týsdagur 24. apríl 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 24. apríl 2001
11
gult11 cyan11 magenta11 svart11
10
Nr. 77 - 24. apríl 2001
gult10 cyan10 magenta10 svart10
Nýtt apotek verður í
næstum bygt í Runa-
vík. Bygt verðurí
framhaldi av heilsu-
miðstøðini
HEILSUVERK
Edvard Joensen
Runavík: Um stutta tíð
verður farið undir at byggja
fjórða apotekið í Føroyum.
Tað verður bygt í Runavík
og fer at kosta eina átta
milliónir krónur.
Nýggja apotekið, sum
talan er um at byggja, verð-
ur bygt upp í heilsumið-
støðina í Runavík. Sostat
verður talan um at fáa
skipað alt heilsuumhvørvið
á staðnum sum eina heild,
sigur Heri Mørkøre, lands-
apotekari.
Hann sigur, at fyrireik-
ingarnar eru komnar heilt
væl áleiðis. Tekningar eru
lidnar, og aðrar fyrireiking-
ar eisini. Kostnaðarmeting
er um at vera liðug, og mett
verður, at apotekið fer at
kosta einar átta milliónir
krónur, sigur hann. Tað
verður helst lkárt at byggja
um nakrar heilt fáar mán-
aðar.
Apotekið
í
Runavík
verður ikki latið upp sum
eitt liðugt apotek soleiðis
beinanveg. Tað vil siga, at
heiligvágsframleiðsla verð-
ur helst ikki beinanveg,
sigur Heri Mørkøre, lands-
apotekari. Men bygning-
urin verður gjørdur soleið-
is, at hann er klárur til tess,
tá tann tið kemur.
Og við teirri gongd, sum
er í løtuni, væntar lands-
apotekarin ikki, at tað
verður ræittiliga leingi, til
tíðin er búgvin at hava eitt
rættiligt apotek í Runavík
eisini.
Tjaldurs Apotekið hevur
havt eina søludeild í Runa-
vík, og tørvur er avgjørt á
henni, hava royndirnar víst.
Gongdin her hevur verið
tann, at heiligvágurin er
umbiðin av læknanum og
framleiddur í Havn. Síðan
er hann sendur til Runa-
víkar seinnapartin og heint-
aður har. Umframt koma so
allar tær vanligu hond-
keypsvørurnar, fólk brúka.
Landsapotekaarin sigur,
at gongdin hevur verið, at
eisini alt fleiri fólk úr
norðara parti av Eysturoy
hava brúkt søluna í Runa-
vík, tí tað er skjótari at fara
tann vegin, enn at fara til
Havnar.
Apoteksverkið í Føroy-
um er alment og kann sum
so ikki samanberast við eitt
nú tað danska. Í Danmark
eru privat apotek, sum lata
heiligvág til privatfólk,
meðan amtini eiga tey so-
nevndu sjúkrahúsapotekini,
sum lata til sjúkrahúsini. Í
Føroyum verður alt latið frá
sama stovni. Tað ger so
eisini, at føroyska apoteks-
verkið hevur skyldu at
senda heiligvágin ókeypis
hagar, hann ikki kann
heintast av einum apoteki
ella sølustaði. Eitt nú út-
oyggjarnar.
Við at hava eitt sølustað í
Runavík, har fólk sjálv
koma at heinta heiligvágin,
hevur apotekið spart væl at
portoútreiðslum, eins og
fólk eisini hava fingið sín
heiligvág skjótari, enn um
hann varð sendur við posti.
Til dømis kann ein sjúk-
lingur í Oyndarfirði biða
um penicillin frá læknanum
mánamorgun. Læknin bið-
ur um heiligvágin frá apo-
tekinum, sum sendir hann
til Runavíkar seinnapartin,
har hann kann heintast við
tað sama.
Skuldi apotekið hinvegin
sent heiligvágin við postin-
um, var hann ikki í Oynd-
arfirði fyrr enn týsdagin.
Tað eru í løtuni trý apo-
tek í Føroyum. Tjaldurs
Apotek umframt Norðoyar-
og Suðuroyar Apotek. Tey
bæði apotekini í Klaksvík
og á Tvøroyri er umleið
líka stór, meðan Tjaldurs
Apotek aftur er fimm ferðir
so stórt sum tey bæði, sigur
landsapotekarin.
