mánadagur 3. september 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 169 - 3. september 2007 ]
Einki lyfti til Shevchenko
Ukrainski álopsspælarin Andrej Shevchenko hevur verið
skaddur í summar, men hóast hann nú er til reiðar at spæla fyri
Chelsea aftur, fær hann einki lyfti um pláss á liðnum. Kappingin
um álopsplássini er hørð við spælarum sum Drogba, Pizarro og
Kalou í hópinum, og hjálparvenjarin Steve Clarke sigur, at
Shevchenko verður noyddur at bíða eftir sínum kjansi, og so
taka kjansin, tá ið hann fær hann.
Arsenal keypir
Chelsea-spælara
Enska felagið Arsenal hevur keypt ein spælara frá kapp
ingarneytanum Chelsea. Tað er franski spælarin Lassana
Diarra, sum flytir úr Chelsea til Arsenal at spæla. Arsenal
og Chelsea hava áður selt hvørjum øðrum spælarar, og í
fjør var tað nógv umtalað, at Ashley Cole fór til Chelsea,
og William Gallas fór til Arsenal. Diarra kann spæla høgri
bakkur ella á miðvøllinum.
Talan var sjáldan um
stórvegis spenning á
Streymnesi, har EB/
Streymur vann ein
fult uppibornan sigur
Fótbóltur
Jákup Mørk
Jakup@sosialurin.fo
Eftir vónbrotið í fjør ganga
fólk kring Sundalagið nú
og droyma um at gera
øvugta kynstrið. Altso at
EB/Streymur hesa ferð skal
liggja í bakhjólinum fyri
síðani at yvirhála fremstu
liðini á sjálvari málstrikuni.
Fortreytirnar eru í øllum
førum til staðar, nú EB/
Streymur er seks stig aftan
fyri bæði NSÍ og B36. Og
við heimadystum til góðar
móti báðum oddaliðunum
kunnu teir á samansetta
liðnum sjálvir syrgja fyri,
at talan verður um óvanliga
spennandi endaspurt.
Sunnudagin
var
tað
Skála, sum stóð fyri tørni,
og her hevði heimaliðið
ikki teir heilt stóru trupul
leikarnar.
Fyrstu løtuna settu vertir
nir seg á tað mesta, og teir
skaptu eisini nakrar møgu
leikar. Hol kom eisini á, tá
Hanus Eliasen varð feldur í
brotsteiginum.
Sorin
Anghel tók sær av brots
sparkinum, og restina av
fyrra hálvleiki royndu teir
at trýsta.
Tó at trýstið ikki alla
tíðina var eins stórt, so helt
leikgongdin sær eisini eftir
steðgin. Tað gekk tó hálvur
tími av seinna hálvleiki,
áðrenn Hans Pauli Samuel
sen kundi beina spenningin
burtur, tá hann av brots
teigarmarkinum
sendi
leðrið í netið. Og so vóru
eisini betri ráð at flenna, tá
Rafal Kwiecinzki fyri opn
um máli sendi bóltin á
stólpan, heldur enn at rulla
í netið.
Berjast fyri
heiðursmerkjum
Sigurin ber fyrst og fremst
við sær, at EB/Streymur
heldur tørn við HB í dystin
um um bronsukrónurnar.
Men ein avleiðing av hesi
kapprenning
er
so,
at
munurin fram til oddin enn
eina ferð minkaði.
Hesin er nú seks stig, og
um tvær vikur kann EB/
Streymur sjálvt syrgja fyri,
at í øllum førum annað av
oddaliðunum kemur nærri.
Tá kemur NSÍ nevnliga á
vitjan, og kann EB/Streym
ur eisini vinna ta uppgerð
ina,
røkist
fyri
einum
endaspurti, ið kann verða
munandi meira spennandi,
enn tey flestu mundu gruna
fyri bara tveimum vikum
síðani.
Hjá Skála tykist árið hin
vegin enda í ongamanna
landi. Niðurflytingarvandin
er sum so rættiliga fjarður,
og tað sama má so eisini
sigast um heiðursmerkini,
sum tey á Skála neyvan
droyma um í ár.
EB/Streymur-Skála 2-0 (1-0):
Greiddu
skyldina
Skála
EB/S
Fyri tað nógva hevði EB/Streymur tamarhald
á støðuni, tá Skála vitjaði sunnudagin. Og
við 2-0 sigrinum hildu teir fast í bæði HB og
trýstinum, sum gullbiðlarnir frá í fjør nú eru
við at leggja á oddaliðini
Mynd: Sofus D. Johannesen
Símun til Noregs
Beint undan evstamarkinum fyri spælaraskifti gjørdi norska Notodden leigusmáttmála
við Keflavík. Hesin merkir, at Símun Samuelsen hetta kappingarárið skal spæla í
felagnum, sum í løtuni liggur nummar 11 í næst bestu norsku deildini. Trý stig oman
fyri niðurflytingarstrikuna.
Sum skilst, so vóru bara fáir minuttir eftir av sonevnda transfervindeyganum, tá
sáttmáli nendaliga varð góðkendur. Norska fótbóltssambandið góðtekur einki annað
enn originalar undirskriftir, og tí mátti Símun við flogfari til Noregs, soleiðis at tað
var rætta undirskriftin – og ikki eitt kopi umvegis fax – sum stóð á sáttmálanum. So
hjá Símuni og umboðsmanni hansara, Jákup í Stórustovu, var talan um ein heldur
ferðmiklan seinnapart.
Á heimasíðu felagsins leggur felagið dent á, at teir hava fylgt Símuni væl.
Vit fremja einki óðamannaverk við at gera hendan sáttmálan. Símun er ein spælari,
sum vit hava fylgt yvir eitt longri tíðarskeið, og eg havi eisini sjálvur sæð hann spælt,
sigur Jan Halvor Halvorsen, sum er venjari hjá felagnum.
Umframt Símun Samuelsen hevur Notodden tryggjað sær tveir aðrar spælarar, og
tí meta teir, at talan er um styrktan hóp, sum nú skal lyfta liðið burtur úr
niðurflytingarvandanum.