týsdagur 4. september 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 170 - 4. september 2007
The Grand Old
Man í Vági stillar
ikki uppaftur
til løgtingsvalið
komandi. Hann hevur
sitið á tingi síðani
1984
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Henrik Old takkar nú fyri
seg í politikki. Hesum boð
aði hann frá á fyrsta upp
stillingarfundi hjá Suður
oyar Syðra Javnaðarfelag.
Í november eru 23 ár
síðani Henrik Old fyrstu
ferð varð uppstillaður á list
anum hjá Suðuroyar Syðra
Javnaðarfelag, og varð hann
valdur løgtingsmaður. Hann
hevur sitið sum løgtings
maður hesi árini síðani
1984. Við seinasta løgtings
val var hann tó ov stuttur
men kom á ting sum vara
maður fyri Jóannes Eides
gaard, løgmann.
Henrik Old hoyrir sostatt
til millum løgtingsmenninar
við drúgvastu royndunum.
Á fyrsta uppstillingar
fundi felagsins í gjárkvøldið
boðaði Henrik Old frá, at
hann metti tíðina vera
komna, at onkur annar
slapp framat.
Á fyrsta uppstillingar
fundinum kom lítið ítøkiligt
fram um, hvør verður á list
anum, tá val verður útskriv
að, men Mikkjal Sørensen
varð nevndur. Hann hevur
verið uppstillaður áður og
hevur í fleiri umførum havt
sæti á tingi.
Henrik Old
takkar fyri seg
Henrik Old takkaði fyri seg á uppstillingarfundi hjá
Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag
Mynd: Dagfinn Olsen