Nýtt apotek í Runavík
Sølustaðið, sum Tjaldurs
Apotek hevur í Runvaík,
verður skjótt avloyst av
einum nýggjum apoteki
Mynd: Edvard Joensen
– Tað er neyðugt at
kanna fiskivinnuna út
í æsir útfrá einum
samfelagsligum
sjónarmiði, heldur
Bogi Mortensen,
formaður í Økis-
menningarnevndini
FISKIRÆTTINDI OG
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
– Kemur fiskivinnupo-
litikkurin fyrst inn á skeiva
kós, verður tað ómøguligt
at venda við. Tí er tað
neyðugt at kanna støðuna
væl og virðiliga, áðrenn
kósin verður stungin út í
kortið.
Tað heldur Bogi Morten-
sen, ið var formaður í
økismenningarnevndini,
sum herfyri handaði lands-
stýrinum eitt drúgt álit um
støðuna og framtíðarútlitini
hjá teimum ymsu økjunum
í landinum.
Og nú Jørgen Niclasen,
fiskimálaráðharri,
hevur
gjørt eina frágreiðing um,
hvussu hann heldur, at
fiskivinnupolitikkurin skal
vera, hevur hann lagt stóran
dent á, at reiðarar skulu
hava so fríar ræsur sum
gjørligt at keypa og selja
fiskiloyvi.
Eftir hansara áskoðan, fer
tað at føra við sær, at flotin
fer at laga seg til tað
tilfeingi sum er, og tað fer
sostatt eisini at bøta mun-
andi um rakstrarúrslitið hjá
flotanum, tí tað fara at vera
færri skip og tískil meiri
fiskur til hvørt skipið.
Hesum er Bogi Mort-
ensen
ikki
treytaleyst
samdur í.
– Tað er onki at ivast í, at
fiskiloyvi hava havt, og
framvegis hava stóran týdn-
ing fyri útjaðaran í Før-
oyum.
Hann heldur, at tað er
ringt at hugsa sær, hvar
Suðuroyggin hevði verið í
dag, um hon ikki hevði havt
tað fiskivinnu, hon hevur
havt.
– Hetta hevur ikki bara
týdning fyri sjálva fiski-
vinnuna. Men tað elvir
somuleiðis eisini til nógv
annað virksemið, at skip
koma til eitt pláss at av-
reiða. Tað fylgir nógv
annað virksemi ið kjalar-
vørrinum á skipunum, tí tað
gevur bæði smiðjum, trol-
virkjum,
radiomekanik-
arum, arbeiðsfólki á landi
o.s.fr., o.s.fr., arbeiði.
– Tað avleidda virksemið
er nógv og tað er ongin ivi
um, at fiskiskipini eru eitt
veldugt íkast til tey ymsu
lokalsamfeløgini í Føroy-
um.
Bogi Mortensen sigur, at
tað vísir seg, at skipini
aloftast koma inn har tey
hoyra heima, at avreiða, um
tað yvirhøvur ber til.
– Skip úr Suðuroy av-
reiða í Suðuroynni, eitt nú
til uppboðssøluna í Vági,
og so kunnu virki aðra-
staðni keypa fiskin haðani.
Hann vísir eisini á, at
skipini leggja stóran dent á
at avreiða har, manningin er
frá, tí tað gevur teimum
eina løtu eyka heima.
– Eitt nú er samferðslan
til og úr Suðuroynni so
vánalig, at skulu skip úr
Suðuroy
avreiða
aðrastaðni,
er
stórur
møguleiki
fyri,
at
manningin ikki sleppur
heim, fyrrenn seint um
kvøldið og noyðist avstað
aftur tíðliga morgunin eftir.
Vandi fyri miðsavning
Bogi Mortensen ivast
ikki í, at fáa reiðarar fríar
ræsur at keypa og selja
fiskiloyvi, fer tað at økja
um
vandan
fyri
at
fiskiloyvini
verða
miðsavnað.
–Vit
mugu
síggja
í
eyguni, at kapitalurin er
miðsavnaður. Tí er eisini
vandi fyri, at fiskirættindini
verða miðsavnað.
Tí heldur hann, at tað
hevur stóran týdning, at vit
gera okkum púra greitt, um
hetta er tað rætta.
Og hann heldur, at fyri at
finna útav tí, mugu nógv
fleiri kanningar gerast um
støðuna,
enn
tað
eru
gjørdar higartil
– Tað er ikki nóg mikið at
taka fiskiflotan burturúr
heildini og viðgera hann
fyri seg sjálvan. Tað er ikki
sagt, at tað, sum er tað
besta fyri teir einstøku
reiðararnar, eisini er tað
besta fyri samfelagið, sum
heild.
–Tí er tað sera neyðugt,
at vit viðgera fiskivinnuna
útfrá einum samfelags-
ligum sjónarmiði og ikki
bara útfrá einum ísolerað-
um, vinnuligum sjónar-
miði.
