mánadagur 3. september 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 169 - 3. september 2007 ]
Lukasz á blettinum
Tað verður lagt til merkis í Danmark, tá ið Brøndby
vinnur á útivølli. Bæði í superliguni og í 2. deild eystur,
har næstbesta liðið spælir, hevur stóri trupulleikin leingi
verið úrtøkan á útivølli. Leygardagin eydnaðist tað
næstbesta liðnum at vinna á útivølli fyri fyrstu ferð í
hesum kappingarárinum. Brøndby vitjaði B1908 á
Amager, og Brøndby vann 6-1. Millum málskjúttarnar
var Lukasz Cieslewicz. Hann hevur áður spælt við
ungdómsliðunum hjá VB, og nú er hann eyðsýndur
álopsspælari á næstbesta Brøndby liðnum.
Alves slapp ongan veg
Brasilski fótbóltsspælarin Daniel Alves heldur fram í
spanska felagnum Sevilla. Alves vildi sleppa til Chelsea
at spæla, men Sevilla kravdi eina ovurhonds stóra
upphædd fyri spælaran, og so var keypið av ongum.
Alves hevur sjálvur hildið seg burtur frá Champions
League dystum hjá Sevilla, tí so kundi hann spældi fyri
annað felag í somu kapping, men nú lovar Alves, at hann
ætlar at uppføra seg professionelt í Sevilla.
Flytingarvindeygað læt aftur um vikuskiftið.
Máttu ikki tapa
Hóast heimadystir í prinsippinum eiga at geva trý stig
hjá einum oddaliði, so vóru runavíkingarnir ikki heilt
ónøgdir sunnudagin.
- Sjálvandi vildu vit helst vinna. Men tá tað nú ikki
gekk, so var javnleikurin sjálvandi tað næstbesta,
heldur Óli Hansen, sum er liðformaður hjá NSÍ.
- Eg haldi eisini, at dysturin var merktur av, at
hvørgin parturin vildi tapa. Teir koma á odda, men
tíbetur megna vit alt fyri eitt at svara aftur. Og eftir
steðgin eru báðir partar varnari.
Javnleikurin bar við sær, at EB/Streymur og HB enn
eina ferð kundu minka um munin upp til oddin, men
júst tey bæði liðini eru ikki tað, sum teir í NSÍ hugsa
mest um.
- Sjálvandi er tað stuttligt, um kappingin verður
meira spennandi. Og eg skilji eisini á lagnum, at alt
fleiri eru farin at tosa um, hvørt tað skal eydnast
teimum báðum liðunum at vinna seg heilt fram í
oddin. Men hjá okkum er tað framvegis næsti dysturin,
sum telur mest. Hesa ferð er tað móti EB/Streymi á
útivølli, og tað er fyrst og fremst móti tí dystinum, at
vit hava fokus, sigur Óli.
---
Hópurin er sterkur
Jóhan V. Gunnarsson var aftur hesa ferð ein av mest
eyðsýndu B36’arunum. Og eins og liðformaðurin hjá
NSÍ, so heldur hann, at tað fyrst og fremst ráddi um, at
dysturin ikki varð taptur.
- Sjálvandi fert tú altíð á vøllin fyri at vinna. Men
ein javnleikur á útivølli móti hinum oddaliðnum er ok.
Seinastu løtuna trýsta vit, og vit eru eisini um reppi at
taka stigini, men teir høvdu eisini sínar møguleikar, so
alt í alt mundi talan eisini vera um rættvíst úrslit,
heldur hann.
Undan dystinum snúi nógv av prátinum seg um, at
B36 mátti standa seg uttan teir tríggjar. Jákup Mikkel-
sen, Alex José dos Santos og Mikkjal Thomassen. Og
at liðið kortini megnar javnleik í slíkum dysti heldur
Jóhan undirstrikar breiddina, sum hópurin hevur.
