Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 169 - 3. september 2007 ] Hava enn vónina - Hatta kom óluksáliga illa við. Men enn vilja vit ikki taka nakra niðurflyting til eftir- tektar. Lagið kundi verið betri hjá AB eftir tapið sunnudagin, men hóast munurin upp til bjarg- ingina framvegis er átta stig, so noktar liðið at geva seg yvir, sigur Fróði Clementsen hjá AB. - Spælið hesa ferð var ikki nóg gott. Men eg haldi kortini, at vit skapa nakrar møgu- leikar, og við eitt sindur av hepni, so kundu vit fingið stigini. Men sum støðan hjá okkum var undan dystinum, so var GÍ eitt lið, sum vit skuldu vinna. Og hetta ger sjálvandi uppgávuna hjá okkum nógv truplari. Nú er kravið treytaleyst, at vit skulu hava trý stig, tá vit næsta umfarið spæla móti KÍ, og so mugu vit vóna, at VB/Sumba megnar at basa B71. Hendir tað, so er munurin altso bara fimm stig, og so kunnu vit klára tað. Men sum sagt, so skapti hetta úrslitið altso ikki betri fortreytir, sigur Fróði Clementsen. -mørk Matematiskt hevur AB enn møguleikan at lívbjarga sær í Formula-deildini. Men í praksis er væl eingin ivi um, at Christian Lundberg við sínum hat-trick á Argjum staðfesti, at komandi ár verður leygardagsfótbóltur á skránni á Argjum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var nevnliga fyrst og fremst Lundberg, sum var munurin á liðunum báðum á Argjum sunnudagin. Og í einum linligum dysti, har tað var langt millum leik- ligu glottarnar, var tað mál- tevið hjá dananum, sum fekk gøtufólk at fagnast og argjafólk at hveppast. AB hevði annars við sín- um sigri í Vági skapt nakað av optimismu kring møgu- leikan at bjarga sær. Og ein sigur á GÍ vildi eisini lagt eitt ávíst trýst á sandoying- arnar, sum eru áttanda plássinum í deildini. Skilið vann Men sum so var AB hampu- liga langt frá sigrinum. Hóast teir seinasta korterið loksins spældu, sum høvdu teir knívin á barkanum, so prógvaði liðið snøgt sagt ov lítið fyrstu fimm korterini. Fyri tað nógva varð roynt at spæla við longum bóltum niðan móti GÍ-verjuni. Og tá miðparturin av hesi var mannaður við Niclas Nicla- sen og Pól Ennigarð, so gav úrslitið av hesum royndu- num seg mest sum sjálvt. Nevnliga at mest sum hvør tann einasti bóltur varð stútaður langt av vandaleið. Í so máta var spælið hjá GÍ nakað nógv skilabetri. Hóast tað langt ífrá altíð eydnaðist, so royndu teir at spæla seg út á kantarnar, soleiðis at bóltar kundu stingast inn um AB-verjuna, og nakrar ferðir var eisini nær við, at hetta gav úrslit. Mál fingu teir tó bert eitt av, og hetta var fyrsta døm- ið um, at Christian Lund- berg framvegis dugir kynst- rið at senda leðurkúluna í meskarnar. Eftir hornaspark, sum málverjin fekk nevað útfrá, royndi Símun Louis Jacobsen við skoti av brots- teigarmarkinum. Og áðrenn nakar vardi, hevði Lundberg hegnisliga stýrt leðrinum út í síðunetið uttan møguleika hjá málverjanum at bjarga. Argjamenn fingu eisini aðrar ávaringar. Ikki minst ta einu ferðina, tá sløsut ver- juspæl endaði við, at Lund- berg slapp sær framat, men lobbið endaði oman á tvør- trænum. Men tað var kanska ikki nóg mikð. Í øllum førum gingu ikki meira enn seks minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn Lunberg serveraði eina sanna perlu. Upptakina til málið átti AB tó, tá teir ikki fangaðu langan diag- onalbólt oman í vinstra horn, men so átti Lundberg rest. Við einum framúr skoti skrúvaði hann bóltin yvir í handara málhorn, uttan at Magnus Poulsen í AB-málinum hevði nakran sum helst møguleika at verja fyri. Knívin á barkan Næsta málið GÍ tóktist meira ella minni punktera dystin, sum nú gekk í tómgongd. Ikki fyrr enn seinasta korterið megnaði AB at skapa nakað, sum líktist spenningin. Við at toga Allan Mørkøre og innskifti Bjarna Jørgensen út í hvør sítt borð megnaði AB nú brádliga at toga GÍ-verjuna sundur, og brádliga íkomu spentar støður framman fyri Geza Turi. Men Rógvi Poulsen rakti ikki bóltin, tá Allan sendi flatta og tætt inn undir málið, og ung- verski málverjin stórbjarg- aði, tá góð skotroynd varð send móti málinum stutt seinni. Ein vón íkom tó, tá Rúni Gaardbo metti hond hava verið á bóltinum í brotsteiginum. Og hóast gøtumenn vóru ónøgdir, so sendi Fróði Clementsen brotssparkið trygt í netið. Seinasta desperata AB- trýstið kom tó ongan tíð av álvara. Teir royndu at flyta fólkið fram á vøllin, men tá innskifti Christos Patsa- manis fekk sítt næsta gula kort, fánaði hetta burtur. Og so kundi Lundberg í einum kontra staðfesta AB-lagn- una. Tí í praksis er væl lítil ivi um, at AB nú má smyrja seg við, at talan altso verður um leygardagsfótbólt næsta árið. AB-GÍ 1-3 (0-1): Lundberg gav mønustingin GÍ AB Atli og teir vunnu Danska 1. deildarfelagið Frem hevur fingið heldur ivasama byrjan á nýggju kappingina, men leygardagin eydnaðist tað at vinna ein dyst aftur. Frem var á vitjan hjá Aarhus Fremad og vann ein tryggan 3-0 sigur. Atli Danielsen spældi allan dystin á sentrala miðvøllinum hjá Frem, og hann var blandaður upp í eina málið. Atli sendi fríspark móti málinum, málmaðurin kláraði ikki at halda bóltinum, og so setti ein annar Frem-spælari returin í málið til 2-0. Zidan steðgaði Bayern Bayern Munchen hevur verið flúgvandi í byrjanini av týsku bundesliguni. Tríggir teir fyrstu dystirnir endaðu við greiðum sigri, og áðrenn fjórða dystin, hevði eingin gjørt mál hjá Bayern. Tað megnaði egyptiski álopsspæl- arin Mohamed Zidan, sum áður hevur spælt í Danmark, at gera. Hann javnaði til 1-1 stutt fyri leikok, og so var Hamburger SV fyrsta felagið at fáa stig ímóti Bayern í hesum kappingarárinum Tað var sjáldan, at AB veruliga megnaði at bíta frá sær, tá teir spældu at kalla lagnudyst móti GÍ savnsmynd