týsdagur 24. apríl 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 24. apríl 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
14
Nr. 77 - 24. apríl 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Eftir at hvørki liðið í
fyrra umfarinum
hevði torað at slept
verjupartinum læt
eitt mál tíðliga í 2.
hálvleiki upp fyri
nógvum álopsspæli
LØGMANSSTEYP
Jóannes Hansen
B36 saman við fleiri enn
hálvt hundrað viðhalds-
fólkum fóru í góðum hýri
av Toftum sunnudagin.
Teirra lið hevði kvali-
fiserað seg til hálvfinal-
urnar ímóti grannunum úr
HB. Í tveimum løtum sá tað
út til, at B36 skuldi vinna
tryggan sigur, men báðu
ferðirnar svaraði heima-
liðið aftur, og tí var tað sera
undirhaldandi og spenn-
andi í 2. hálvleiki.
Fyrra umfarið var einki
at skriva um. Tað var sera
sjónskt, at hvørgin parturin
vildi dumma seg í verju-
partinum. Tí var fyrru trý
korterini millum lítið og
einki av skipaðum álops-
spæli, og málmøguleikarnir
vóru fáir og smáir. Arnold
Joensen hjá B68 fekk ein
møguleika
beinanvegin.
Hevði hann havt skoraði,
hevði dystargongdin sjálv-
andi tørnað øðrvísi út.
Hann skoraði ikki, og so
var talan um tómgongd.
Hvørki liðið megnaði at
bróta ígjøgnum í borðun-
um, og tá tað endiliga eydn-
aðist var millum lítið og
einki fólk at taka ímóti
undir málinum.
Hjá B68 vóru Hans Fróði
Hansen og Jan C. Dam í
miðverjuni, og Jan Petersen
og Messias á vongverjun-
um. Tað tóktist ivaleyst at
taka sær av Jákupi á Borg
og eitt sindur skadda
Magna á Lakjuni, sum vóru
einsamallir á B36 toppin-
um, meðan John Petersen,
sum spældi ímillum teir
báðar, ofta var væl longri
afturi á vøllinum.
Hvørki Súni Fríði Jo-
hannesen ella Marcello
Marcellino vóru tøkir. Tí
var Mortan Hansen einsa-
mallur á toppinum. Mið-
vallarspælararnir Arnold
Joensen í høgru, Jann Ingi
Petersen, Fróði Benjamin-
sen, Øssur Hansen og John
Heri Dam, sum var ytstur í
vinstri, royndu at skiftast
um at stuðla einsamalla
manninum á toppinum,
men tað tóktist ikki at vera
serliga lætt.
Undirhaldið
Tá B36 kom á odda, høvdu
B68 menninir fingið varskó
um, at tað kundi kiksað.
Heðin á Lakjuni, sum eftir
anonyman 1. hálvleik var
sera sentralur í seinna
umfarinum, fór ígjøgnum,
men
Magnus
Poulsen
refleksbjargaði, tá Jákup á
Borg úr púra leysari støðu
royndi at umseta flata
innleggið. Bólturin stakk út
frá, langskotið var gott,
men Magnus fekk bent til
horna.
Fyrsta leiðslumálið kom
eftir uppspæl í vinstru.
Heðin á Lakjuni legði flatt
innfyri, bólturin streyk
framvið málinum, og aftan
fyri
handara
stólpan
smekkaði Jan Guttesen –
nú tykist hann ætla sær at
skora á hvørjum ári! – upp í
nettakið.
So hekk spælið betri
saman hjá báðum pørtum.
Øssur Hansen og Fróði
Benjaminsen, sum við skoti
úr 45 metrum rakti tvør-
træið aftanfyri Trónd Vatn-
hamar, vóru frammarlaga,
og B68 royndi at leggja
trýst á. Men knappliga
endaði B36 uppspæl í
vinstru við øktari leiðslu.
John Petersen og Jens
Kristian Hansen vórðu
báðir leysir á brotsteigar-
markinum mitt fyri, og tað
var Jens Kristian, sum
tykist vera komin seg heilt
eftir skaðan, ið helt honum
burtur frá landsliðnum,
sum sendi í nettakið, með-
an toftamenn vildu hava
rangstøðu og kanska frí-
spark. Men tað helt dóm-
arin avgjørt ikki.
So var 2–0, og uppgávan
tóktist ómøgulig hjá B68.
