Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 170 - 4. september 2007 tíðindi - Verða Føroyar eitt valdømi, vera tað bara tey ríku og tey, sum selja seg sjálvi, ið hava nakran sum helst møguleika at verða vald á løgting TrappuTing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Verða Føroyar eitt valdømi, er tað ein stórur vandi fyri fólkaræðið. Tað var eitt sjónarmið á Trapputinginum í gjár­ kvøldið. Og ein vandi er, at vanlig fólk fara ikki at hava nakran sum helst møguleika at klára seg í politikki. Tvørturímóti er neyðugt at vera antin ríkur, ella kor­ ruptur fyri at hava nakran møguleika at verða valdir. Ein, sum førdi hetta sjón­ armið fram, var Beinta í Jákupsstovu, føroyskur granskari í Noregi. Hon vísti á, at rákið er longu nú, at tað eru tey múgvandi, sum hava bestan møguleikan at standa seg í polikki. ­ Mínar kanningar vísa, at í politikki eru tað tey múgvandi og tey, sum standa seg væl í fjølmiðlun­ um, sum verða vald á ting. Hon heitti staðiliga á polit­ ikarar, at gera teir Føroyar til eitt valdømi, mugu teir eisini byrgja fyri, at tað bara vera tey múgvandi og tey, sum lata seg lokka til korrpup­ tión, sum hava ein møguleika at verða vald á løgtingi. ­ Sum støðan er nú, er eitt valstríð so dýrt, at antin mugu valevnini verða ógvu­ liga rík, ella mugu tey verða til reiðar at selja seg sjálvi fyri at hava ein møguleika fyri at verða vald. ­ Hetta er ein trupulleiki, sum eigur at verða tikin upp í vallógini, segði hon. Miðalstætt í havn stýra landinum Beinta í Jákupssstovu var ikki einsamøll við hesum sjónarmiði. Eisini Jógvan Mørkøre vísti á, at verða Føroyar eitt valdømi, verður tað ein miðalstætt í Havn, sum fer at stýra Føroyum, kanska ikki beinanvegin, men sum frálíður. Hann ivast hann ikki í, at verða Føroyar eitt valdømi, fara fólk runt um landið at missa hugin fyri politikki. ­ Tað, sum eitur uppstilling­ arfundir kring landið fer at detta burtur, sum frálíður, tí tá verða tað nakrar fáar skriv­ stovur, tær flestu ivaleyst í Havn, sum fara at avgera upp­ stillingarnar kring alt landið. Sostatt fara politisku flokkar­ nir at missa røturnar, tí áhug­ in fyri politikki kring landið fer at fánað burtur og tað fer sostatt eisini at minka um møguleikarnar at fáa nýggj valevni framat í politikki. Kristian Magnussen førdi fram, at verða Føroyar eitt valdømi, missa vit lokalu ávirkanina á politikkin. Hann heldur, at tað er neyð­ ugt, at fólk kring alt landið eiga lut í fólkaræðinum og hava ávirkan á, hvør verður uppstillaður og valdur. ­ Men við einum valdømi vera tey bara tey, sum hava ráð til at marknaðarføra seg sjálvar, sum fara at stýra landinum og tey fara sjálv­ andi at sita á tingi at sæta sær sjálvum og tí fara tey aldrin at góðtaka, at valskip­ anin verður broytt aftur. John Johannessen, løg­ tingsmaður, hevur roynt at fáa undirtøku fyri, at gera okkara valskipan soleiðis, at tað skal vera ólógligt hjá fyri­ tøkum og stovnum at fíggja valstríði hjá ávísum flokkum ella ávísum valevnunum. ­ Men av eini ella aðrari løgnari orsøk, er hetta ikki komið við í uppskotið, sum nú er lagt fyri. Sostatt sær út til, at Føroyar skulu fram­ vegis vera einasta landið, har tað skal bera til hjá fyri­ tøkum og sterkum áhuga­ bólkum at keypa sær ein tinglim við at fíggja sær ein tinglim. Men hann vísti á, at hetta er nú ikki bara tengt at spurninginum um valdømi, tí hetta ber eisini val til við sjey valevnum í Føroyum, segði hann. Rík og korrupt á Løgting Gongdin er tann, at verða Føroyar eitt valdømi, mugu politikarar verða antin ríkir ella korruptir fyri at hava nakran sum helst møguleika at verða valdir. Granskari staðfestir, at hetta er gongdin longu nú og verður vallógin broytt, mugu polikarar byrgja fyri, at tað vendir upp á seg Vorðið sum fongur Ein norskur útróðrarmaður, sum roynir við gørnum eftir lýsingi, fekk ein sannan hvøkk, tá hann var og dró gørnini nú um dagarnar. Alt í einum steðgaði spælið, tí tað stóð ov nógv á, men løtu seinni flotnaði ein brugda stutt frá bátinum. Tað var ikki hugsingur um at fáa hana inn í bátin, so hon bleiv tosað til lands, har ein kranabilur hivaði hana upp á land. Tað vísti seg, at brugdan var 4,5 metrar long og vigaði 500 pund, skrivar Bergens Tidende. Føroyar fáa veddingapening Føroyingar hava nú fingið møguleika at fáa lut í teimum 80 veddingar­ milliónunum , sum Lokal og Annlegsgrunnurin á hvørjum ári letur til nýskapandi verkætlanir innan ítrótt, mentan og frítíðarítriv. Nevndin fyri grunnin, hevur gjørt av, at føroyskar verkætlanir kunna verða stuðlaðar av grunninum. Tá Føroyar gjørdist partur av Danske Spil fyri átta árum síðan, vóru føroyingar ikki sinnaðir at gjalda avgjald til grunnin, og tí kundu føroyskar verkætlanir ikki verða stuðlaðar. Men 1. januar 2008 verður Føroyar limur í grunninum, og tí er støðan broytt.