týsdagur 24. apríl 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 24. apríl 2001
7
gult7 cyan7 magenta7 svart7
6
Nr. 77 - 24. apríl 2001
gult6 cyan6 magenta6 svart6
Harða kappingin
millum telefeløgini
kann hava við sær, at
útoyggjarnar fáa verri
og dýrari tænastu,
heldur Útoyggja-
nevndin. Stjórin á
Føroya Tele sær
veruligan trupul-
leikan fyri framman
SAMSKIFTI
Eyðun Klakstein
Útoyggjanevndin
óttast
fyri, at smáu útjaðaraøkini
verða afturúrsigld, nú veru-
lig kapping hevur tikið seg
upp innan teletænastur.
– Kappingin kann bera í
sær, at tey fólkaríku økini,
Tórshavn,
Runavík
og
Klaksvík, eru mest áhuga-
verd sum kundagrundarlag
og fáa í boði bæði bíligari
og betri tænastur enn restin
av landinum, sigur Út-
oyggjanevndin í sínum
áliti.
– Í flestu av teimum
smáu oyggjunum er fjar-
skiftið nøktandi til tann
tørvin, sum er í løtuni, men
skjótt verður tørvur á
nýggjum og meira fram-
komnum útbúnaði, vísir
Útoyggjanevndin á.
Føroya Tele kroyst
Stjórin á Føroya Tele
ásannar, at her er talan um
veruligan trupulleika.
– Í løtuni hava flestu av
útoyggjunum telefon, fax
og uppringt internet, men
tað verður ein trupulleiki at
veita somu tænastu við
skjótum interneti, GSM og
øðrum tænastum á smáum
plássum sum á meginøkin-
um, sigur Andras Róin.
– Hini bæði telefeløgini
fara at leggja seg eftir
kundum í teimum stóru
økinum, meðan vit hava
veitingarskyldu mótvegis
øllum landinum. Vit verða
kroystir í hesi kapping, og
tað er ein veruligur vandi
fyri, at útoyggjarnar ikki
fara at fáa somu tænastu
sum meginøkið, sigur stjór-
in á Føroya Tele.
Stjórin á Føroya Tele
heldur ikki, at tað er realist-
iskt at tosa um almennan
stuðul til útbyggingar á út-
oyggjum, so leingi sum
Føroya Tele stendur seg væl
og hevur stórt avlop.
– Ein møguleiki hevði
verið at gjørt sum í øðrum
londum, har telefeløgini
gjalda pengar í ein grunn,
sum skal tryggja útbygg-
ingar í teimum økinum,
sum ikki eru so áhugaverd
at veita nýggjastu tænast-
urnar til, sigur Andras
Róin.
Sjálvsagdur tapari
Løgtingsmaðurin, Henrik
Old, setti herfyri Bjarna
Djurholm,
landsstýris-
manni,
skrivligan
fyrispurning um samskifti.
Henrik Old spyr, nær útjað-
arin fer at fáa somu kor inn-
an telesamskifti sum mið-
staðarøkið.
– Tað er sjálvfylgja, at
tað verður útjaðarin, sum
fer at verða tapari í øktu
kappingini millum telefel-
øgini. Kappingin verður á
teimum stóru plássunum,
meðan útjaðarin fer at detta
niðurímillum, sigur Henrik
Old.
Løgtingsmaðurin vísir í
sínum fyrispurningi á, at
ein bygd sum Dalur má
klára seg við einari telefon-
linju, og at GSM og inter-
nettænastan er ikki tað
sama kring alt landið.
Bjarni Djurholm hevur
svarað fyrispurninginum
hjá Henrik Old, og hetta
svar verður alment á løg-
tingsfundinum í dag. Bjarni
Djurholm vildi fyrrpartin í
gjár ikki siga, hvat hann
hevur svarað Henrik Old,
men hann sigur, at hann
hevur gjørt sær ómak við
svarinum.
Útoyggjar taparar í telekapping
Klaksvík: Í morgin verður
flaggdagshald í Klaksvík,
og í ár verður tað landsstýr-
ismaðurin, Eyðun Elttør,
sum fer at halda røðuna.
Haldið byrjar í Klaks-
víksgarðinum
klokkan
15.00, tá Klaksvíkar Horn-
orkestur og skótar fara at
ganga skrúðgongu í Vágs-
tún.
Her fer hornorkestrið at
spæla eitt sindur og Eyðun
Elttør fer at halda røðuna.
Tað eru skótaliðini í
Klaksvík, sum standa fyri
flaggdagshaldinum.
ek
Eyðun Elttør heldur
røðu í Klaksvík
Nýggja telestríðið í Føroyum
kann koma at ganga út yvir
smáu útjaðaraøkini
Landsstýrismaðurin við olju-
málum fer at halda flagg-
dagsrøðuna í Klaksvík
R A K S T R A R R O K N S K A P U R
2000
1999
1999
1. januar - 31. desember
2000
F Í G G J A R S T Ø Ð A
Ogn
2000
1999
31. desember
R S R O K N S K A P U R 2 0 0 0
Skuld
2000
1999