fremja samstarv við skúlar/stovnar og ráð, ið økið varðar av • taka lut í verkætlanum, her ímillum eisini verkætlanarleiðslu, og • røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur, sum verða lagdar til fulltrúan Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar • hava viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella javnbjóðis útbúgving • hava kunnleika til starvsøkið • duga at samstarva, arbeiða sjálvstøðugt og í tvørgangandi verkætlanarbólkum • eru tænastusinnaðir, fyrikomandi og hava góð samstarvsevni • hava áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir. Vit bjóða Innan økið eru fl eiri spennandi avbjóðingar, sum fulltrúin kemur at fáa ávirkan á. M.a. verður arbeitt við at seta í verk støðugar eftirmetingarskipanir, gera lesiætlanir, seta í verk nýggjan próvtalsstiga, nýggjar reglur fyri próvtøkuroyndir og reglur fyri støðu- og landsroyndir, umframt reglur fyri tilboð til atferðartruplar næmingar. Starvið er áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti bæði innan- og uttanlands. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi tætt saman við politiska myndugleikanum og stovnum innan undirvísing, gransking og mentan. Mentamálaráðið arbeiðir við visjónum og er týðandi partur av visjón 2015. Mentamálaráðið arbeiðir við elektroniskari skjalahandfaring. Upplæring fæst í hesi skipan. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini og Løgmansskrivstovuna. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skulu sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegi 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella e-post: mmr@mmr.fo Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 4. september 2007, kl. 16.00. Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til Olaus Jespersen, deildarstjóra, á tlf. 355045 ella á 555045. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Fyriskipanin í Mentamálaráðnum er býtt í 3 deildir: Fólkaskúladeild, Vinnu- og miðnámsskúladeild og Mentamáladeild, umframt eina stápseind og eina fyrisitingareind. Heimasíða Mentamálaráðsins er: www.mmr.fo Økið hjá Fólkaskúladeildini fatar um allar fólkaskúlar, frískúlar, eftirskúlar, Sernámsdepilin, Skúlan á Trøðni, Frítíðarundirvísing, Føroya Fólkaháskúla, Húsarhaldsskúla Føroya, Føroya Skúlabókagrunn, Landsmiðstøðina og Musikkskúlaskipanina. Í deildini eru 4 starvsfólk. Fulltrúi til Fólkaskúladeildina sansir.fo Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum fulltrúa til nýtt og spennandi starvsøki. lýsingar www.sosialurin.fo Brúðarkoyring Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t. d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein brúnan Jaguar frá 1978 Ring til Bilrøkt á 588880 www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo Brúðarkoyring