Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. apríl 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 24. apríl 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 16 Nr. 77 - 24. apríl 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 HB lagt ongan iva vera um, hvat lið skuldi víðari í hálv- finaluna, og við størri neyvleika kundi væl verið, at sigurin í tølum hevði verið enn størri LØGMANSSTEYP Jákup Mørk Tað líktist einum spennandi dysti, tá HB og VB sunu- dagin skuldu gera av, hvør teirra skuldi sleppa at halda fram í steypakappingini. Talan var jú um tey bæði fremstu føroysku liðini í fjør, og hóast HB tá gav VB ein ordiligan umgang í steypakappingini, so var talan um sera javnar dystir í landskappingini millum liðini. Tá dysturin var liðugur, sýndi máltalvan ein 4-1 sigur til HB, og tað mundi neyvan vera nakar áskoð- ari, sum ivaðist i, at at dyst- urin hevði funnið rætta vinnaran. VB varð snøgt sagt úrlætið, og skuldi nakað verið øðrvísi í dyst- inum, skuldi tað helst verið soleiðis, at heimaliðið fekk fleiri enn tey fýra málini. Byrjaði javnt Fyrstu løtuna av dystinum var annars ikki líkt til, at talan skuldi gerast um nakran serliga stóran mun ímillum liðini. VB tóktist í útgangsstøðnum at leggja sera varisliga út. Krzyztof Popczynski hevði flutt seg sjálvan oaman á miðvøllin, har hann helst skuldi hjálpa til at skapa meira tyngd í, meðan Robert Cieslewicz varð latin einsamallur á toppinum. Hóast vágbingar soleiðis tóktust at vilja binda um heilan fingur, so var tó sjónligt, at teir kortini royndu at skapa nakað frameftir. Tá bólturin varð vunnin, royndu teir við skjótum samanspæli at koma sær niðan móti HB brotsteiginum, og hóast tað ongantíð gjørdist heilt vandamikið, so tóktist greitt, at HB-verjan skuldi ansa væl eftir, soleiðis at eingi óneyðug mistøk vórðu framd. At VB-miðvøllurin var væl mannaður, viðførdi eisini, at HB ikki hevði so lætt við at spæla seg fram til veruligar málmøguleik- ar. Alt fall saman Sostatt var spæliætlanin hjá VB í stóran mun bygd á møguleikan fyri kontra- álopum, og hetta mundi eisini vera orsøkin til, at alt brádliga gekk galið hjá gestunum. Eftir at HB skoraði tvey mál innan heilt stutta tíð í fyrra hálvleiki, broyttust fortreytirnar hjá gestunum at spæla, og teir megnaðu ongan tíð at seta nakað trýst niðan móti HB málinum. Teir royndu at flyta liðið nakað niðaneftir, men ein- asta avleiðingin av hesum var, at verjuparturin gjørd- ist sera opin, og satt at siga skulu teir prísa sær lukku- ligt fyri, at neyvleikin í HB royndunum ikki var nóg stórur. Bjarni Johansen hevði onkra frálíka bjarg- ing, og stólparnir í Gunda- dali mundu vera hampuliga illa viðtiknir, tá gestirnir loksins fóru heim. Kenna sítt pláss Sýndi VB veikleikar í avriki sínum, so kann ikki sigast annað enn, at HB sýndi stóra styrki, eins og hegni til at gera sær dælt av veikleikunum hjá mótstøð- umonnunum. Sjálvsagt er leikaratil- farið á liðnum gott. Hetta er jú ein av fyrstu fortreyt- unum fyri at standa seg í fremstu røð, men størsta styrkin hjá HB er ivaleyst, at hvør einstakur leikari kennir sína uppgávu á lið- num. Tá farið verður á vøllin, verða teir 90 minutt- irnir avgreiddir uttan stór- vegis hóvasták Burtur sæð frá teimum avrikum, sum gøtumenn stóðu fyri miðskeiðis í 90’unum, man tað vera sera sjáldan, at eitt lið í somikið stóran mun hevur eitt fast konsept at spåæla eftir. Veikleikin í hesum er kanska, at tað kann verða torført at umstilla seg, um alt ikki gongur eftir vild, men hinvegin er sera sjáld- an, at fjáltur kemur á spæl- ið. Harumframt tykist HB eisini