mánadagur 3. september 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 169 - 3. september 2007 ]
Holst skoraði
Tað eydnaðist ikki Lyngby at fáa úrtøku, tá ið annað av
føroyingafeløgunum í superliguni hevði vitjan í Lyngby
av FC Midtjylland sunnudagin. Fyrsta løtan var annars
hugalig hjá FCM. Sekundvísarin hevði bara verið gott og
væl eina ferð runt, tá ið Christian Lamhauge Holst setti
bóltin í FCM netið. Tveir minuttir undan steðginum
javnaði FCM við brotssparki, og trettan minuttir undan
leikloki skoraði FCM sigursmálið til 2-1. Christian
Lamhauge Holst var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og
Tem Hansen, sum ikki hevur fingið landsliðsboð hesa
ferð, var á Lyngby beinkinum alla tíðina.
Danmark sleppur
undan Ljungbjerg
Leygardagin spæla Danmark og Svøríki týðandi EM-dyst
í fótbólti. Kravið til Danmark er ein sigur, og møguleikin
fyri tí er kanska vaksin eitt vet, nú ein av bestu spælarun-
um hjá Svøríki hevur givið avboð til dystin. Fredrik
Ljungbjerg, ið spælir fyri enska felagið West Ham, hevur
fingið ein skaða í lærkrikan, og hann fær ikki spælt ímóti
Danmark leygardagin.
ð ongantíð slept við Løkin
Talan kundi neyvan verið um størri uppgávu enn ein oddadyst
á útivølli. Men 18-ára gamli Jóan Pauli Jakobsen spældi ein
branddyst, tá hann loysti landsliðsmálverjan av
Mynd: Álvur Haraldsen
Á vinstra vongverja var
Jóhan V. Gunnarsson framúr
hjá B36. Pól Thorsteinsson
bjóðaði seg ofta til í
framrættaða NSÍ spælinum,
men tað var meiri enn tor-
ført hjá honum og Jónhard
Frederiksberg at sleppa til
gjøgnumbrot og innlegg, tí
ungi Gunnarsson maðurin
við stuðli frá Herberti í Lon
Jacobsen var so stinnur.
Á NSÍ miðvøllinum var
Nenad Stankovic so sentr-
alur, sum hann plagar at
vera. Sjúrður Jacobsen helt
upp á bóltin, og Bogi Løkin
søkti tómu økini og bjóðaði
seg støðugt til í samanspæl-
inum. Uppleggið tóktist
vera við longum diagonal-
sendingum út í síðurnar at
liða B36 verjuna sundur.
Hjalgrím Elttør var væl
upplagdur í vinstra borði,
og B36 hevði trupulleikar í
høgra verjuborði.
Anderson, sum Jóhan
Troest Davidsen hevði tjóð-
ur í, var einsamallur á topp-
inum fyrsta tíman, tá ið
Sylla var í høgra borði og
skuldi
hjálpa
Kenneth
Jacobsen í verjupartinum.
Tað er ikki júst styrkin hjá
Sylla, og í 2. hálvleiki varð
toppskjúttin fluttur fram á
toppin, og Heini í Skorini
varð fluttur úr vinstra borði
og yvirum.
Hjalgrím Elttør kom fleiri
ferðir til baklinjuna, men
tað spurdist bara eina ferð
úrslit burturúr. Í síðsta álop-
inum
undan
steðginum
streyk flata innleggið til
handara
stólpan.
Bogi
Løkin tamdi og smekkaði í
nettakið
aftanfyri
Jóan
Paula Jacobsen, og tá ið
dómarin
nøkur
sekund
seinni bríkslaði fyri hálv-
leiki, var støðan 1-1.
B36 leiðslumálið varð
skorað av verjugeneralinum
Fróða Benjaminsen ein min-
utt frammanundan NSÍ mál-
inum. Jóhan V. Gunnarsson
streyk í eitt tvey samanspæli
við Berg Midjord til bak-
linjuna, flata innleggið varð
blokerað til horna, og eftir
eitt sindur av aftur og fram
skoraði Fróði Benjaminsen.
Spælið loysnaði ongantíð,
tí útgangsstøðan broyttist
ongantíð.
Báðir
partar
høvdu eitt stig við sær á
vøllin, og báðir partar
høvdu alla tíðina eitt stig á
kontini.
NSÍ royndi at vísa vilja
til meiri framrættað spæl, tá
ið teir ofraðu eitt sindur í
verjuni og settu framrættaðu
Øssur Dalbúð og Andy
Olsen á vøllin, men hóast
Óli Hansen var frammi í
øllum deyðbóltsstøðunum
– eisini longu innkastunum
hjá Einari Hansen - so rest-
aði tað framvegis tyngdin
og broddurin, sum skulu til
fyri at lata upp hjá Fróða
Benjaminsen,
Jóhan
V.
Gunnarsson, Jóan Paula
Jacobsen og hinum í B36
verjuni.
Tí varð eingin fagnaður
og heldur einki vónbrot, tá
ið útnyrðingurin stoytti seg
omanyvir spælararnar og
áskoðarafjøldina, ið ikki
var heilt so stór, sum tað
kundi roknast við, tá ið
talan var um toppuppgerð,
og bara hesin eini dysturin
var í Eysturoy, fór í mongu
bilarnar.
Fróði Benjaminsen hevur lagt B36 á odda.
Men longu minuttin eftir javnaði NSÍ, og so
gjørdist talan um ein dyst, har partarnir fyri
alt í verðini ikki vildu tapa
Mynd: Álvur Haraldsen