mánadagur 3. september 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 169 - 3. september 2007 ]
Amager mátti lúta
Í gjár tapti FC Amager fyri fyrstu ferð í hesum
kappingarárinum. Føroyska felagið í Keypmannahavn var
á vitjan í Greve, og tað var heimaliðið, ið skoraði einasta
málið í dystinum. Tað gjørdi Patrick Wibroe, tá ið 56
minuttir vóru spældir. FC Amager hevur fingið góða
byrjan í 2. deild eystur, og fyrstu umførini gekk sum
smurt. Nú hevur liðið bæði spælt javnleik og tapt, men er
framvegis við í toppinum.
Eftir greitt tap í fyrra
dystinum var um
reppið, at Stjørnan
koppaði øllum á
høvdið. Men við
samlaðum 49-48
sigri gjørdist tað
kortini Niksic úr
Montenegro, sum
spældi seg víðari í
EHF-cup
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir seks mála tap í fyrra
dystinum
móti
Niksic
mundu tey flestu halda, at
leikluturin hjá Stjørnunni í
EHF var av.
Men tað var tó um reppið,
at
klaksvíkskvinnurnar
tóku øll á bóli. Seinna dyst
in vann Stjørnan nevnliga
við fimm málum, og vóru
tær tí bert tvey mál frá víð
ari luttøku. Tvey mál, tí mál
á útivølli telja meira, og tá
Stjørnan
á
pappírinum
hevði útidyst fyrra dagin,
vildi ein 2923 sigur í
seinna dystinum ikki verið
nóg mikið.
Sum skilst, so var tað ikki
minst við góðum verjuspæli,
at Stjørnan tók so dyggiliga
til í seinna dystinum. Hetta
gav møguleika fyri fleiri
kontraálopum, og tá hesi í
flestu førunum góvu mál,
gjørdist spenningurin øgi
ligur.
Tí var ónøgdin eisini stór,
tá Una Olsen móti dystar
enda fekk eina útvísing,
sum væl hugsandi fekk
avgerandi ávirkan á seinastu
løtuna av dystinum.
Tað var mest sum látur
ligt, sum dømingin var sein
astu løtuna, og sjálvandi
iðra vit okkum um, at vit
ikki komu víðari. Men
samanlagt haldi eg tó, at vit
eru væl nøgdar. Vit skuldu
bara ikki havt tapt so nógv í
fyrra dystinum, tí við seks
málum gjørdist munurin ov
stórur, segði Una Olsen, tá
vit mánamorgunin fingu
orðið á hana.
Tá skuldi Stjørnuhópurin
undir drúgva ferð aftur til
Føroya, og ikki fyrr enn
seint í kvøld koma tær aftur
til Føroya.
Um dystirnir sjálvar held
ur Una annars, at hesir vóru
sum dagur og nátt.
Fyrra dystin spældu vit
á ongan hátt upp til okkara
besta. Eg veit ikki, um tað
var langa ferðingin, nógvi
hitin ella bara ov stór virð
ing fyri mótstøðuni. Men
tað var bara ikki nóg gott.
Til seinna dystin vistu vit
sjálvandi betri, hvussu tær
spældu, og so megnaðu vit
eisini at lyfta okkara spæl.
Vit høvdu at kalla ongar
persónligar feilir, og vit
skoraðu upp á teir uppløgdu
møguleikarnar,
og
tað
gjørdi munin. Og við eini
stórari áskoðarafjøld, sum
sjálvandi var ímóti okkum,
gjørdist talan um eina ótrú
liga uppliving. Men tíverri
gjørdust vit altso akkurát
ov stuttar.
Og har er tað altso fyrst
og fremst fyrra dystin, sum
vit kunnu iðra okkum um.
Høvdu vit bara tapt hendan
við tveimum ella trimum
málum, vildi støðan verið
ein heilt onnur. Men tað fáa
vit so ikki brúkt til nakað,
og avrikið seinna dystin ger
so kortini, at vit eru hampu
liga væl nøgdar, heldur Una
Olsen.
Stjørnan tvey mál frá sigrinum
WHC Niksic – Stjørnan 26-20 (12-10)
Simona Petersen 9, Joan M. Djordjevic 4, Anna
Kristina Samson 3, Durita Christophersen 2, Hanna
Mikkelsen 1, Vladina Midic 1
Stjørnan – WHC Niksic 28-23 (14-11)
Simona Petersen 12, Joan M. Djordjevic 6, Durita
Christophersen 5, Vladina Midic 3, Lovisa Andreasen
3, Anna Kristina Samson 2, Una Olsen 2
FAKTA
Tað var sjáldan, at
sandoyingar gjørdu
um seg í Gundadali.