nógv styrkt av Una Arge, sum nú aftur er í barndómsfelagnum. Við honum hevur liðið fingið ein leikara, sum kann av- gera teir dystir, sum kunnu fella báðar vegir, og hóast úrtøkan væl kundi verið betri sunnudagin, so er einki at ivast í, at Arge maðurin er ein av avgjørdu favorittunum til gylta skógvin hetta kappingar- árið. Málini Sums sagt, so varð dysturin at kalla avgjørdur innan ein minutt, tá okkurt um eitt korter var farið av fyrra hálvleiki. Fyrst slapp Andrew ígjøgnum vinstru megin, og tá bólturin gjørd- ist ov høgur til Una Arge, stóð Allan Mørkøre púra leysur við handaru stong, og eftir at hava tamt, kundi hann við vinstra beini langa bóltin í meskarnar. Næsta málið átti Jón Rói Jacobsen við húð og hár. Ein slalomtúrurfrá unga miðverjanum ígjøgnum VB miðvøllin endaði í fyrsta umfari við at Bjarni hálvbjargaði rondini frá Una Arge, og so kundi Andrew seta bóltin í tóma málið. Nakað seinni gjørd- ist tað 3-0, tá Uni Arge sera hegnisliga stútaði innlegg úr høgru í málið, og leingi sá eisini út til, at hetta skuldi gerast endaliga støð- an. Seint í seinna hálvleiki økti Hallur Danielsen so, tá hann gjørdist leysur í brots- teiginum, og tá VB so lok- sins kom á talvuna, kundi vakra málið frá Jón Paula Olsen ikki nýtast til stór- vegis annað enn eina fátæka troyst. HB-VB 4-1 (3-0) 1-0: Allan Mørkøre 2-0: Andrew av Fløtum 3-0: Uni Arge 4-0: Hallur Danielsen 4-1: Jón Pauli Olsen Dómari: Súni Johansen HB: Bárður Johannesesen – Vagnur M. Moretensen, Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Janus M. Joensen – Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rógvi Ja- cobsen, Hallur Danlielsen, Uni Arge, Andrew av Fløtum VB: Bjarni Johansen – Predrag Zivkovic, Eyðun Jaocbsen, Magni Jacobsen – Palli Augustinnussen, Michael í Lágabø, Jón Gærdbo, Dan Djurhuus, Marek Wiersbicki, Krzy- ztof Popczynski – Robert Cieslewicz Todi Jónsson hevur fingið ein nýggjan fjeppara, og hesin er eingin annar enn Michael Laudrup ÚTISETAR Jákup Mørk Í danska Ekstra-blaðnum mánadagin er ein grein, har blaðið hevur biðið hjálpar- venjaran hjá danska lands- liðnum, Michael Laudrup, tikið eitt danskt útisetalið út. Hetta er so eitt lið, sum verður mannað av út- lendsku leikarunum í sup- erliguni. Todi á miðjuni Á vinstra miðvallarplássi hevur Laudrup sett Toda Jónsson, og ikki kann sig- ast annað enn, at tað eru vøkur orð, sum Todi fær við sær frá fyrrverandi stórspælaranum. – Í vinstru síðu er Todi Jónsson, sum umframt at vera ein góður bóltspælari og sera skjótur eisini hevur góðan fysik í ein móti einum støðum. Hann er ein ógvuliga fullkomin spæl- ari. Tá blaðið so spyr Micha- el Laudrup, um Todi hevði verið eitt evni til danska landsliðið, um hann hevði loyvi at spæla á hesum, svarar hjálparvenjarin, at tað hevði hann avgjørt verið. – Heilt víst. Tað vildi ein og hvør verið, sum kann skapa so nógv sjálvur. Hann hevði heilt víst kunna spælt á fleiri landsliðum, sigur Michael Laudrup um føroyska álopsessið, sum altso er miðvallari í Dan- mark. Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri úttøkukapping í triathlon til Oyggja- leikirnar á Isle of Man í juli. TRIATHLON Tíðindaskriv Leygardagin 28/4 kl. 1800, skipar Føroya Triathlon Felag fyri úttøkukapping til Oggjaleikirnar í juli. Byrjað verður við 1500 m svimjing í Svimjihøllini í Havn. Tá liðugt er at svimja, skal súkklast 40 km, frá Svimjihøllini til Kaldbaks, inn í Kaldbaks- botn og út aftur til Kald- baks, síðani til Havnar til rundkoyringina á Ringveg- num, gjøgnum hana og oman til Skógrøkt Land- sins, har farið verður at renna seinasta teinin, ið er 10 