Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 169 - 3. september 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tað var mest sum láturligt, sum dømingin var seinastu løtuna Una Olsen, Stjørnan Bronsa í lættvekts- scullara gjørdist úrslitið, tá Katrin Olsen og Julianne Elmander í gjár róðu finalu í heimsmeistara- kappingini Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við einum bronsumerki í HM-kappingini skrivaði Katrin Olsen ikki bara føroyska ítróttarsøgu í gjár. Talan var so sanniliga eisini um danska róðrarsøgu, tá bronsan varð vunnin. Tað sá annars einki serligt út fyrstu løtuna av kappróðr- inum sunnudagin. Starturin hjá Katrini og Julianne hevur verið veikasti parturin av róðrinum hjá teimum, og tær vóru væl og virðiliga aftastar, tá farið varð um fyrsta 500 metra markið í München. Men so kom ferð á. So við og við róðu tær seg alt nærri hinum bátunum, og seinastu metrarnar var púr- asta javnt millum tær og týsku vertirnar. Málmyndir máttu til, áðrenn bronsan kundi finna sín eigara, og hesin gjørdist altso danski báturin. Og so kundi Merkið veittrað saman við Danne- brog, tá tær báðar fóru upp á sigurspallin eftir sínum heiðursmerkjum. - Starturin var einki ser- ligur, men vit hava ein suverenan spurt, og tað var stuttligt, at vit komu upp á bronsuna, segði Katrin Olsen, tá Sjónvarpið fekk orðið á hana eftir róðurin, sum eisini varð vístur á SvF. Umframt HM-bronsuna, so ber úrslitið eisini við sær, at Katrin og Julianne hava vunnið sær rætt til OL-luttøku í summar. Innan kappróður er HM sjálvandi ein stór kapping í sjálvum sær, men tað er fyrst og fremst OL, sum hugsað verður um. Har verður kapp- ingin væntandi fyrst og fremst við sterku kinversku rógvararnar og so sjálvandi australsku kvinnurnar, sum vunnu HM-kappingina. Skal tað eydnast Katrini og Julianne at gera seg galdandi enn longur frammi til ta tíð, so er tað fyrst og fremst starturin, sum skal betrast. Í spurtinum er neyvan nakar bátur, sum tekur tær báðar, og tað er eisini fyrst og fremst hesin parturin, sum stendur á venjingarskránni hetta fram til august mánað. Føroysk HM-medalja Talan var kanska um størsta bragd í føroyskari ítróttarsøgu, tá Katrin Olsen sjálv onnur var við til at rógva HM-bronsu til Danmark í lættvekts-scullara Savnsmynd/polfoto Lesið - so eru tit við