Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 169 - 3. september 2007 ] Gravesen aftur í Everton Danski fótbóltsspælarin Thomas Gravesen hevur havt tað trupult í skotska felagnum Celtic, og nú er hann leigaður Everton, har hann áður hevur havt góðar dagar. Leygardagin var Gravesen so aftur á vøllinum í dysti fyri Everton, og hann legði upp til útjavnandi málið hjá Everton stutt fyri leiklok. Gravesen fór í síni tíð frá Everton til Real Madrid at spæla, men nú er hann so aftur í enska felagnum í eina tíð. West Ham styrkti hópin Beint fyri at freistin av flyta felag í Onglandi gekk út, keypti West Ham tveir nýggjar spælarar. Í báðum førum var talan um álopssinnaðar spælarar. West Ham gjørdi avtalu við 30 ára gamla Henri Camara, sum hevur spælt í Wigan, og við 32 ára gamla Nolberto Solano, sum kemur úr Newcastle. Solano vildi sleppa til London at búgva, so hann kundi verða nærri familjuni hjá sær, og næsta árið spælir hann tí í West Ham. Eingin fagnaður var á Svangaskarði, tá ið B68 av nýggjum hevði tryggjað sær pláss í fremstu røð 1. DEILD Jákup Mørk Tað gekk heilt stillisliga fyri seg, tá ið B68 leygardagin enn eina ferð tryggjaði sær pláss í Formula deildini. B68 flutti niður í 2004, í 2005 fluttu teir upp, og í fjør fluttu teir niður aftur. Longu nú, tá ið tað resta fimm umfør av kappingini í næstbestu deildini, er tað greitt, at B68 næsta ár verð­ ur annað av liðunum í bestu deildini. Tað er ikki greitt enn, um B68 fer at vinna 1. deild, men tað er greitt, at B68 fer at flyta upp. Tað var kanska væntandi, at rakettir og fagnaður fóru at vera á Svangaskarði, tá ið uppflytingin var tryggjað, men soleiðis var tað ikki. Fyri aðru ferð í hesum kapp­ ingarárinum endaði tað málleyst, tá ið TB vitjaði á Toftum. Málmøguleikar vóru báð­ ar vegir, og stutt undan leik­ loki hildu heimaáskoðarar­ nir, at bólturin fór í málið, men tað gjørdi hann ikki. ÍF er eisini eftir 22. umfør besta boðið upp á hitt upp­ flytingarplássið. Hesa ferð vunnu fuglfirðingar trivalig­ an 4­0 sigur á grannunum úr Leirvík, sum so ofta hava spælt ÍF eitt puss. Bartal Eliasen varð rikin av vøll­ inum, tá ið tað restaði ein stórur hálvur tími. Tá hevði ÍF longu lagt seg framum við fýra málum, og teir kundu havt skorað uppaftur fleiri mál. FSV04 roynir at stríðast fyri sínum møguleika, og hesa ferð eydnaðist at fáa fulla úrtøku. Men tað stóð nógv á norðuri í Klaksvík. FSV04 hevði yvirvág, men tað gekk striltið at fáa bóltin framvið Mathiasi Samuel­ sen. Jovan Panic hevði fína frísparksroynd úr seytjan metrum, tá ið tað restaði eitt korter, men bólturin brast í samankomingina aftanfyri KÍ málverjan. Tá ið fimm minuttir rest­ aðu, varð Andrzej Streto­ wicz settur á vøllin. Pólski toppskjúttin hjá FSV04 hevur leingi verið skaddur, og tað hevur verið stórur saknur í honum. Toppskjútt­ in sveik ikki, og lítla løtu fyri leiklok syrgdi hann fyri FSV04 sigursmálinum, sum eisini hevði við sær, at støðan hjá KÍ í botnum ikki sær bjørt út. Í Runavík vitjaði HB, og havnarmenninir fóru til hús við øllum stigunum. Tað ber við sær, at HB hevur tryggjað sær rættin at halda fram í deildini. Tað skal vilja heilt illa til, um NSÍ ikki eisini skal verða partur av 1. deild í 2008. Einsa­ malla HB málið skoraði miðverjin Jákup Slættalíð, tá ið 2. hálvleikur var hálv­ runnin. Eftir hornasparks­ innlegg og eitt sindur av aftur og fram sendi hann bóltin í málið. Marcin Dav­ id vardi HB málið, og hann stóð seg ógvuliga væl. Í Sørvági tók heimaliðið seg væl burtur frá hóttanini av niðurflyting. 