- Tað haldi eg avgjørt. Tað nervaði ikki spælið hjá
okkum tað heilt stóra, at tríggir somikið góðir spælarar
eru uttanfyri. Og kortini høvdu vit eisini ein sterkan
bonk, har menn sum Hanus og Oddmar koma inn. So
eg haldi avgjørt, at vit hava neyðugu styrkina.
Og enn sum áður er tað so gullið, sum tit hugsa
um.
- Ja, sjálvandi. Vit eru enn á odda, og so er tað
sjálvandi tað, sum vit medda eftir, sigur hann.
B36 var nøgt við
støðuna, og NSÍ
hevði ikki tyngdina,
sum skuldi til fyri
at bróta væl skipaða
verjugarðin hjá
gestunum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
Joannes@sosialurin.fo
Eingin fagnaður og heldur
einki
vónbrot.
Soleiðis
kendist tað, tá ið útnyrðing-
urin fyri fyrstu ferð seinna-
partin sunnudagin gjørdi
seg øgiligan og sendi kalt
æl oman yvir fótbóltsvøllin
við Løkin, har Eiler Ras-
mussen, sum kom væl frá
uppgávuni, hevði bríkslað
fyri síðstu ferð.
Í B36 leguni søgdu teir
seg hava dyrgt eftir fullari
úrtøku, men javnleikurin
var at liva við. Í NSÍ hildu
teir seg hava havt yvirvág-
ina, sum kundi havt borið
øll stigini við sær, men nú
ræður um at venda eyguni
ímóti næstu avbjóðingini á
trongu leiðini í kappingini
um FM heitið.
Hóast teir ikki fingu sig-
ursmálið, tá ið teir síðstu
løtuna høvdu ávísa yvirvág,
so var eingin ivi um, at tað
vóru gestirnir, sum vóru
meiri nøgdir. Tríggir leik-
bannaðir lyklaspælarar áttu
ikki at borið bestu fyritreyt-
irnar við sær. Tað sást væl
úti á vøllinum, at Santos og
Mikkjal Thomassen ikki
vóru við, men tað bilti
ikki.
Landsliðsmálverjin hevði
sjálvandi pyntað millum
stólparnar. Men 18 ára
gamli
unglingaspælarin,
Jóan Pauli Jakobsen, var
sannur brandur í B36 mál-
inum. Hann livdi fullkomu-
liga upp til stóra álitið, sum
Kurt Mørkøre hevði víst
honum, og tað er einki at
ivast í, at nógva venjingin
saman við Jákupi Mikkelsen
hevur ment unga mannin
framúr nógv.
Beinanvegin sýndi Jóan
Pauli meistarliga refleks-
bjarging, eftir at bólturin
hevði broytt kós. NSÍ legði
bragdliga fyri, og B36 lá aft-
arlaga, men málmøguleik-
arnir vóru fáir og smáir, og
tá ið heimaliðið royndi at
leggja høgar bóltar innfyri,
var Jóan Pauli sannførandi,
tá ið hann við stórum sjálvs-
áliti fór fram úr málinum.
Hildu aftur
Tað var alla tíðina spenn-
andi, men toppuppgerðin
gjørdist ongantíð so intens
og undirhaldandi, sum tað
varð vónað. Báðir partar
vístu, at teir dugdu væl at
fara við bóltinum, og tað
var støðugt samanspæl og
ætlan við tí, sum gekk fyri
seg, men tað vóru ikki
nógvar
spentar
støður
frammanfyri málini. Tað
ráddi meiri um ikki at tapa
enn at vinna. Hondbremsan
varð ongantíð slept, og ser-
liga hjá heimaliðnum var
tað eyðsýnt, at tað restaði
broddur og tyngd fyri at
skapa tað, sum skuldi til
fyri at fáa fulla úrtøku.
B36 gav tilvitað helvtina
av vøllinum til heimaliðið,
sentralu miðvallararnir Ingi
Højsted og Klæmint Matras
arbeiddu hart, og miðverjan
var so væl skipað, sum
úrslitini nógvu tær seinastu
ferðirnar hava víst, at hon
er.
NSÍ-B36 1-1 (1-1):
Hondbremsan varð
B36
NSÍ