týsdagur 24. apríl 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
12
Nr. 77 - 24. apríl 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Mest umrødda málið
undan aðalfundinum
hjá Hondbóltssam-
bandinum mundi
vera uppskotið um
eina víðkan av bestu
kvinnudeildini, men
aðalfundurin feldi
hetta uppskotið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hondbóltssamband Føroya
hevði árliga aðalfundin leyg-
ardagin, og longu undan
fundinum tóktist greitt, at
hesin fór at verða av tí meira
drúgva
slagnum.
Fleiri
áhugaverd uppskot vóru á
skránni, og tað vísti seg
eisini, at fundarfólkið mátti
nýta at kalla allan leygar-
dagin til fundin, sum vardi
frá kl. 10 um morgunin til
knapt fimm seinnapartin.
Víðkanin fall
Eitt av teimum evnum, sum
hava fingið mest umrøðu
seinastu tíðina, er málið,
hvørt tað skulu verða Tjaldur
ella Sóljan, sum skulu flyta
niður úr bestu kvinnudeildini.
Enn er hetta mál avgreitt,
men á aðalfundinum varð lagt
fram uppskot, sum kundi
tryggjað, at bæði liðini kundu
verða verðandi í deildini.
Uppskotið snúði seg um
at víðkað talið av liðum í
bestu kvinnudeildini til átta
lið, og varð hetta samtykt,
hevði tað gjørt tað sama,
hvat úrslitið av ígongdver-
andi málinum hevði verið.
Roknað var framman
undan aðalfundinum við, at
nøkur feløg fóru at taka
undir við uppskotinum,
men hóast hetta so var
undirtøkan ikki nóg stór, til
tess at samtykkja upp-
skotið. Fýra atkvøður vóru
fyri uppskotinum, meðan
seks vóru ímóti, og so var
ikki so nógv annað at gera
við hetta.
Tríggjar útlendingar
Eitt annað evni, sum eisini
hevur fingið drúgva um-
røðu í farna kappingarári er
talið av útlendingum, sum
hvørt liðið kann hava í
dysti. HSF hevur ikki havt
egnar reglur á hesum øk-
inum, og í ár hevur so iva-
mál tikið seg upp, hvørt tað
var loyvt Stjørnuni og VÍF
at hava tríggjar útlendskar
leikarar í hópinum.
Hetta varð fyri fyrst góð-
kent av HSF, men nú hevur
sambandið so viðtikið ser-
stakar reglur á økinum, og í
hesum verður staðfest, at
hvørt lið hevur loyvi at nýta
tríggjar útlendskar leikarar.
HSF hevur ikki gjørt reglur
fyri, hvussu ein útlendingur
verður defineraður, so tað
verða reglurnar hjá ÍSF,
sum gera av, hvørjir leik-
arar verða roknaðir fyri
útlendingar.
Nýggjan fund
Annars vóru fleiri onnur
áhugaverd uppskot, men
felags fyri flestu av hesum
var, at tey vórðu útsett til
eykaaðalfundin, sum HSF
fer at hava í juni ella juli
mánaði.
Millum hesi mál er
millum annað eitt uppskot
til reglur fyri sáttmálaleik-
arar, sum kappingarnevnd-
in skal gera til ta tíð, eins
og tað eisini skal takast
støða til, í hvønn mun
yngru leikararnir í fremstu
deildunum skulu kunna
flyta millum deildir.
Valini
Annars skuldu fleiri nevnd-
arlimir veljast á fundinum,
og í summum førum við-
førdi hetta broytingar í
nevndunum undir HSF.
Starvsnevndin trelir nú
Petur Ova Petersen, Turid
Samróð, Kára Durhuus og
Rógva
Nielsen.
Rógvi
hevur undan hesum verið
tiltakslimur í nevndini, men
eftir at Kári Mortensen
segði nevndarsessin frá
sær, er Rógvi nú valdur í
nevndina. Nýggjur tiltaks-
limur er Simona Nielsen.
Kappingarnevndin
er
óbroytt eftir aðalfundin.
Jógva Martin Mørk og
Julian Olsen vórðu her aft-
urvaldir, meðan Pól Mag-
nussen ikki stóð fyri vali.
