týsdagur 4. september 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 170 - 4. september 2007
Skal vallógin broytast,
eigur tað at verða
væl fyriskipað og
væl grundað, heldur
Halgir Winther
Poulsen. Hann er
ikki sannførdur um,
at uppskotið hjá
Edmund Joensen um
at gera Føroyar til eitt
valdømi, lýkur hesar
treytir
TrappuTing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Uppskotið hjá Edmundi
Joensen um at gera Føroyar
til eitt valdømi, lýkur neyv-
an allar tær treytir, sum eiga
at verða settar til eitt slíkt
uppskot.
Tað heldur Halgir Winther
Poulsen, lógfrøðingur.
À Trapputinginum í gjár-
kvøldið um at gera Føroyar
til eitt valdømi, helt hann,
at nú Føroyar hava verið
sjey valdømi í yvir hálvt-
annaðhundrað ár, má spyrj-
ast, hví tað hevur slíkan
skund at broytt lógina aftur,
at tað so avgjørt mátti verða
her og nú, beint uppundir
eitt val.
Hann vísti á, at vallógin
er ikki ein hissini lóg, tí tað
er ein av krumtappunum í
okkara fólkaræði.
Í øllum førum helt hann,
at skal vallógin broytast,
eigur tað at verða so væl
grundgivið og so væl fyri-
skipað, at broytingin fær
undirtøku frá stórum parti
av løgtinginum
Ikki sannførandi
Í uppskotinum um at gera
Føroyar til eitt valdømi, eru
nógvar
grundgevingarnar
fyri, hví tað er neyðugt.
Men løgfrøðingurin setti
spurnartekin
við
hesar
grundgevingar.
Ein grundgeving er, at
Løgtingið skal verða betri
ført fyri at føra landspolitikk.
Samstundis
verður
ført
fram,
at
kommunurnar
skulu styrkjast og hava
fleiri málsøki at umsita.
- Spurningurin er um ikki
akkurát hetta ger, at tað er
óneyðugt at broyta vallóg-
ina, tí fáa kommunurnar
fleiri málsøki at umsita,
verður so mikið minni hjá
Løgtinginum at gera og tí
er hetta ikki eitt sannførar-
andi grundgeving fyri at
broyta vallógina.
- Men verða kommunurnar
styrktar so Løgtingið fær
minni at gera, er kanska eis-
ini grundarlag fyri at minka
tingmannatalið.
Í hesum sambandi nevndi
ein áhoyrari, at verða komm-
unurnar styrktar, kann talið
á løgtingslimum lækkast úr
32, niður í 16, samstundis
sum Føroyar verða eitt
valdømi.
- Lat okkum so síggja,
hvør tinglimur atkvøður
fyri, legði hann afturat.
Ein onnur grundgeving
fyri at gera Føroyar til eitt
valdømi, er at fólkatalið í
ymsum valdømum er broytt
so nógv við tað, at Suður-
streymoy og Eysturoy eru
munandi vaksin, samstundis
eru Suðuroy og Sandoy
munandi minkað.
- Er tað hetta, sum tekur
grundarlagið undan valskip-
anini, vit nú hava, ber tað til
at loysa tann trunpulleikan
við at broyta talið á umdøm-
isvaldum í teimum ymsu
valdømunum, so at tað
samsvarar við fólkatalið.
- Tað er tann logiska
loysnin upp á hendan trupul-
leikan, heldur enn at leggja
allar Føroyar saman í eitt
valdømi.
Edmund Joensen førir
eisini fram, at verða Føroyar
eitt valdømi, fer tað at føra
við sær, at fleiri kvinnur
sleppa á ting.
- Men tað er onki í upp-
skotinum,
sum
styðjar
hesum uppáhaldinum.
Halgir Winther Poulsen
vísti á ein nógv effektivari
máta at fáa fleiri kvinnur á
ting.
- Vit skulu innføra tað
skipan, at ongin tinglimur
kann stilla upp tríggjar ferð-
ir á rað. Tað merkir, at ongin
tinglimur skal sleppa at sita
longri enn tvær setir.
- Tað fer at gera tað mun-
andi lættari hjá nýggjum
valevnum, eisini kvinnum,
at sleppa framat.
Spurningurin er eisini um
eitt valdømi fer at gera tað
lættari at fáa nýggj fólk upp
í politikk.
- Tað kann verða skilagott,
at eitt skilafólk í Svínoy
eisini kann fáa atkvøður úr
Sumba. Men vansin er at
ein rukka úr Sumba, sum
ongin sumbingur vil hava á
ting, fær atkvøður úr øllum
landinum.
Í hesum sambandi legði
hann dent á, at bygdirnar
vóru nevndar púra tilvildar-
liga, sum tvey dømi.
Nei-
fólkið í
meiriluta
Í gjárkvøldið var heitasta,
politiska evni í Føroyum
í
hesum
tíðum,
til
viðgerðar á Trapputingi í
Miðlahúsinum.
Talan er sjálvandi um
spurningin um at gera
Føroyar til eitt valdømi.
Væl yvir 100 fólk
hundrað
fólk
høvdu
leitað sær í Miðlahúsið
at lurta og hugurin at
taka lut í orðaskiftinum
var stórur.
Á fundinum søgdu eyg-
leiðarar,
serfrøðingar,
politikarar og vanlig fólk
sína hjartans meining
um ætlanina at gera Før-
oyar til eitt valdømi og
har vóru mong, forvitnis-
lig sjónarmið førd fram.
Men tað skerst ikki burt-
ur, at tey vóru í meiriluta,
sum ikki vildu hava Før-
oyar til eitt valdømi
Í blaðnum í dag og í
morgin fara vit at tríva í
sumt av tí, sum kom
fram í orðaskiftinum.
Myndirnar tók Álvur
Haraldsen. Men sum tað
sæst, var òli Petersen eis-
ini inni á gólvinum við
blýantinum.
Edmund lýkur ikki treytirnar
Tað finst ein effektivur máti at fáa fleiri kvinnur á ting, heldur Halgir Winther PoulsenUndir liðini á honum situr Jógvan
Mørkøre, samfelagsfrøðingur
Nógv PCB í Grønlandi
Hóast havið kring Grønland sigst vera eitt tað reinasta í
heiminum, eru havfuglurin og súgdjórini í havinum har
so illa dálkað, at grønlendingar hava nógvar ferðir meiri
PCB í kroppinum enn eitt nú danir. Ja, heilt upp í 20
ferðir meiri, stendur í einari nýggjari bók, sum Danmarks
Miljøundersøgelser júst hevur givið út. Tað eru serliga
tey, sum búgva norðarlaga í Grønlandi, sum hava nógv
PCB í kroppinum, tí tey eta nógvan sjófugl, kóp og grind.