km. Runnið verður tvær ferðir eftir Hvítanesveg- num, Ringvegnum og fram við Strond til Sparikassan og niðan aftur til Skógrøkt Landsins, har málið er. Leiðin har súkklað og runnið verður er nýggj, og løgd soleiðis at nærum slætt er, hetta tí at á Isle of Man er triathlonøkið púra slætt, og helst skuldi út- tøkukappingin víst nøku- lunda hvar føroyingar liggja í altjóða høpi. Svimj- ingin brýtur tó frá, við tað, at á Oyggjaleikunum verð- ur svomið á einum vatni, og loyvt er íðkarunum at elta hvønn annan, og skuldu okkara triathlonfólk havt fyrimun av hesum. Í súkkl- ingini er hinvegin ikki loyvt at elta kappingarneytar, og verður ein yvirhálaður, so skal ein skjótast møgligt fara afturum og út til síðuna, so fyrimunur ikki verður av at liggja í læ. Ætlaða vinnaratíðin verður beint omanfyri 2 tímar, treytað av at veðrið er til vildar. Fýra menn og ein kvinna sleppa við, so tað verða tey ið skjótast eru, ið eiga plássini. Føroyingar hava ongantíð verið við í hesi ítróttagrein í Oyggjaleikahøpi fyrr, so spenningurin er stórur, og hava folk vant dúgliga, bæði her heima og í Dan- mark. Beint aftaná Oyggjaleik- irnar á Gotlandi í 1999, var farið at arbeiða við at stovnseta eitt felag, ið sum limur í ÍSF kundi senda íðkarar til kappingar uttan lands, og til m.a. Oyggja- leikirnar. 3. jan. í ár var Føroya Triathlon Felag so endaliga góðtikið sum fult gildugur limur í ÍSF, undir Deildar- sambandinum fyri Súkkl- ing og Frælsa ítrótt. Tey ið hava hug at vera við skulu siga frá hjá for- manninum Evald Ras-mus- sen 316552 ella skrivaran- um Gunnar Dahl Olsen tel 319030, og eru tað so nøkur, ið bara vilja vita hvat hetta er fyri nakað, so eru tey eisini hjartaliga vælkomin. Nýggjur fjeppari Úttøkukapping í triathlon HB–VB 4–1 (3–0) Úrlætnir meistarar Einki er at ivast í, at hetta í ár verður ein vanlig sjón hjá HB-viðhaldsfólkunum Mynd: Álvur Haraldsen Siðani fyrstu Prix Føroyar kappingina í 1995, er nógv hent. Ein av føroysku plátu útgávunum í áttatiár- unum sang so rám- andi um menning, og tað kann staðfestast, at innan tónleik og føroyskt prix er menning hend á øll- um økjum. Innan tónleik, tøkni og sum heild innan profess- ionalismu PRIX FØROYAR Dagfinn Olsen Tónleikakappingin Prix Føroyar er annaðhvørt ár. Og síðan byrjan í 1995, er nógv hent. Finalan í ár var á einum tónleikaligum støði, ið ikki er hoyrt áður. At døma, var veruliga ein upp- gáva fyri hægsta rættar- valdið, tí har mundu marg- inalarnir vera smáir. Eisini var ljóðið sera væ umsitið. Menning! Og hetta hevur verið gongdin. Øll lið í prix-kervinum eru vaksin við uppgávuni, sum árini eru gingin. Eygu og oyru fáa nú góðsku í breiðastu merking. Hvørt talan so er um live-uppliving, ella út- ella sjónvarp. Norðurlanda- húsið, ÚF, SvF og FUT hava sett í gongd eina gongd, ið veksur við ferð og hetta er positiv gongd. So positiv, at tað nú, uttan himpr, ber til at bjóða út- lendskum gestum at døma og annars velja, hvørt her er okkurt, ið teir kunnu gera nýtslu av, til fyrimuns fyri allar partar. Í ár hendi so eisini tað gleðiliga, at ikki bert ein vinnari var, sum so, hóast dómararnir valdu nummar eitt, tvey og trý. Tveir bólk- ar fingu møguleika at leika á donskum festivalum, og hesir taldust ikki alneyðugt millum vinnandi bólkarnar í dómaraatkvøðum. Úrslitið gjørdist jú eisini, at eini bólkurin, ið slap at leika í Danmark, ikki taldist mill- um 3 teir fremstu í dómara- atkvøðum, nevniliga Týr, ið fara á Jellingfestival. Donsku festivalumboðini tóku avgerð um, hvørjar bólkar teimum tørvaði, áðr- enn endaliga úrslitið av dómaraatkvøðum varð kunngjørt. Fremsti