Í dómsnevndini ynskti
Turid Samróð ikki at stilla
uppaftur, og nýggja dóms-
nevndin er sett saman av
Niels Nattestad, Jógvan
Elias Winther Poulsen og
Øssur av Steinum.
At enda skuldi eisini
nýggjur limur veljast í
dómaranevndina, har Han-
us Kúrberg hevur tikið seg
úr. Nýggju limur her er
Hans Holm, og afturat sær
hevur hann teir báðar,
Hjalmar
Petersen
og
Kristian Johansen.
Nr. 77 • týsdagur • 24. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Havnarfeløgini
skulu dystast í
aðrari hálvfinaluni,
meðan hin upp-
gerðin verður
ímillum feløgini í
næststørstu og
triðju størstu
kommununum
LØGMANSSTEYP
Jóannes Hansen
Nú er tað komið so mik-
ið langt, at tað er greitt,
at ein nýggjur steypa-
vinnari skal finnast. Í
fjør megnaði GÍ at vinna
sítt fyrsta lutabræv í
nýggja løgmanssteyp-
inum. GÍ tapti sunnu-
dagin fjórðingsfinaluna
ímóti NSÍ. Tað vil við
øðrum orðum siga, at
gøtumenn hava ongan
møguleika
at
koma
víðari í kappingini.
NSÍ er tað einasta av
teimum fýra feløgunum
í hálvfinaluni, sum ong-
antíð hevur vunnið løg-
manssteypið. Í 1998
vann HB fyrsta løg-
manssteypið til ognar.
KÍ, sum sunnudagin við
sigri á ÍF kom í hálv-
finaluna, vann í 1999
fyrstu kappingina um
nýggja løgmanssteypið.
B36 vann eina ferð
kappingina um fyrsta
løgmanssteypið. Tað var
í 1991. Tað vil við øðr-
um orðum siga, at tað
eru ellivu ár síðani, at
B36 endaði ovast í
steypakappingini.
NSÍ hevur eina ferð
vunnið steypakapping-
ina. Tað var í 1986.
Hetta árið var tað sætta,
at tað varð kappast um
triðju ísafjarðarsúluna,
sum HB vann til ognar í
1988.
B36, HB og KÍ hava
øll luttikið í Europa Cup
sum
meistarar
og
steypavinnarar. NSÍ er
einasta felagið í hálv-
finaluni, sum ongantíð
hevur roynt seg í Europa
Cup.
Ólavsøkan ímóti
bygdarmonnum
Longu fríggjamorgunin
varð lutur kastaður um,
hvussu liðini skulu hitt-
ast í hálvfinaluni. Tað er
greitt, at NSÍ og KÍ
skulu spæla í aðrari
hálvfinaluni, og at B36
og HB skulu spæla í
hinari
hálvfinaluni.
Fyrra umfarið í hálv-
finaluni verður sunnu-
dagin 13. mai. Seinna
umfarið verður Kristi
himmalferðardag, sum
verður hósdagin 24.
mai.
B36 og HB hava
longu spælt tvær ferðir
ímóti hvørjum øðrum í
bólkaumfarinum
í
steypakappingini. Báðu
ferðirnar var úrslitið
1–1. Um tað stendur á
jøvnum
eftir
bæði
umførini í hálvfinaluni,
so fer tað liðið, ið hevur
skorað
flest
mál
á
útivølli, víðari í final-
una. B36 og HB eiga
bæði
heimavøll
í
Gundadali, og tey fara
sjálvsagt at kenna seg á
heimavølli
í
báðum
dystunum.
Men
tað
verður B36, sum fer at
eiga heimavøllin í fyrru
hálvfinaluni, og HB fer
at eiga heimavøll í
seinnu hálvfinaluni.
Kí eigur heimavøll í
fyrra umfarinum, og
NSÍ í seinna umfarinum.
Spurningurin
er
so,
hvørji lið fara at hittast í
finaluni. Møguleikarnir
eru hesir: B36–NSÍ.
B36–KÍ, HB–NSÍ og
HB–KÍ. Tað einasta,
sum er víst, er, at finalan
verður
ein
uppgerð
ímillum annað av stóru
feløgunum í høvuðs-
staðnum og felagið í
næststørstu ella í triðju
størstu kommununi í
landinum. Finalan er
ásett at vera á Tórsvølli
ólavsøkudag.
