Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 3. september 2007 31 tíðindi Seinastu umførini benda á væl størri spenning seinastu umførini, enn støðan annars hevur lagt upp til Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast veðurvánirnar sunnu­ morgunin ikki vóru nakað serligar fyri seinnapartin, so spældi tað bara væl av, tá ið 21. umfar var á skránni. Veðrið darvaði ikki fótbólts­ spælinum á nakran hátt, tá ið fimm Formula dystir vórðu á skránni, og 21 mál vórðu skorað ella 4,2 í miðal í hvørjuim dysti. Talan var um málríkastu uppgerð í hesum kappingar­ árinum, tá ið KÍ á heimavølli vann 6­3 á VB/Sumba. Frammanundan var upp­ gerðin á Argjum í 2. umfari, tá ið GÍ vitjaði, tann málrík­ asta. Ta ferðina var úrslitið 4­4. Javnleikurin í toppupp­ gerðini við Løkin og heima­ sigrarnir hjá EB/Streymi og HB bóru við sær, at munurin millum tvey tey fremstu og tvey tey næstu minkaði tvey stig og er nú seks stig. Har­ við hevur HB tríggjar tær seinastu ferðirnar tikið seg fýra stig inn á B36 og fimm stig inn á NSÍ. Næstu ferð eigur HB avgreiðslusøk í Gundadali ímóti VB/Sumba, meðan NSÍ skal spæla í Streymnesi, har tað verður púra opið, meðan fullmannað B36 eigur at vera favorittur, tá ið árstalsfelagið fer at vitja í Gøtu. Talvan boðar frá støðuni eftir 21 umfør. Síðani summarsteðgin eru fimm umfør avgreidd. Tað er eitt sindur misvísandi at gera støðuna upp eftir hesi fimm umførini, tí summi av topp­ liðunum hava spælt ímóti hvørjum øðrum eina og fleiri ferðir, meðan onnur bara hava spælt ímóti teimum niðaru á talvuni. Í hesum fimm umførunum hava tey somu fimm, sum eru ovast á talvuni eftir 21 umfør, fingið mest burturúr, men røðin er eitt sindur øðr­ vísi. Merkisvert er tað, at HB hevur fingið fulla úrtøku og sjálvsagt tevjar dýrari málm í dag, enn teir gjørdu fyri einari viku síðani. Merkisvert er tað eisini, at klaksvíkingar hava fingið trettan stig burtur úr fimm umførum, meðan teir fyrr í summar bara fingu fimtan stig burtur úr sekstan umførum! Síðani summarsteðgin er talvan farin uppaftur meiri í tveir partar, enn hon var tað undan summarsteðginum. At Skála úrtøkan hevur verið so lítil kemst eisini av, at skálamenn fimm tær sein­ astu ferðirnar hava spælt ímóti teimum, sum síðani summarsteðgin hava fingið mest burturúr og harvið teimum, sum nú eru ovast á talvuni. Spurningurin er nú, hvussu tað fer at tørna út. Einki av teimum fýra fremstu hevur ráð at kiksa ímóti teimum niðaru á talvuni. Tað vil siga, at tað kann roknast við, at tað fyrst og fremst verða innan­ hýsis uppgerðirnar, sum fara at gera av, hvussu enda­ ligu plaseringarnar fara at verða. Sunnudagin var fyrsti stóri finaludysturin í Runa­ vík. Um eina viku verður eingin Formula fótbóltur, tí landsliðið fer av landinum sunnudagin. Men so verða fleiri lyklauppgerðir á skránni: 16. september EB/ Streymur­NSÍ, 23. septem­ ber HB­EB/Streymur, 30. september NSÍ­HB, 21. oktober EB/Streymur­B36 og 27. oktober B36­HB. Tað kann framvegis væl hugsast, at hesin síðst nevndi dysturin saman við uppgerðini í Klaksvík henda sama leygardagin, tá ið NSÍ fer at vitja har norð­ uri, fara at hava lyklastøðu í FM stríðnum, um EB/ Streymur ikki frammanund­ an fer at hava telvað seg í so mikið góða støðu, at felags­ liðið henda dagin kann avgera á Sandi. Tey stóru nógv betri eftir steðgin Jón Rói verður við í kvøld Síðsti dysturin í hesum umfarinum í donsku SAS liguni verður mánakvøldið, tá ið AaB fer at taka ímóti FC Nordsjælland. AaB vónar at vinna triðja sigurin á rað, eftir at teir í Aalborg hava vunnið á HJK Helsinki í UEFA Cup og á Esbjerg í superliguni. Jón Rói Jacobsen hevur fingið boð at møta í kvøld. Tað hevur Súni Olsen ikki. Hann telist í løtuni ikki millum teir, sum venjarin Erik Hamrén boðsendir, tá ið besta liðið skal spæla.Fríggjakvøldið var Súni Olsen á næstbesta AaB liðnum, sum spælir í 2. deild vestur. Teir vitjaðu í Hjørring, og úrslitið var 1­1. Laudrup fekk fyrsta stigið Danin Michael Laudrup vann sítt fyrsta stig sum venjari í sponsku fótbóltskappingini. Laudrup er venjari hjá Getafe, sum sunnudagin spældi ímóti Huelva. Getafe var favorittur til at vinna dystin, men Huelva legði seg á odda móti endanum av dystinum. Getafe fekk aftur hendan dystin ein mann útvístan, og tá ið Pongolle legði Huelva á odda fimm minuttir fyri leiklok, sá svart út. Men tað eydnaðist Getafe at javna til 1­1 beint áðrenn leiklok. Í Runavík endaði toppuppgerðin við javnleiki, og so kundu HB og EB/Streymur enn einaferð toga seg enn nærri teimum báðum fremstu Mynd: Álvur Haraldsen Úrtøkan í teimum fimm umførunum síðani summarsteðgin V j t stig HB 5 0 0 16-4 15 KÍ 4 1 0 13-6 13 B36 3 2 0 10-3 11 EB/S 3 1 1 11-6 10 NSÍ 3 1 1 10-5 10 AB 1 1 3 5-12 4 Skála 1 0 4 3-9 3 GÍ 1 0 4 6-13 3 B71 0 1 4 3-12 1 VBS 0 1 4 5-12 1