týsdagur 4. september 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 170 - 4. september 2007
Í hesum PISA og
alheimsdøgum
kann tað undra, at
at týdningarmikil
arbeiðsamboð sum
orðabøkur ikki
verða raðfestar
hægri í føroyskum
mentanarpolitikki.
Hetta heldur
Helena Dam á
Neystabø, stjóri á
Skúlabókagrunni
Føroya.
ORÐABØKUR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Føroysk vinna hevur tætt
samstarv
við
útlandið.
Føroysk
mentan
og
føroyska
almannaverkið
hava eisini tætt samstarv
við onnur lond, og alt
útbúgvingarverkið er treyt
að av, at føroyingar fara
uttanlands at lesa. Í øllum
hesum spæla orðabøkur ein
stóran leiklut.
Ein útlendingur, sum í
mong ár hevur arbeitt í Før
oyum, er týski barnalæknin,
Ulrike Steuerwald. Hon hev
ur arbeitt nógv í Føroyum
og eigur stóran part av
æruni fyri at fleiri ílegusjúk
ur í Føroyum eru diagnoser
aðar.
Ulrike Steuerwald skilir
og tosar føroyskt. Hesin
kunnleiki er komin í dagliga
arbeiðinum á Landssjúkra
húsinum
og
frá
privat
undirvísing. Men orðabók
hevur hon onga havt, og
hetta hevur verið ein stórur
saknur, sigur hon.
Ein týskføroysk orða
bók hevði gjørt tað nógv
lættari fyri meg at læra
føroyska málið, sigur hon
og leggur afturat, at eisini
fyri til dømis føroysk for
eldur, sum mugu til Týsk
lands at geva børnum sínum
røttu viðgerðina, ger ein
týskføroysk orðabók nógv
an mun.
Helena Dam á Neystabø,
stjóri á Skúlabókagrunnin
um, sigur at í skúlaverkinum
er eisini stórur tørvur á
fleiri orðabókum. Skúla
bókagrunnurin gevur út
mállærutilfar, men mál
undirvísingin verður ikki
optimal uttan orðabøkur.
Tað hevur stóran týdn
ing, at undirvísingin í
fremmandamáli fer fram á
móðurmálinum. Bæði tí tað
er lættari, og tí tað styrkir
kunnleikan um okkara egna
mál, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Serliga í týskum heldur
hon, at tað er upplagt at
arbeiða beinleiðis millum
málini, tí tey líkjast so
nógv
Kári Davidsen brúkar
onkuntíð teldutøku orða
bókina í undirvísingartím
unum, og royndirnar vísa,
at tað fellur næmingunum
nógv lættari at arbeiða
beinleiðis millum føroyskt
og týskt.
Sum nú er, mugu
næmingar fyrst brúka týsk
donsku
orðabókina,
og
síðani eina danskføroyska.
Tá næmingar hava funnið
tað danska orðið, rennur
føroyska orðið teimum ikki
altíð til hugs. So velja teir
antin eitt danskt orð ella
hyggja teir í donskføroysku
orðabókina.
Í báðum førum verður
arbeiðið við føroyska málin
um tungt og næstan fremm
andagerðandi. Royndirnar
hjá Kára Davidsen vísa eis
ini, at næmingar, sum ar
beiða beinleiðis úr týskum
til føroyskt hava eisini nógv
penari mál.
Føroyar hava ongan
orðabókapolitik, og
orðabókaútgávur
eru tí bundnar
at ósjálvsøknum
einstaklingum.
Samstundis druknar
almennur stuðul
til orðabókagerð í
embætisverkinum í
Mentamálaráðnum.
Hetta halda bæði Kári
á Rógvi, formaður í
Orðabókagrunninum
og Kári Davidsen,
orðabókarithøvundur
ORÐABØKUR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Løgtingið játtar á hvørjum
ári á leið eina millión til
orðabókagerð. Mentamála
ráðið umsitur hesa játtan,
og fer hon til stuðul til
ymiska orðabókagerð. Sosi
alurin hevur søkt um innlit
í, hvussu játtanin verður
býtt út, men hevur enn ikki
fingið svar. Kári á Rógvi,
formaður í Orðabókagrunn
inum, sigur, at fyrr fekk
Orðabókagrunnurin
allan
henda pening, men tey sein
astu mongu árini hevur
grunnurin
ongan
stuðul
fingið frá Mentamálaráðn
um.
Vit hava umhugsa at
søkja oljufeløg og privatar
fyritøkur um stuðul, tí í
hesum alheims tíðum eigur
vinnan eisini at hava áhuga
í, at starvsfólk hava lætt við
at flyta úr føroyskum í
onnur mál.
Men Kári Davidsen,
orðabókarithøvundur,
heldur tað vera biddara
gongd at søkja um privatan
stuðul.
Málpolitikkur og orða
bókargerð er ein landsupp
gáva. Hetta eigur landið at
taka sær av. Alt annað er
óvirðiligt, heldur hann.
Eingin orðabókapoli
tikkur er orðaður, ongar
visjónir eru settar upp, og tí
er arbeiðið so bundið at
løgnum einstaklingum, sum
mær sjálvum, sum tíma at
sita í einsemi og stríðast við
einkult orð og vendingar.
Kári
Davidsen
hevur
gjørt eina týskføroyska
orðabók, meðan ein annar
fyrrverandi starvsfelagið er
í holt við at gera eina
føroysktýska
orðabók,
men onki samstarv hevur
verið teirra millum.