Eftir uppspæl borð úr borði
og
innlegg
úr
høgru
minkaði Mortan Hansen
um munin, og so var aftur
spenningur í. B68 spenti
álopsbogan, og B36 skoraði
aftur í skjótálopi. Hesa ferð
var tað innskifti Kenneth
Jacobsen, sum sendi dygst
framvið stólparótini, eftir
uppspæl frá John Petersen
og innskifta Egili Zacha-
riasen. Innskifti Bogi Peter-
sen sendi langskot í B36
málið,
men
toftamenn
komu ikki nærri.
Dysturin í tølum:
B68-B36 2-3 (0-0)
0-1: Jan Guttesen
0-2: Jens Kristian Hansen
1-2: Mortan Hansen
1-3: Kenneth Jacovbsen
2-3: Bogi Petersen
B68: Magnus Pouslen – Jan
Petersen, Hans Fróði Han-
sen, Jan C. Dam, Messias
Perreira – Arnold Joensen,
Jann Ingi Petersen, Fróði
Benjaminsen, Øssur Han-
sen, John Heri Dam –
Mortan Hansen
B36: Tróndur Vatnhamar –
Herbert í Lon Jacobsen,
Arnbjørn Danielsen, Jens
Kristian Hansen – Klæmint
Matras, Jan Guttesen, Pól
Thorsteinsson, Heðin á
Lakjuni – Jákup á Borg,
John Petersen, Magni á
Lakjuni
Ein nevnd undir
Flogbóltssambandi
num verður nú sett
at endurskoða
kappingarreglurnar
fyri yngru liðini
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Flogbóltssamband Før-
oya hevði aðalfund um
vikuskiftið, og eitt av
føstu málunum á skránni
var sjálvandi val av
nevnd. Formaðurin í
FBF, Niclas Joensen,
stóð ikki fyri vali, men
nevndarfelagar hansara
skuldu veljast av nýggj-
um. Hetta viðførdi tó
onga broyting, tí bæði
Magnus Tausen, skrivari,
og Trygviu H. Poulsen,
kappingarleiðari vórðu
einmælt afturvaldir. Til-
takslimir í nevndini eru
Jónsvein
Nielsen
og
Rúni Weihe, báðir úr
Havn.
Størsta málið á fund-
inum tóktist framman
undan at vera viðgerðin
av kappingini hjá yngru
deildunum, og tað vísti
seg eisini, at hetta málið
fekk eina drúgva viðgerð
á fundinum.
Fleiri uppskot vóru
komin inn um hetta evn-
ið, og størsta broytingin
verður í fyrsta umfarið,
at tað frá komandi kapp-
ingarári
verða
fleiri
kappingar, sum fara at
telja í stríðnum um før-
oyameistaraheitið. Áður
hevur tað bert verið tann
eina kappingin, sum
hevur avgjørt, hvør kann
rópa seg FM vinnara,
men framyvir verður
talan um fimm kapping-
ar.
Hesar verða í fyrsta
umfari kappingarnar hjá
TB, Fleyr, Mjølni og
Drátti, umframt eina
nýggja kapping, sum
FBF sjálvt skal skipa
fyri.
Annars samtykit aðal-
fundurin eisini, at ein
serstakur bólkur skal
gjøgnumhyggja alt kon-
septið, sum flogbólturin
hjá yngru liðunum í dag
koyrir eftir. Í Flogbólts-
sambandinum
fegnast
tey annars um, at til-
gongdin av yngru leik-
arunum hevur verið sera
stór seinnu árini, men
hinvegin hevur fram-
gongdin einamest um-
fara gentulið, og spurn-
ingurin er so, um nakað
kann gerast, til tess at
eisini
fleiri
dreingir
skulu fara undir flogbólt-
in.
Alt hetta setir tó eisini
onnur krøv um tilrættis-
leggjan og annað, og tí
gjørdi aðalfundurin altso
av at seta ein bólk at
kanna málið., Ætlandi
skal bólkurin verða lið-
ugur við arbeiðið seinast
í mei mánaði.
Gott flogbóltsár
Annars frøddist nevndin
í FBF um, at undanfarna
kappingarár hevur verið
sera virkið, hvat flog-
bólti viðvíkur. Vedding-
arpengarnir úr Danmark
hava eiga so avgjørt sín
stóra lut í hesum, verður
sagt, og í formansfrá-
greiðingini varð nortið
við, hvussu stóran týdn-
ing tað hevur, at mynd-
ugleikarnar á økinum
ikki fara at lækka stuð-
ulin til ítróttin av hesi
orsøk. Eitt nú hevur FBF
í ár havt møguleika at
senda A-landslið til C-
EM kappingina, eins og
aktiviteturin fyri yngru
landsliðini hevur veirð
størri enn undanfarin ár.