Havnin ímóti
bygdarmonnum
á ólavsøku
Eingin víðkan
av deildini
Besta kvinnudeildin fer eisini at telja sjey lið komandi kappingarár, so antin Tjaldur ella Sóljan noyðast niður í aðru deild
Tróndur Patursson og
J. P. Gregoriussen
sýna fram í Keyp-
mannahavn
LIST
Turið Kjølbro
Í hesum døgum ber til at
síggja fjølbroytta føroyska
list á tveimum støðum í
Keypmannahavn. Fram til
10. juni sýnir Tróndur
Patursson fram glaslist,
vatnlitsmálningar og gra-
fikk í Kastrupgårdsaml-
ingen, Kastrupvej 399. Út-
gangstøðið hjá Tróndi er
stórfingna náttúran, sum er
rundan um hann í heim-
bygdini Kirkjubø.
Um somu tíð er fram-
sýningin
“Kirkjurnar
í
Føroyum” komin til Keyp-
mannahavnar.
Hetta
er
komið í lag í samstarvi við
nevndina fyri Túsundára
haldið fyri kristnanini av
Føroyum.
Framsýningin
hevur verið runt um í
Føroyum, í Norðurlanda-
húsinum í Reykjavík og er í
hesum døgum at síggja í
Nordisk Ministerråd, Store
Strandstræde 18 í Keyp-
mannahavn. Tað ber til at
síggja framsýningina yrka-
dagar frá kl. 9.00-16.00
fram til 4. mai. Tað eru
tekningarnar í teim fýra
bókunum um kirkjurnar í
Føroyum
eftir
J.
P.
Gregoriussen, arkitekt og
listamann,
sum
verða
sýndar fram.
– Eg hevði ikki rokn-
að við, at so nógv
verður gjørt burtur
úr skúlagongdini, tí
nógvir háskúlar bera
orð fyri at fara lætt
um skúlagongdina.
Men í Kungälv krevja
lærararnir nógv av
okkum, og av tí sama
hava vit lært nógv,
sigur Birita Andrea-
sen, sum gongur á
norðurlendska
háskúlanum í
Kungälv
ÚTBÚGVING
Turið Kjølbro
Í fýra vikur hevur 23 ára
gamla Birita Andreasen úr
Vestmanna verið í starvs-
venjing á Sosialinum. Bi-
rita gongur á háskúla í
Kungälv á journalistgrein-
ini. Hon varð liðug á hægri
handilsskúla í fjør.
– Eg havi leingi ætlað at
farið á háskúla, mær hevur
altíð dámað væl at skriva
og tá ið eg blaðaði í Høj-
skolens Fælleskatalog, kom
eg fram á háskúlan í Kung-
älv, greiðir Birita frá.
Háskúlin í Kungälv er
norðurlendskur skúli. Hann
liggur stutt frá næst størsta
býnum í Svøríki, Gøteborg,
einar 20 minuttir at koyra
við bussi. Á skúlanum
ganga 300 næmingar, har
70 teirra eru ung úr øllum
Norðurlondum, ið búgva á
skúlanum. Hinir 230 næm-
ingarnir eru sviar, sum
ganga á háskúlanum sum
fyrireiking til miðnáms-
skúlan. Skúlaárið er 10
mánaðir, frá august til sein-
ast í mai.
– Mær dámar ógvuliga
væl. Skúlin liggur á einum
heyggi í einum bý, um-
hvørvið er sera vakurt við
nógvum trøum, sigur Birita.
Krevjandi og læruríkt
Lærararnir eru úr Noregi,
Svøríki og Danmark, og
gestalærarar
úr
øðrum
londum undirvísa eisini á
skúlanum. Skúlaskipanin er
bygd upp av ymiskum
greinum, journalistgreinini,
Skagerak-greinini,
tón-
leikagreinini,
sjónleika-
greinini,
og
demokrat-
greinini. Tey trý úr Før-
oyum, sum ganga á skúla í
Kungälv hetta skúlaárið,
ganga á hvør sínari grein.
Skúlagongdin er ógvu-
liga væl fyrireikað.