Tað skerst ikki burtur, at
bæði fiskivinnufrøðingar
og búskaparfrøðingar hava
mælt til, at reiðarar fáa fríar
ræsur at keypa og selja
kvotur.
– Men eg haldi eisini, at
teir hava viðgjørt málið
útfrá einum isoleraðum,
vinnuligum
sjónarhorni.
Men eg haldi, at tað skal
meiri til fyri at taka tað
røttu avgerðina. Tað er
neyðugt at seta fiskivinn-
una í ein samfelagsligan
samanhang og tá kann tað
væl henda, at myndin sær
øðrvísi út.
Hann vil ikki við hesum
siga, at hann heldur, at
fiskiloyvi skulu býtast út á
økir.
– Men eg haldi avgjørt, at
tað er neyðugt at viðgera
fiskivinnuna, sum er okk-
ara høvuðsvinna, útfrá ein-
um samfelagsligum sjónar-
miði. Og í tí sambandi
skulu eisini vinnulig og
økismenningarlig
atlit
takast.
Og tað heldur hann,
hevur avgerandi týdning at
gera, áðrenn avgerandi stig
verða tikin - ikki minst tá ið
tað eisini er staðfest, at
fiskiríkidømið
er
ogn
Føroya fólks.
– Leggja vit fyrst á skeiva
kós, er tað vónleyst at rætta
skútuna aftur. Standa vit
um 10 ár og eru komin til ta
niðurstøðu, at tað var skeivt
at geva leyst at keypa og
selja fiskirættindi, kanska tí
at øll fiskiloyvini eru mið-
savna, verður tað vónleyst
at venda gongdini aftur og
at lóggeva fiskiloyvi út
aftur á tey ymsu økini í
landinum. Vit vita av
royndum, at tað ber ikki til,
sigur Bogi Mortensen.
– Tí heldur hann at tað er
avgerandi neyðugt, at málið
verður lýst út í æsir, áðrenn
nøkur stig verða tikin.
– Tað er neyðugt at
bygnaðurin í fiskiflotanum,
sum hann er nú, verður
lýstur út í æsir. Samstundis
mugu nágreiniligar kann-
ingar setast í verk av,
hvørjar avleiðingar tað fer
at fáa fyri samfelagið, um
vit fara hendavegin, ella
hinvegin við fiskivinnu-
politikkinum.
Hann vísir m.a. til kjakið,
sum nú hevur tikið seg upp
um almenna umsiting.
– Taka vit almenna um-
siting burturúr heildini, og
meta hana fyri seg, er tað
kanska effektivast, at hon
øll liggur í Havn. Men sam-
stundis er niðurstøðan, at
samfelagsliga er tað betri,
at hon er spjødd út um
landið. Tí eru nakrar upp-
gávur tiknar frá miðfyri-
sitingini og lagdar út til
kommunurnar, og framyvir
fara helst fleiri málsøki
sama veg.
Vil hava betri
grundgevingar
Formaðurin í Økismenn-
ingarnevndini trýr heldur
ikki rættiliga uppá, at tað
fer at føra til eitt so nógv
betri
rakstrarúrslit,
um
reiðarar sleppa at keypa og
selja kvotur, sum teir vilja.
– Ein kanning hjá Farec
hevur júst staðfest, at
føroyski fiskiflotin er væl
rikin afturímóti tí norska og
tí íslendska fiskiflotanum.
Bogi Mortensen vísir
eisini á, at tað er ongin
loyna, at undirleverandørar
av ymsum slag, eitt nú
skipasmiðjur, og aðrir við,
hava sett pening í nógv
skip.
– Tað skerst ikki burtur,
at tað bindur skipini í ein
ávísan mun. Og tað, at
skipini eru bundin at ávís-
um undirleverandørum, er
ikki nakað, sum fremur
tann besta raksturin.
Hann heldur tí, at skal tað
gevast leyst at keypa og
selja fiskiloyvi, skulu betri
grundgevingar til, enn tað,
at tað fer at føra við sær, at
tá fer flotin at verða so
nógv betri rikin, enn hann
er nú.
Ikki ráfiskabýtið
umaftur
Fyri út ímóti 20 árum
síðani skuldi eitt ráfiska-
býti setast í verk í Før-
oyum, so at hvørt øki í
landinum skuldi hava rætt
til eitt ávist tonsatal av
fiski.
Men tað gekk ikki leingi.