Aðrastaðni verður orða
bókgerð stýrd úr erva og
toymi verða sett at skriva
orðabøkur, men hjá okkum
er eingin stýring og onki
samstarv, og tí liggja so
nógvar
orðabókaverkætl
anir í hálvum gekki, heldur
Kári Davidsen.
Føroyski marknaðurin er
so lítil, at orðabókagerð
ikki
loysir
seg
ikki
kommersielt. Tí hevur tað
stóran týdning, hvat landið
ger. Kári á Rógvi, sigur, at
sum
nú
er,
eru
tað
idealistiskir einstaklingar,
sum dríva verkið, men
ynskiligt hevði verið at
hetta alt varð samskipað.
Hann heldur ikki, at Menta
málaráðið eigur at umsita
bókaútgávur, tí ein grunnur
sum
Orðabókagrunnurin
kann
gera
hetta
nógv
smidligari.
Tørva effektiva
leiðslu
Kári Davidsen hevur heldur
onki álit á Mentamálaráðn
um. Hóast hann eftirlýsir
ein meira ábyrgdarfullan og
yvirskipaðan
orðabókar
politik, so heldur hann ikki,
at umsitingin av orðabóka
útgávum skulu liggja hjá tí
almenna.
Løgtingið skuldi við
tikið, at Sprotin umsat alt
orðabókaarbeiðið. Teir hava
royndirnar og málsliga inn
litið og áhugan. Sprotin
hevur tey bestu fólkini og
nógv tað bestu tøknina Og
so hava teir eisini víst, at
teir duga at fáa bøkur út,
staðfestir Kári Davidsen.
Núverandi skipan við
einari orðabókaumsiting í
Mentamálaráðnum, einari í
Orðabókagrunninum
og
einari triðju í privatum
orðabókaforlagi er sambært
Kára Davidsen spill av orku
í einum lítlum samfelag
sum Føroyum. Um føroysk
orðabókagerð varð samlað
undir
einari
effektivari
leiðslu, so slapst undan tí
tunga
embætisveldinum,
sum súltar allar góðar
intentiónir í dag, heldur
hann
Orðbøkurnar hjá Sprot
anum eru teldutøkar, og
geva møguleika fyri bein
leiðis sambandið við brúk
aran. Um onkur hevur eina
viðmerking ella rætting,
kann hon skrivast á heima
síðuna, og ritstjórarnir eru
skjótir at dagføra orða
bøkurnar, sigur Kári David
sen.
Ein yvirskipaður orða
bókapolitikkur skuldi eisini
havt reglur, sum søgdu, at
orðabøkur skulu dagførast
fimta hvørt ár, og at tað í
øllum
førum
ongantíð
gingu meira enn tíggju ár
millum dagføringarnar.
Um bøkurnar ikki verða
dagførdar alla tíðina, verða
tær beinanvegin avoldaðar.
Málið broytist jú alla tíðina,
og í dag síggja vit hvønn
dag nýggj ting, hugtøk og
orðingar, sigur Kári David
sen, sum heldur, at um orða
bókagerð ikki verður hægri
raðfest
av
føroyskum
politikarum, kunnu vit líka
so væl bara góðtaka, at vit
ikki eru før fyri at røkja
okkara mál.
Kári á Rógvi er samdur
við Kára Davidsen í hes
um.
Skal málið vera lív
lagað skulu meira pengar
til, so einfalt er tað, sigur
hann.
25 mio. í Norðanlondum
Fólkatalið í Norðurlondum er farið um 25 milliónir.
Flestu av hesum búgva í Svøríki, omanfyri níggju
milliónir. Í Danmark og í Finnlandi góðar fimm
milliónir og slakar fimm milliónir í Noreg. Í Íslandi
eru tey júst farin um 300.000 fólk, meðan tað í
Føroyum og í Grønlandi búgva ávikavist sløk 50.000
og gott 50. Fólk. Á Álandi búgva 27.000 fólk.
Óli Hans stjóri í Mekta
Óli Hans Hammer Olsen, sum hevur sagt stjórastarvið í Skipaeftirlitinum frá sær,
tekur við sum stjóri í Mekta, sum er ein samanlegging av Eltænastuni og KT
fyritøkuni 7bit . 7bit er ein lítil KTfyritøka í vøkstri, og tí er tørvur á eini styrktari
umsiting, sigur felagið. Frá mánadegnum 3. september varð 7bit saman við el
innleggjaravirkseminum hjá fyritøkuni Eltænastuni lagt í eitt nýtt el og ktsamtak,
sum eitur Mekta. Tað eru Torben Nielsen, Mathias Davidesen og Óli Hans Hammer
Olsen, Kári Sigvardsen, sum eiga Mekta. Kári Sigvardsen hevur KT sum ábrygdar
øki, meðan Óli Hans Hammer Olsen verður settur sum stjóri og umsitingar og
fíggjarábyrgd. Mekta fer at halda til í Heiðahúsunum – nýggja skrivstovubygningin
um, sum TNBygging hevur bygt í Runavík.
Orðabøkur drukna
í Mentamálaráðnum
Alheimsgerð
og málrøkt
uttan orðabøkur
Týska orðabókin hjá Kára Davidsen er bara tøk á hansara egnu teldu. - Aðrastaðni verður orða-
bókgerð stýrd úr erva og toymi verða sett at skriva orðabøkur, men hjá okkum er eingin stýring og
onki samstarv, og tí liggja so nógvar orðabókaverkætlanir í hálvum gekki, heldur Kári Davidsen