4­0 sigurin bar eisini við sær, at B36 so at siga er flutt niður. Jóhan Petur á Stongum stútaði einsamalla málið í 1. hálvleiki. Georg Haraldsen økti við góðum langskoti, Jens Erik Rasmussen skor­ aði til 3­0 við brotssparki, og Kim Poulsen staðfesti rimmar SÍ sigurin, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Uppflytingin kom óvart á KÍ venjarin heldur, at størsta mótstøðan hjá hansara monnum var fyrstu løtuna teir sjálvir FótbóLtur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað var gott lag í Klaksvík sunnudagin. Síðani summar­ steðgin hevur tað verið sum í gomlum døgum. Klaksvík­ ingar vinna á heimavølli, og tað er rárasta hending, at klaksvíkingar koma sørir aftur av útivølli. Høgættarlotið var kalt, men tað gekk ikki út yvir fótbóltslagið. Málini vóru so mong, sum tey ikki hava verið í nøkrum dysti í bestu deildini fyrr í ár, og serliga í 2. hálvleiki vísti heimaliðið hugflog í álopsspælinum, sum tað ikki hevur verið at sæð á Eiðinum í meiri enn tvey ár! ­ Vit vóru undan dystar­ byrjan greiðir yvir, at størsta mótstøðan fór at koma frá okkum sjálvum. Við allari virðing fyri VB/ Sumba, so hevur gongdin seinastu ferðirnar og støðan á talvuni verið soleiðis, at teir ikki áttu at verið trupul­ leiki, um vit tóku uppgávuna í álvara. Tað gjørdu vit ikki fyrstu løtuna, men tað bar rættuligt skump við sær, tá ið Dan Djurhuus eftirfrí­ sparksinnlegg úr vinstru legði teir á odda, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein. Uppleggið hjá KÍ var at toga spælið í borðini, og at leggja innskrúvaðar send­ ingar inn fyri málið. Tí var Heðin á Lakjuni við sínum góða vinstra beini í høgra borði, og tí var Gunnar Niel­ sen við sínum góða høgra beini í vinstru síðu, meðan unglingaspælarin John Hammer røkti vinstra vong­ verjan fyri skadda Harley Bertholdsen. Eftir steðgin var John vongverji í høgru, Símun Joensen var vong­ verji í vinstru, og Kristian á Lakjuni var á miðvøllinum. Síðani í summar hevur verjuspælið hjá klaksvíking­ um verið rættuliga væl skip­ að. Hesa ferð varð stórur dentur lagdur á álopsspælið og ikki so stórur á verjuna. Paul Clapson javnaði við stútara eftir innlegg frá Heð­ in á Lakjuni fimm minuttir eftir VB/Sumba leiðslumál­ ið, og so var tað bara ein spurningur, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Gunnar Nielsen legði KÍ framum, tá ið hann var farin í høgru og sendi í handara hornið, Símun Joensen økti til 3­1 við skoti úr brotsteigin­ um, Dan Djurhuus minkaði um munin til 3­2 við bein­ leiðis frísparki úr vinstru, og fimm minuttir undan steðgin­ um rundaði Ovi Nysted mál­ ríka umfarið av við at seta innaru síðuna á eftir innlegg úr høgru frá Heðini á Lakjuni og stútara upp á tvørs frá Paul Clapson. PCarin økti til 5­2 við brotssparki, sum hann sjálv­ ur hevði tiltuskað sær, og Kristoffur Jakobsen, sum serliga í 2. hálvleiki var framúr á miðvøllinum økti til 6­3, eftir at Heðin á Lakjuni enn eina ferð hevði lagt innfyri úr høgru. Marco Moravic minkaði um munin við brotssparki. Heimaliðið kundi havt skor­ að fleiri mál afturat, men Vlada Filipovic var stinnur í VB/Sumba málinum. Eitt nú tá ið hann vann ein ímóti einum støðum við Kristoffur Jakobsen og Ova Nysted. KÍ-VB/Sumba 6-3 (4-2): Mál fyri allar pengarnar Skála KÍ Klaksvíkingar høvdu alla orsøk at fegnast sunnudagin. Ikki færri enn seks ferðir sendu teir bóltin í VB/Sumba meskarnar, tá málveitsla varð hildin sunnudagin Savnsmynd/álvur