bólkurin, Click- haze, fekk innbjóðing til Nibefestival, umframt at fáa høvuðsvinningin frá Mentamálastýrinum, nevn- iliga eina viku við upptøku í Studio 1 í Lundgaard Studio. Innbjóðing er eisini kom- in úr Ólavsvík í Íslandi, um at fáa ein finalubólk til før- oysku dagarnar har. Eini 15 útlendskir eyg- leiðarar og dómarar luttóku hesaferð. Og samanumtikið má sigast, at fyrireikarar, saman við danska ljóð- manninum, Claus Peder- sen, framdu eitt framúr av- rik, eina góða og flotta produktión. Svf hevði m.a. fingið herluf Sørensen heim at produserað, hann starvast dagliga í DR, so allar góðar krefir hava ver- ið lagdar í og eitt sindur aft- urat. Og millum útlendsku gestirnar, ið ikki allir kendu til føroysk viðurskifti, hvørki so ella so, var semja um, at hetta var í allar mát- ar eitt virðiligt og flott til- tak, flott framleiðsla. Menning, menning menning Navnframasti út- lendski gesturin hesa- ferð, mundi vera danski undirhaldsvet- eranurin Hans Otta Bisgaard. Hann hevur í meira einn 30 ár starvast hjá Dan- marks Radio innan tónleik og undirhald og kann sammetast við Mylius. Hann metir, at danir kenna púrt einki til føroysk- an tónleik, eins lítið og hann ger tað sjálv- ur, meðan teir kenna grønlendskan tónleik munandi betri PRIX FØROYAR Dagfinn Olsen Hans Otta Bisgaard er vet- eranur á Danmarks Radio, men hann starvast nú hjá privatfyritøkuni Metron- ome. Tó ger hann enn ym- iskt fyri DR, og sum inn- boðin gestur til Prix Før- oyar heaferð, var hann eis- ini í ørindum fyri DR, ið hann skuldi gera okkurt innslag fyri. Hans Otto Bisgaard og konan vitjaðu í samband við Prix Føroyar 2001 Før- oyar fyri fyrstu ferð. Og bergtikin eru tey av før- oysku náttúruni og tey hava havt spennandi ferð, hóast stuttan støðg. - Vit søgdu sjálvsagt ja til innbjóðingina. Og tað hev- ur verið eitt upplivilsi, hó- ast vit bert hava sæð ein lítlan part av Føroyum, sig- ur Hans Otto, ið m.a. hevur vitjað í Kirkjubø á ferðini. - Vit hava fingið okkara fyrsta tíma í ”færøunder- visning” , skemtar Hans Otto væl nøgdur, eftir prix finaluna og eftir at hava fingið eina samrøðu við Clickhaze. Kennir ikki føroyskan tónleik Hans Otto, ið jú ikki hevur vitjað Føroyar áður, kennir lítið til viðurskiftini og hev- ur ikki frammanundan ferð- ini innlit í føroyskt tón- leikalív. - Neyðugt er avgjørt við føroyskari tónleikaumboð- an í Danmark og aðrastaðir. Danir kenna t.d. væl grøn- lendskan tónleik og øll kenna Rasnus Lyberth, um teimum so dámar hansara tónleik, ella ikki. Tey skilja ikki eitt orð, men tey kenna hann, og tað hevur týdning, staðfestir Hans Otto Bis- gaard. Hans Otto fegnast um vinnandi bólkin, Clickhaze, og at júst hesin vann. Aftur nevnir hann Lyberth úr Grønlandi og samanber. - Clickhaze hevði okkurt serstakt, originalt. Tey tora at vera tað tey nú einaferð eru, sigur Hans Otto Bis- gaard. Hans Otto hevur sagt á Føroyaferðini, at hann vón- aði at hoyra hav og hval og annað serføroyskt í tónleik- inum. Gekk ynskið út, fann hann nakað av hesum í tón- leikinum? - Ja, sigur Hans Otto, og drálar, okkurt var, men hevði tað ikki verið fantast- iskt, um ein kundi lagt alt hetta í ein tekst, ein sang, tá hevði veruliga nakað ser- stakt verið. - Danmark er eisini eitt lítið land, vit kenna eisini til minnilutakenslu, hetta, at vit duga og nytta einki. Men møguleikin fyri at ger- ast stjørna er hin sami, hvørt ein verður aldur upp í Danmark, Grønlandi, Svør- íki ella í Føroyum. Kanka er hann bara betri, um ein býr í Føroyum, sigur Hans Otto, og hevur hugsað meira um upprunaliga spurningin, tí brádliga sigur hann. - Jú eg fann