– Eg hevði ikki roknað
við, at so nógv verður gjørt
burtur úr, tí nógvir háskúl-
ar, í øllum førum í Dan-
mark, bera orð fyri at fara
lætt um skúlagongdina.
Men í Kungälv krevja
lærararnir veruliga nógv av
okkum, tað gongdur skjótt
fyri seg og av tí sama hava
vit lært nógv. Vanliga fáa
vit eina uppgávu um morg-
unin, sum skal verða liðug
á middegi og so tosa við um
allar uppgávurnar seinna-
partin, sigur Birita, sum
gongur í flokki saman við
einum finnlendingi og 11
svium.
Skúlagongdin er skipað
við evnisarbeiði. Eitt nú
hevur útvarpsarbeiði verið
á skránni í tvær vikur,
síðani reportasjur, tíðindi
og annað, og evnini ganga
uppá skift. Næmingarnir
skulu í starvsvenjing eina
ferð og tá skulu teir velja
seg inn á eina ávísa grein.
Birita valdi at fara í starvs-
venjing
á
Sosialinum,
lutvíst tí hon vildi sleppa at
skriva og lutvíst tí hon vildi
sleppa heim til Føroya eina
tíð.
– Okkara flokkur hevur
mest sum bara svenskar
lærarar, á skúlanum skrivi
eg alt á donskum, men eg
vildi sleppa at royna meg á
føroyskum. Mær dámar alt
journalistarbeiði, tað er
stuttligt at gera útvarp, men
best dámar mær tó at
skriva, sigur Birita.
Hon letur væl at tíðini í
blaðhúsinum á Argjum.
Hon hevur mest sum fingið
fríar teymar at gera sum
hon vil, men hevur kortini
verið partur av føstu blað-
fólkamanningini við bind-
andi evsta marki hvønn
dag.
– Nú havi eg í øllum
førum funnið út av, hvussu
lívið er á einum blaði.
Framman undan visti eg, at
blaðfólk
arbeiða
undir
trýsti og at alt skal ganga
skjótt fyri seg, so tað er ikki
komið óvart á meg. Í roynd
og veru haldi eg tað er
stuttligt, at alt skal ganga so
skjótt fyri seg. Best dámar
mær at fara út og tosa við
fólk heldur enn at ringja út
til fólk.
Framtíðin
Birita hevur ikki gjørt upp
við seg sjálva, um tað er
journalist hon skal læra til.
Háskúlin í Kungälv er sum
nakað nýtt farin undir ein
yvirbygnað til journalist-
greinina, sum eisini varir
eitt ár. Til hesa greinina
sleppa bara átta næmingar.
Um Birita søkir upptøku til
yvirbygnaðin
velst
um
ymisk viðurskifti, eitt nú
kostnað, tí tað er ikki heilt
bíligt at ganga á háskúla í
Kungälv.
Skúlagongdin
kostar 40.000 krónur fyri
hvønn næming. Seks ung-
fólk úr Føroyum og Íslandi
fáa á hvørjum ári hálvt
frípláss á skúlanum hvør,
og umframt ber til at søkja
um
stuðul
úr
ymsum
grunnum, soleiðis at kostn-
aðurin verður minni. Næm-
ingarnir fáa ikki lestrar-
stuðul, so eisini lumma-
pengar skulu tey ungu
útvega sær sjálvi.
– Eg vil kortini mæla
øllum til at fara á háskúla í
Kungälv. Tað er eitt upp-
livilsi fyri lívið, í frítíðini er
nógv at gera og fara til, í
vikuskiftinum fara vit ofta
til Gøteborg ella okkurt
verður fyriskipað á stað-
num. Og vinir fær ein
eisini, greiðir Birita frá.
Í gjár byrjaði Birita aftur
á skúlanum í Kungälv.
Áðrenn skúlatíðin er av um
ein góðan mánað, skal hon
á reportasju-ferð til Álands.
Myndatekstur: – Eg mæli
øllum ungum til at fara á
háskúla í Kungälv. Tað er eitt
upplivilsi fyri lívið, sigur 23
ára gamla Birita Andreasen
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroysk list í Keypmannahavn
Tróndur Patursson
J. P. Gregoriussen
Krevjandi og læruríkt