týsdagur 4. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 170 - 4. september 2007
Fiskaboykott ov seint
Herfyri heitti heimsnáttúrugrunnurin World Wildlife
Foundation á fólk í Danmark um ikki at keypa tosk ella
toskaflak í fiskahandlunum ella stórhandlunum, tí talan
er um fisk úr stovnum, sum eru hóttir. Ístaðin fyri eiga
fólk at keypa upsa ella aldan fisk, segði WWF. Men
boykottið kemur eini seks ella átta ár ov seint, sigur
formaðurin í danska fiskimannafelagnum, Flemming
Kristensen, tí í dag verður torført at verja stovnarnar,
sigur hann.
Írskur trubadurur á Cafe Natúr
Hetta vikuskiftði fær Cafe Natúr vitjan av írska trubadurinum Kenny Delaney.
Kenny er føddur og vaksin upp í Dublin. Hann hevur ferðast kring Evropa og
virkað sum gøtutónleikari. Men nú hevur hann pakkað gittaran, munnharpuna
og trummuna og kemur til Føroyar at undirhalda á Cafe Natúr.Á skránni
verður festligur tónleikur. Poppur og rokkur frá teimum seinastu 40 árunum
kryddaður við góðum írskum fólkatónleiki.
Í gjár hátíðarhelt
tryggingarfelagið
Trygd sín 75 ára
stovningardag
HÁTÍÐARHALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Norðurlandahúsið
var
karmur um stóran føðingar
dag. 4. august vórðu 75 ár
liðin síðani tryggingarfelag
ið Trygd varð sett á stovn.
Tað var Thorstein Peter
sen, sum tók stig til at
stovna
P/F
Trygd,
og
gjørdist hann eisini fyrsti
stjóri felagsins. Christian
Holm Jacobsen bleiv nevnd
arformaður, og júst hesir
báðir vóru menninir aftan
fyri stovnanina av Sjóvinnu
bankanum 6. oktober sama
árið.
Bæði
Janus
Petersen,
nevndarformaður í Trygd,
og Niels Juel Arge, virkandi
stjóri, nomu við søguna hjá
felagnum í røðum sínum í
sambandi við hátíðarhaldið.
Greitt er eisini gjølla frá
hesum í bókini hjá Jørn
Astrup Hansen og Joan
Paula Joensen, Bankarnir í
100 ár.
Tá kríggið tók seg upp,
varð nýtt tryggingarfelag
sett
á
stovn
sambært
»Midlertidig Bestemmelse
for Færøerne om Forsikrings
virksomhed«.
Hetta
var
Tryggingarsambandið
Føroyar. Endamálið var »at
samle mest muligt af For
sikringsvirksomheden
på
Færøerne, så længe de
nuværende
af
Krigsfor
holdene følgende unormale
Tilstande varer«.
Trygd vildi ikki gerast
partur av Tryggingarsam
bandinum og tað førdi við
sær, at tá Tryggingarsam
bandið 1. januar 1943 fekk
einkarrætt at tekna trygg
ingar, bleiv virksemið hjá
Trygd avmarkað til at endur
nýggja gamlar tryggingar.
Øktan
marknaðarpart
Men í 1997 kom so nýggj
tryggingarlóg sum førdi við
sær, at einkarrætturin varð
avtikin, og Trygd kundi
aftur virka á sama føti sum
kappingarneytin, sum nú
eitur
Tryggingarfelagið
Føroyar.
Tað var Føroya Banki,
sum endurstovnaði felagið,
og øll tey fyrstu árini gav
felagið hall. 2004 var fyrsta
árið, at raksturin gav yvir
skot, og hetta er vaksið ár
undan ári. Í røðu síni upp
lýsti
Janus
Petersen,
nevndarformaður, at Trygd
í 2004 hevði ein marknaðar
part upp á 17%, meðan
hesin í dag er komin upp á
23%
Fólk vita nú, at Trygd er
til, og at Trygd er komið
fyri at verða. Við tí dugna
liga starvsfólkaskara, sum
Trygd hevur, ivist eg ikki í,
at Trygd verður eitt uppaftur
sterkari
felag
komandi
árini, eisini í kapping við
útlendsk
tryggingarfeløg,
tá tann tíðin kemur, tí vit
kenna marknaðin, vit vita,
hvat vit vilja, og vit hava
viljan til at menna okkum,
segði Janus Petersen.
Samstundis sum felagið
fyllir 75 ár eru tíggju ár lið
in, síðani endurstovnanina.
Trygd 75
ár á baki
Niels Juel Arge, virkandi stjóri á P/F Trygd
Suni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka og Janus Petersen, forstjóri bankans og
nevndarformaður í Trygd
Fitt av fólki hevði leitað sær niðan í Norðurlandahúsið í gjár til hátíðarløtuna hjá P/F Trygd
Jákup Veihe undirhelt til
hátíðarhaldið, og tað var
sum altíð væleydnað