nokk nakað av tí, eg leitaði eftir, í tón- leikinum hjá Clickhaze, staðfestir Hans Otto hugs- unnarsamur. - Men áskoðarafjøldin var eisini fantastisk, tey bakkaðu allar bólkarnar upp. Tey vóru góður stuðul, metir Hans Otto Bisgaard, ið veruliga er hugtikin av framúr flotta tiltakinum og produktiónini. - Eisini sjónvarpsfram- leiðslan var væl framleidd, sigur ein væl nøgdur Hans Otto Bisgaard. Ùtsendi tíðindamaðurin hevur frá øðrum útlendsk- um gesti fingið orðini, at kanska var nakað av Bjørk í Eivør, frontkvinnuni í Clickhaze, og má tí koma við einum síðsta spurningi til skundmikla Bisgaard. Er nakað í hesum? - Eivør er ung enn og finnur óivað seg sjálva. Kanska er nakað av Bjørk í Eivør, men har er sanniliga eisini nakað av Eivør í Eiv- ør! Kanska hon hevur íblástur frá Bjørk. Men Bjørk hevði jú eisini sínar fyrimyndir, sigur Hans Otto og reksar upp nakrar av heimsins fremstu song- kvinnum. - Og skal ein hava eina fyrimynd, so er Bjørk ikki tann vánaligasta, staðfestir Hans Otto Bisgaard. Føroyingum tørvar tónleikaumboðan í Danmark Ein av kendastu útvarps- og sjónvarpsmonnum í Danmark síðstu 30 árini, Hans Otto Bisgaard, var gestur til Prix Føroyar finaluna 2001 og hann rósar ferðini Mynd Jens Kristian vang Einasti útlendski gesturin hesaferð, ið áður hevur vitjað Prix Føroyar, er Jens Ove Friis. Hann kenn- ir eitt sindur til før- oyskan tónleik og hevur áður eftirlýst originalitetinum. Her er ein glotti, metir hann, men á melodi- síðuni haltar, kanska meira nú, enn fyri tveimum árum síðani PRIX FØROYAR Dagfinn Olsen Jens Ove Friis, stjóri í Art- Music og CMC-Records, vitjar javnan í Føroyum. Hann hevur føroyska konu og var eisini við til Prix fyri tveimum árum síðani. Hann er eittnú ein av høv- uðsmonnunum aftanfyri donsku tvíræddaðu sól- strálusøguna Creamy, ið jú er hálv føroysk. Jens Ove Friis hevði ikki vinnandi bólkin, Clickhaze, sum sín nummar eitt, men heldur tað vera í lagi og uppiborið, at tey vunnu. - Kanska í so nógv av Bjørk var í. Kendist eisini eitt sindur ”uforløst”, men tey vunnu og tað er heilt okey, metir Jens Ove Friis. Um hann skal sammeta við Prix Føroyar fyri tveim- um árum síðani, so er hann ikki bara positivur. - Eg havi fyrr eftirlýst tí serstaka, originaliteti. Tað er við at vera har. Nøkur eru við at finna seg sjálvi. Hesaferð var ikki so nógv eftirgerð, kopi, sum seinast og úttrykkini eru betri, me- tir Jens Ove Friis. - Men viðvíkjandi løgun- um er søgan ein onnur. Melodisíðan haltar. - Tey mugu heim at skriva betri løg, meira melodiøst. Sigur tú hetta, tí nógv av tónleikinum er harður rock- ur? - Nei, als ikki! Rockur er í lagið, men eisini her krevst eitt gott lag, tað krevst, at grundin er OK. Eg vil siga, at viðvíkjandi løgunum, og at tey fanga, so er støðan ikki batnað, kanska heldur hinvegin, metir Jens Ove Friis. Hann hevur lurtað nógv eftir føroyskum tónleiki og metir, at okkurt er við at henda, við at vera har, sum tikið verður til. - Týr er við at vera har, sigur Jens Ove Friis, sum tó ikki er heilt til reiðar enn at bjóða teimum plátusátt- mála, tí tá er talan um eina ætlan í milliónflokkinum. - Týr hava røturnar við og tað virkar í øllum førum uppá meg! Eg tori ikki rætt- iliga enn at lova teimum sáttmála, um eg enn fegin vildi. Eg kundi hugsað mær at roynt, um slíkt eisini hev- ur kommersiella megi, sig- ur Jens Ove Friis í stuttari viðmerking. Heim at skriva betri løg Jens Ove Friis, maðurin aft- anfyri bólkar sum Creamy, heldur, at føroyskir bólkar eiga at seta seg niður og skriva betri løg, ið fanga betri, so tónleikagrundarlag- ið gerst betri Mynd: D.Olsen