týsdagur 4. september 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 170 - 4. september 2007
Í 15 ár hevur
Kári Davidsen,
studentaskúlalærari,
arbeitt við at gera
eina týsk-føroyska
orðabók. Løn hevur
hann onga fingið, og
nú bókin er liðug, vil
Mentamálaráðið ikki
keypa hana
ORÐABØKUR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Kári Davidsen, studenta
skúlalærari og orðabókarit
høvundur, situr á einum dýr
gripi, einari týskføroyskari
orðabók við 120.000 leiti
orðum. Ein háttur at meta
arbeiðið til orðabókagerð
er, at 20.000 leitiorð eru eitt
ársverk, tað vil siga at týska
orðabókin er verd seks
ársverk. Men Kári Davidsen
hevur ongan sáttmála fingið
við Mentamálaráðið, og
hóast bókin er klár at fara
til prentingar, verður tað
kanska ongantíð veruleiki.
Mentamálaráðið hevur
verið ótrúliga tungt at sam
ráðast við. Leiðslan hevur
ongan áhuga í at fáa orða
bøkur út, og eg havi langt
síðani mist vónina, um at
bókin kemur út, sigur Kári
Davidsen, sum ikki ætlar
sær at geva bókina ókeypis
frá sær.
Fyrstu ferð hann tosaði
við Mentamálaráðið var, tá
Signar á Brúnni júst var
vorðin
landsstýrismaður,
og Jóannes Dalsgaard var
nýggjur stjóri á Mentamála
ráðnum. Nógvir menta
málaráðharrar hava sitið
síðani, men Kári Davidsen
hevur onga avtalu fingið.
Torbjørn
Jacobsen
gjørdi eitt sprell og lovaði
mær 470.000 krónur. Men
hann setti sum krav, at
bókin skuldi verða liðug
innan nakrar mánaðir. Tað
kláraði eg ikki, og so kom
nýggjur landsstýrismaður,
og
stuðulin
varð
aftur
jarðlagdur,
greiðir
Kári
Davidsen frá.
Tvey tey seinastu árini
hevur hann verið í útgávus
amráðingum við Orðabóka
grunnin, sum er ein sjálvs
ognarstovnur undir Menta
málaráðnum.
Men samráðingarnar við
Orðabókagrunnin
hava,
sambært Kára Davidsen,
gingið striltið. Grunnurin
heldur seg ikki hava ráð at
keypa alla bókina og hevur
ynskt eina minni skúla
útgávu.
Kári Davidsen sigur, at
tingingarnar
gjørdist
so
fløktar, at hann fyri trimum
mánaðum síðani bað ein
sakførara koma inn í málið.
Seinasti fundur var fyri
góðari viku síðani, men
Kári Davidsen hevur lítlar
vónir um nakran sáttmála.
Ynskja minni bók
Kári á Rógvi, formaður í
Orðabókagrunninum, sigur,
at grunnurin hevur verið í
samráðingum
við
Kára
Davidsen, og hann væntar,
at ein sáttmáli skjótt kemur
undir land.
Grunnurin
hevur
avmarkaðar miðlar, og vit
settu okkum ikki førar fyri
at fíggja eina stóra bóka
útgávu, men vit hava bjóðað
Kára Davidsen at geva eina
minni skúlaútgávu út, sigur
formaðurin í Orðabóka
grunninum.
Kári Davidsen sigur, at
hann er opin fyri møgu
leikanum at geva eina minni
útgávu út.
Men tað liggur eisini
eitt arbeiðið í at minka
bókina. Eg kann ikki bara
klippa helvtina úr, tað má
ein raðfesting og meting
gerast, hvørji orð hava
størst týdning til eina skúla
útgávu, greiðir Kári David
sen frá. Og so stúrir hann
eisini fyri, hvat fer at henda
við restina av bókini.
Hvør fer at tíma at geva
eina stóra orðabók út, tá ein
lítil er tøk? Um bara ein lítil
orðabók kemur út, hevur
minst helvtin av arbeiðinum
verið til onga nyttu, sigur
hann.
Tann vanligi hátturin at
fíggja orðabókagerð í Før
oyum, er at Mentamálaráðið
játtar starvslønir til rithøv
undar ella forløg, men Kári
Davidsen hevur ikki fingið
ein slíkan sáttmála í lag.
Hann hevur gjørt bókina
ólønt, og einasti almenni
stuðul, sum hann hevur
fingið, er stuðul til teldu
útgerð.
Kanska helt Mentamála
ráðið, at eg var so idealist
iskur, at eg fór at geva
teimum bókina fyri lítið og
lætt. Men eg eri treiskur.
Ein starvsfelagið segði við
meg, at bókin fór at liggja á
bringuni á mær, tá eg fór í
grøvina, sigur Kári David
sen smílandi, men leggur
afturat, at hann sjálvandi
helst hevði sæð, at bókin
kom út til gagns fyri lærarar,
næmingar,
vinnulívsfólk,
og onnur, sum hava brúk
fyri at samskifta millum
føroyskt og týskt.
Taki bókina við mær í grøvina
Dýrari at flúgva í Íslandi
Nú er dýrari at ferðast við flogfari innanlands í Íslandi.
Flugfélag Íslands boðaði í gjár frá, at felagið hevði
hækkað prísirnar á nøkrum av innanlandsrutunum.
Hækkingin er umleið seks prosent og ber millum annað í
sær, at nú kostar tað 28.000 íslendskar krónur at flúgva úr
Reykjavík eystur á Egilsstaðir og aftur. Árni Gunnarsson,
stjóri, sigur við Morgunblaðið, at prísirnir eru hækkaðir, tí
felagið noyðist rinda meiri fyri ymsar tænastur nú.
Framløga um mekaniskt hjarta
Í kvøld og annaðkvøld fer Ólavur Thune úr Streymnesi at halda fyrilestur
um, hvussu tað er at liva við einum mekaniskum hjarta. Tvær systrar
hansara eru deyðar av somu hjartasjúku, sum hann hevur Ólavur er fyrsti
føroyingur, sum livir við mekaniska hjartanum Heartmate II. Saman við
serkønum á Ríkissjúkrahúsinum hevur hann gjørt eina framløgu á
powerpoint um mekaniska hjartað, sum er eitt frambrot fyri
hjartasjúklingar. Framløgurnar verða í kvøld klokkan 19.30 í Eydnuni á
Oyrarbakka og annaðkvøld klokkan 19 í róðrarneystinum í Árnafirði.
Eftir at Útvarp Føroya í
vikuskiftinum tók málið
um orðabókina hjá Kára
Davidsen
upp,
hevur
Jenis av Rana sett lands
stýrismanninum í menta
málum, Jógvan á Lakjuni,
ein fyrispurning um mál
ið. Tinglimur Miðfloksins
spyr landsstýrismannin,
um hann kann kunna
løgtingið um, hvør veru
liga orsøkin er til at
orðabókin hjá Kára David
sen ikki er ella verður
givin út, og um lands
stýrismaðurin er sinnaður
at taka stig til, at høv
undurin fær virðiligar
sømdir frá tí almenna til
orðabókagerð og útgávu,
uttan mun til um hann av
mentamálaráðnum er bið
in gera hetta verk ella
ikki.
Fyrispurningur
um orðabók
- Kanska helt Mentamálaráðið, at eg var so idealistiskur, at eg fór at geva teimum bókina fyri lítið og lætt. Men eg eri treiskur. Ein starvsfelagið segði við meg, at
bókin fór at liggja á bringuni á mær, tá eg fór í grøvina, sigur Kári Davidsen