Bogi Mortensen heldur,
at verður niðurstøðan, at
tað er rætt at leggja fiski-
loyvi út á økini, kann tað á
ongan hátt samanberst við
ráfiskabýtið.
– Eg taki ikki undir við
eini skipan sum ráfiska-
býtið var, tí tað er ikki til
bata fyri nakra framleiðslu,
ella prís. Tá er tað øðrvísi at
leggja fiskiloyvini út á
økini, tí tað ávirkar ikki
kappingina um fiskin á
landi, tí hvør sum helst
kann keypa fiskin, sigur
Bogi Mortensen.
Í dag verður aðal-
orðaskifti á tingi um
fiskivinnupolitikkin í
Føroyum í framtíðini.
Fiskivinnuráðið
heldur ikki, at vit
kunnu bænta
kollveltandi
broytingarnar
AÐALORÐASKIFTIÐ
Áki Bertholdsen
Á tingfundi í dag fer Løg-
tingið at hava aðalorða-
skiftið um frágreiðingina,
sum Jørgen Niclasen her-
fyri legði fram um fram-
tíðar fiskivinnupolitikkin.
Jørgen Niclasen sigur, at
endamálið við frágreið-
ingini er at birta upp undir
eitt
fiskivinnupolitiskt
orðaskifti.
– Frágreiðingin er ætlað,
sum ein stevnuskrá fyri
framtíðina, ið saman við
niðurstøðunum frá orða-
skiftinum í Løgtinginum,
verður grundarlagið undir
at seta fiskivinnupolitisku
kósina
framyvir,
sigur
Jørgen Niclasen
Ikki kollveltandi
broytingar
Fiskivinnuráðið hevur havt
frágreiðingina til viðgerðar
og tað heldur ikki, at lagt
verður ikki upp til koll-
veltandi broytingar í fiski-
vinnupolitikkinum.
– Hetta er ein frágreiðing,
sum “signaliserar stabilitet”,
heldur Ráðið.
Fiskivinnuráðið metir, at
tilfarið er eitt gott yvirlit
yvir, hvørjar reglur og við-
urskifti annars eru galdandi í
fiskivinnuni. Í onkrum broti
kann tó vera eitt sindur
trupult at finna greiðu á,
hvat ið er galdandi reglur, og
hvat er stevnumið.
Á hesum fundinum í
Fiskivinnuráðnum
vóru
Maria F. Róin, sum er
formaður, Marita Rasmus-
sen, sum umboðar Rá-
fiskakeyparafelagið,
Óli
Jacobsen fyri Fiskimanna-
felagið), Auðunn Konrads-
son fyri Meginfelag Út-
róðrarmanna, Gunnbjørn
Joensen, sum umboðar
Reiðararfelagið og Osmund
Justinussen,
ið
eisini
umboðar Reiðararfelagið,
umframt Eyðfinn Finnsson,
sum er skrivari hjá ráðnum.
Ikki semja
Fiskivinnráðið sigur, at í
ráðnum var serligur áhugi
fyri tí, sum stendur um
rættindini at keypa og selja
fiskirættindi.
– Semja er ikki í ráðnum
um umsetiligheit, onkrir
limir vilja hava størri
umsetiligheit, aðrir ikki,
onkur limur tekur undir við
uppskotinum um, at markið
fyri umsetiligheit millum
bólkar verður flutt úr 40
tonsum niður í 15 tons,
onkur mælir til, at einki
mark
skal
vera
fyri
umsetiligheit
millum
bólkar, meðan umboðið
fyri Meginfelag Útróðrar-
manna mælir til, at markið
verður flutt uppá 110 tons
soleiðis, at skott verður
millum útróðrarflotan og
skipini, sigur Fiskivinnu-
ráðið.
Annars sigur Fiskivinnu-
ráðið, at fiskivinnan á landi
tekur fult út undir við at
størri dentur verður lagdur
á gransking og menning ,
og at vinnan sær fram til at
síggja fiskivinnupolitikkin
á hesum øki verða framdan
í verki.
Tó vísir ráðið á, at
biotøkni, sum helst er eitt
vakstrarøki í fiskivinnuni
framyvir, ikki er nevnt í
frágreiðingini
Fiskiloyvi hava stóran týdning
fyri útjaðaran
– Tað er ikki nóg mikið at
taka fiskiflotan burturúr
heildini og viðgera hann fyri
seg sjálvan, tí tað er ikki vist,
at tað, sum er tað besta fyri
teir einstøku reiðararnar,
eisini er tað besta fyri
samfelagið, sum heild, sigur
Bogi Mortensen, sum var
formaður í
Økismenningarnevndini
Ikki kollveltandi broytingar