Og tá teir so hóttu
eina løtu, fingu teir
gulu reytt kort, og
so var leiðin hjá HB
púrasta opin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sandoyingarnir tóktust hava
fingið í minsta lagið annað
beinið skeivt úr seingini
sunnudagin.
Fyrsta partin av dystinum
var vanliga væl skipaða
B71 nevnliga als ikki til at
kenna aftur. Miðvøllurin
hekk slettis ikki saman, og
tað gav HB óvanliga lætt
spæl at spæla seg oman
móti B71málinum. At tað
so ikki gav meira enn tað
eina málið, sum Hans á Lag
avrættaði inn um strikuna
eftir bara fýra minuttum,
komst meira av óneyvum
HBspæli heldur enn góð
um verjuspæli. Tí veruleikin
er, at fyrsti hálvi tímin í
nógvar var átøkur innandura
fótbólti, har menn spæla
runt og runt um verjuna,
áðrenn ein roynd verður
gjørd at sparka í málið.
Í so máta mundi skjóta
HBleiðslan eisini órógva
B71, sum við hesum fyri
tað nógva misti møguleikan
at spæla kvika kontra
spælið, sum hevur eyðkent
liðið. Og tað gjørdi tað ikki
lættari, at HB hesa ferð
hevði lisið uppá, soleiðis at
teir dupultkekkaðu Clayton
Soares, mest sum hvørja
ferð hesin fekk nakað at
arbeiða við.
Reytt til teir gulu
Fyri
undirhaldisvirðið
í
dystinum gjørist fyrri hálv
leikur tí ein størri oyðimark
argongd, men spenningurin
vaks tó eftir steðgin.
B71 var nú raknað við,
og teir byrjaðu eisini at
skapa spentar støður móti
HBmálinum. Næst við var
Clayton Soares, tá hann
sendi á stólpan, men løtu
seinni mistu sandoyingarnir
at kalla alt á gólvið.
Eirikur Poulsen var sjón
liga ónøgdur um tað, sum
var gingið fyri seg millum
seg og HBmálverjan, og tá
hann gjørdi Petur Reinert
vart við hetta undir næsta
HBálopinum, tímdi Petur
Reinert ikki meira. Næsta
gula kortið til Jónsvein, og
so mátti B71 spæla restin
av
dystinum
við
10
monnum.
Og tað gav HB møgu
leikan at dusa sær. Jákup á
Borg økti til 20, og saman
við øðrum taldist hann mill
um stóru syndarnar, meðan
gestirnir royndu at økja enn
meira.
At sandoyingar samstund
is royndu at trýsta niðaneftir
gav HB bara enn betri møgu
leikar at kontra, og tá ein
púrasta leysur Páll M.
Joensen stútaði í netið til 3
0, reyk seinasti spenningur
in. Clayton megnaði tó at
minka um munin, tá hann
varð feldur í brotsteiginum
og sjálvur avgreiddi úr 11
metrum, men stórt meira
enn tað sama gjørdist talan
tó ikki um.
Fimm á rað
Fimti HBsigurin á rað ber
við sær, at meistararnir enn
eina ferð minkaðu um
munin fram til oddin. Hesin
er nú tódnaður niður í seks
stig, men enn vilja teir reyð/
svørtu ikki hoyra talan um
nakra endurtøku av søguni
frá í fjør. Kanska ikki so
løgið, tí fyrst og fremst, so
eru seks stig nógv at skula
vinna í eins nógvum dyst
um. Og hartil eigur HB
eisini dyst á móti teimum
trimum, sum kappast verður
við í oddinum.
Hjá B71 er støðan hinveg
in als ikki so hugalig, sum
hon hevur verið tað. Úrtøkan
síðani summarsteðgin hevur
verið sera soltin, men tapið
hjá AB fyri GÍ mundi tó
koma væl við. Tað skal í øll
um førum vilja heilt illa til,
um sandoyingar skulu missa
áttastiga leiðsluna, sum teir
hava niður til strikuna.
HB-B71 3-1 (1-0):
HB klintrar víðari
Orð eru óneyðug. Jákup á Borg hevur økt til 2-0, og so kunnu sandoyingarnir iðra seg um, at
dysturin at kalla er liðugur fyri teirra viðkomandi
Mynd: Álvur Haraldsen
Lønin hjá Schmeichel
trífaldað
Danski málmaðurin Kasper Schmeichel hevur fingið sítt
veruliga gjøgnumbrot í Manchester City, og tað sæst
beinanvegin aftur á lønarseðlanum hjá málmanninum.
Ungi Schmeichel hevur sambært enska Daily Mail fingið
ein betri sáttmála, og hann fær nú eina vikuløn á 50.000
krónur. Tað skal verða trífalt so nógv, sum hann hevur
fingið higartil í ár.
B71
HB