Sum nakað nýtt, fer
FBF nú undir eina skip-
aða venjaraútbúgving.
Klæmint
Isaksen
er
settur at taka sær av sam-
skipanini í hesum, og
verður hetta gjørt í sam-
starvi við danska flog-
bóltssambandið. Hetta
merkir,
at
umframt
grundútbúgvingina, sum
er tann, sum FBF skipar
fyri, er møguleiki hjá
venjarunum at útbúgva
seg víðari innan skipan-
ina hjá danska samband-
inum. Hetta verður so
avgjørt mett sum eitt øki
av stórum týdningi, og tí
má tað sigast at vera
gleðiligt, at Flogbólts-
sambandið nú fer undir
eitt miðvíst arbeiði á
hesum økinum.
Endurskoðað
kappingar-
reglurnar
B68–B36 2–3 (0–0)
Lívligt seinna umfar
á Toftum
B36 leikararnir kundu
sunnudagin fegnast um, at
tað hevur eydnast teimum at
leikt seg í hálvfinaluna í
kappingini um
Løgmanssteypið
Tað eydnaðist klaks-
víkingum at vinna seg
fram til hálvfinaluna í
steypakappingini,
men tað skuldu 90
spennandi minuttir
til, áðrenn víðari
luttøkan varð staðfest
LØGMANSSTEYP
Jákup Mørk
Tá lutur varð kastaður um
fjórðingsfinalurnar
í
steypakappingini, mundi
breið semja vera um, at
klaksvíkingar vóru teir,
sum høvdu fingið lættasta
lutakastið. ÍF var einasta
liðið úr aðru deild, sum
framvegis var við í kapp-
ingini, so mette eftir hes-
um, skuldi talan verið um
eitt yvirkomuligt mótstøðu-
lið.
Hinvegin vistu klaksvík-
ingar av, at ÍF í ár hevur
verið rættiliga væl fyri.
Liðini hittust tvær ferðir í
bólkaspælinum, og hóast
KÍ vann hesar báðar dyst-
irnar, so bendi avrikið hjá
ÍF tá á, at liðið er betri fyri,
enn teir hava verið seinnu
árini. KÍ hevur hinvegin
havt sínar trupulleikar við
at spæla eitt nýtt lið saman.
Stór útskifting hevur verið
á liðnum í mun til í fjør,
ungir leikarar eru settir við,
so tað mundi ikki vera nak-
að at ivast í, at fuglfirðingar
trúðu upp á møguleikan, tá
teir fóru til Klaksvíkar.
Øll málini í fyrra
Tá dysturin byrjaði, tóktist
eisini greitt, at talan ikki á
nakran hátt fór at gerast um
ein lættan sigur til heima-
liðið. Úr Klaksvík frættist,
at talan kanska ikki var um
tað vakra fótbóltsspælið á
vøllinum, men hinvegin
tóktust bæði liðini veruliga
at gera eina roynd at leggja
trýst á mótpartin. Vegna ov
nógvar skeivar sendingar
og basalar persónligar feilir
gjørdist talan ikki um teir
heilt stóru møguleikarnar,
men hinvegin líktist tað
ongantíð einum 0-0 dysti.
Bæði liðini vóru framrætt-
aði í útgangsstøðnum, og
um miðjan fyrra hálvleik
spurdist eisini úrslit burtur
úr hesum.
KÍ fekk tá lagt seg á
odda, eftir at Allan Joensen
fyrst hevði snýtt ein fugl-
firðing á miðvøllinum, fyri
síðani at stinga fram til ein
púra leysan Ova Nysted,
sum kundi rullað í málið,
eftir at hava rundað Ken
Bærendsen í ÍF málinum.
Bert
fimm
minuttir
seinni økti heimaliðið um
leiðsluna, men hesa ferð
var tað við góðari hjálp frá
Ken Bærendsen í ÍF-málin-
um. Hjalgrím Elttør sendi
eitt skot móti málinum. Í
fyrstu atløgu støkk bólturin
á tvørstongina, men tá mál-
verjin so skuldi taka sær av
bóltinum, misti hann onk-
ursvegna takið á hesum,
soleiðis at hann støkk inn í
málið til 2-0.
Hetta var sum vátur vøtt-
ur at fáa hjá fuglfirðingum,
men tað gekk tó bert ein
lítil minuttur, áðrenn teir
hvødu minkað munin niður
í eitt mál. ÍF vann sær eitt
hornaspark, og við nærm-
aru stong stóð Viggo Jo-
hannesen og stútaði í kass-
an, uttan møguleika hjá
Meinhardt í KÍ-málinum at
verja fyri.
Á veg upp
Sum dysturin leið, skuldi
tað vísa seg, at tað skuldi
ikki vera talan um meira
enn hesi trý málini, sum
vórðu skotin miðskeiðis í
fyrra hálvleiki. Ikki tí, bæði
liðini høvdu so avgjørt
sínar møguleikar, og ikki
minst komst hetta av, at
talan var um ein rættiligan
steypadyst.
Fuglfirðingar royndu á-
haldandi at leggja trýst á
KÍ-verjuna, og í royndun-
um at flyta spælið niðan-
eftir, viðførdi hetta sjálv-
sagt at umstøðurnar hjá KÍ
at spæla kontrafótbólt batn-
aðu munandi. Við longum
bóltum varð roynt at finna
áleypararnar, men nærri
enn einum skoti á stongina
komu teir tó ikki. Hinvegin
hevði ÍF ikki minni enn
tvey skot á samankom-
ingina, men sum kunnugt
telur hetta ikki við, tá enda-
liga úrslitið skal gerast upp.
Hóast tað sostatt gjørdist
til eitt farvæl fyri ÍF í
steypakappingini, so skerst
ikki burtur, at fuglfirðingar
í ár hava tilfar til at vinna
seg upp aftur í bestu mans-
deildina. Avrikini í steypa-
kappingini hava verið góð
móti
liðum
úr
bestu
deildini, og millum annað
tveir sigrar á sandoyingum
boða frá, at liðið avgjørt
hevur møguleika at standa
seg í bestu deildini.
Dysturin í tølum
KÍ-ÍF 2-1 (2-1)
1-0: Ove Nysted
2-0: Sjálvmál
2-1: Viggo Johannesen
Dómari: Oddmar
Andreasen
KÍ: Meinhardt Joensen –
Atli Danielsen, Símun W.
Høgnesen, Niclas Niclas-
sen (Erling Fles 45.(Rúni
Elttør 90.)) – Símun Joen-
sen, Jan Joensen (Eyðun
Klakstein
62.),
Fríðin
Ziskason, Allan Joensen,
Harley Bertholdsen – Ove
Nysted. Hjalgrím Elttør
ÍF: Ken Bærendsen – To-
mek Prybilscki, Áki Peter-
sen, Viggo Johannesen –
Torstein Joensen, Eyðolv
Petersen, Roy Róin, John
Thomsen (Hanus Eliassen
80.) – Høgni á Lakjuni,
Heini Heinason, Bárður á
Lakjuni
NSÍ megnaði ikki at
fáa úrtøku burtur úr
leikligari yvirvág,
men í brotssparks-
kappingini lógu teir á
gøtumonnum, sum
harvið søgdu farvæl
til møguleikan at
endurvinna løgmans-
steypið
LØGMANSSTEYP
Jóannes Hansen
GÍ vann løgmanssteypið í
2000. Gí fer ikki at vinna
løgmanssteypið í 2001. Tað
gjørdist greitt sunnukvøld-
ið, tá talan var um heilt
nógva ferðslu kring fót-
bóltsvøllin í Runavík. Með-
an ein rúgva av fólki var á
veg til møti í ítróttarhøllini,
vóru onnur á veg av vøll-
inum.
Viðhaldsfólkini hjá NSÍ
fegnaðust um, at tað hesa
ferð hevði eydnast teirra
liði at fingið bilbukt við GÍ.
Viðhaldsfólkini hjá GÍ
vóru ørkymlaði. Eitt var
tað, at teirra lið hevði mist
møguleikan at endurvinna
løgmanssteypið.
Nakað
annað var tað, at dysturin
ímóti NSÍ eftir øllum at
døma kostaði tveimum og
kanska trimum av føstu
monnunum á liðnum næsta
dystin. Tað verður í fyrsta
umfarinum í landskapp-
ingini, tá GÍ skal spæla á
útivølli ímóti KÍ.
Hjá GÍ var tað ein smeit-
ur, at Óli Hansen noyddist
at taka seg burturúr tíðliga í
2. hálvleiki í vanligu leik-
tíðini. Pólverjin, Marek
Wegiel, sum kom í Ólasa
stað, var alt annað enn
sannførandi. Uggin er, at
Óli Hansen ivaleyst verður
tøkur komandi sunnudag.
Tað vera Hans Pauli Peter-
sen og Magni Jarnskor ikki.
Hans Pauli fekk reytt kort
eftir samanbrest við Djóna
N. Joensen, og Magni fekk
reytt kort, sjálvt um hann
als ikki var við í dystinum
(hann hevur síðstu vikuna
verið plágaður av vødda-
skaða). Tað var í yvirtíðini,
at báðir gøtumenninir sóu
reytt. Magni fekk kortið
fyri at høggast við dóm-
aran.
Ongantíð í fimta giri
Tað er ikki so ofta, at tað
kemur fyri í føroysku
steypakappingini, at alt
skal avgerast í einum og
sama dysti. Tað sást á báð-
um liðunum, at tey vóru
meiri bangin fyri at gera
mistøk í verjupartinum, enn
at spenna álopsbogan eitt
sindur meiri. Málið, sum
kundi loysa upp fyri hesum,
kom ongantíð, og tískil var
ongantíð talan um so at siga
óbundið fótbóltsspæl við
nógvari ferð.
Eftiransingarnar
vóru
tættar, og í nógvum førum
varð einfaldasta loysnin
vald. Tað vil siga, at bólt-
arnir ofta vóru høgir og
langir.
Óli Hansen hevði í 1.
hálvleiki tveir møgu-leikar
at leggja GÍ á odda. Men í
báðum førunum var tað eitt
sindur fløkjasligt, og einki
spurdist burturúr.
NSÌ hevði lítla leikliga
yvirvág, og teir á heima-
liðnum høvdu bóltin meiri.
Christian Høgni Jacobsen
er ein vandamikil ungur
maður. Eina ferð í 1. hálv-
leiki var um reppið, at hann
fekk hol á, men nýggi GÍ
málverjin, Hallur Hansen,
megnaði at halda tætt allar
90 minuttirnar og eisini í
longdu leiktíðini.
Gøtumenn
hava
ofta
verið drúgvari enn teir í
NSÍ. Tí kundi tað kanska
roknast við, at teir fóru at
roynast betur í umdystin-
um, men tað gjørdu teir
ikki. NSÍ tóktist hava
breiðari hóp enn GÍ. So
góðir fótbóltsspælarar sum
Sonni L. Petersen, Bryn-
jálvur Nielsen og Gert
Langgaard komu inn á liðið
hjá NSÍ.
Í brotssparkskappingini
setti Sámal Joensen hol á
fyri GÍ, og Christian Høgni
Jacobsen javnaði. Henning
Jarnskor legði GÍ framum
aftur, og so bjargaði Hallur
Hansen skotinum hjá Kára
Hansen. Bartal Eliasen
sendi so við síðuna av NSÌ
málinum, og so javnaði Ian
Højgaard til 2–2. Poul
Ennigarð skoraði til 3–2,
Dánial Hansen javnaði til
3–3, og Jens Martin Knud-
sen bjargaði ikki serliga
góðu royndini hjá Zdislaw
Janik, og so var tað Gert
Langgaard,
sum
sendi
bóltin framvið bygdar-
manninum úr Leirvík í GÍ
málinum.
Dysturin í tølum
NSÍ-GÍ 0-0
NSÍ vann 4-3 eftir brots-
sparkskapping
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Arnfinn Langgaard, Kári
Hansen, Djóni N. Joensen,
Jónstein Petersen – Eddie
Mikkelsen, Elian Hansen,
Ian
Højgaard,
Sjúrður
Jacobsen – Dánial Hansen,
Christian Høgni Jacobsen
GÍ: Hallur Hansen – Leivur
Hansen, Bartal Eliasen,
Poul Ennigarð – Hans Pauli
Petersen, Áslakur R. Peter-
sen, Sámal Joensen, Zdis-
law Janik, Henning Jarn-
skor – Helgi L. Petersen,
Óli Hansen
Steypavinnarararnir sendir úr kappingini
KÍ–ÍF 2–1 (2–1)
ÍF gav harða mótstøðu
Tað er ikki gerandiskostur
hjá NSÍ at vinna
grannauppgerðina móti
gøtumonnum, men hesa ferð
eydnaðist teimum so at
vinna seg fram í
hálvfinaluna í
steypakappingini
Mynd: Jonhard Hammer