týsdagur 24. apríl 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 24. apríl 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
18
Nr. 77 - 24. apríl 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
So bleiv hon leygar-
kvøldið 21/4 - 01,
tann stóra tónleika-
kappingin Prix Før-
oyar ‘01 enda í einum
fylltum Norðurlanda-
húsi við skríggjandi
áhoyrarum.
Pallurin var stórur
við nógvum og ikki
minst dýrum ljóskast-
arum. Allir fjølmiðlar
vóru á staðnum, og
víst varð beinleiðis á
stórskíggja, tað sum
hendi í sjónvarpin-
um. Vinnarnir gjørd-
ist bólkurin Click-
haze, ið eisini vunnu
eina ferð til Nibe fest-
ivalina. Nr. 2 gjørdist
All That Rain, og nr. 3
gjørdist Tangz. Bólk-
urin Týr vann eina
ferð til Jelling festiv-
alina.
PRIX FØROYAR
Torkil V. Rasmussen
Landstýrismaðurin í undir-
vísingar- og mentamálum
Torbjørn Jacobsen setti
kvøldið í gongd við at
bjóða øllum rockarum og
popparum
vælkomnum.
Aftan á røðuna hjá Torbirni
Jacobsen var skemt við
Trónda Vatnhamar á stór-
skíggjunum.
Frásøgufólkini
leygar-
kvøldið vóru Jákup Magn-
ussen og Arina Bischoff, ið
vóru latin í vøkur veitslu-
klæði, og tey lótu síðan
røðilin yvir til fyrsta bólk-
in, ið var Týr, sum skuldi
royna seg á heita pallinum.
Týr: Tá ið bólkurin kom á
pallin steymaði øll fjøldin
yvir móti pallinum fyri at
lurta eftir tí væl saman-
spælda bólkinum, ið leikti
tungan rock við stórum
stíli. Fólkið og tónleikarir
fingu øðiliga væl rist hárið
til
fyrsta
lag
teirra.
Teir fingu eisini sett rættu-
liga gongd í fólkið, og ser-
liga tá teir leiktu tann so
væl kenda og umgjørda til
teirra tónleikastíl ”Ormin
Langa”. Fjøldin tók seg
saman til at sláa ring, og tað
gjørdi helst tónleikarnir
meiri sjálvssikrar í stíli
teirra. Tá ið bólkurin var á
veg av pallinum vóru skrál-
anin til bólkin stór, og tey
vóru sum flestu enda-
skríggj til konsertir, nevn-
iliga umaftur, umaftur….
I Am: Næstir á pall vóru
klaksvíksingarnir,
ið
manna bólkin I Am, ið
spæla Gospel Rock, sum
teir sjálvir kalla tað. Sang-
arin byrjaði við orðunum ”I
am the one and only, can’t
take that away from Him”,
ið var eitt lítið orðaspæl við
navnið á bólkinum.
Teir vístu rættuliga stíl, tá
ið teir byrjaðu teirra kenda
lag “Alla Leið” Teir lótu
fjøldina syngja við, við at
rætta røðilin móti henni, og
væl varð sungið við.
Næsta lag var eitt sindur
friðarligari, og tað var eis-
ini eitt kent lag, nevniliga
lagið ”Kærleiki” bass og
guitarleikarin og sangarin
sessaðust á ein stóran bleyt-
an stól, meðan teir leiktu.
Meðan hetta varð gjørt
førkaði fjøldin hendur sínar
frá vinstru til høgru í luft-
ini. Bólkurin fekk ótrúligan
fagnað frá áhoyrarunum.
Bólkurin var vælnøgdur
aftaná framførsluna og væl-
fyrireikaður áðrenn fram-
førsluna.
Í bíðitíðini spurdi Tróndur
Vatnhamar seg runt á
stórskíggjanum um, hvussu
loftmiðlarnir Útvarp og
Sjónvarp Føroya fungeraðu
til Prix Føroyar tiltakið.
Tám: Bólkurin var heilt
sikkurt aldursforsetið í fin-
aluni. Hann varð m.a.
mannaður av Ronny Niels-
en, sum partvís sang og
stóð fyri slagverkinum og
Kolbein Simonsen, sum
helt skil á teimum tjúkku
streingjunum á bassinum.
Tám leikti melidiøsan rock.
Tá næsta lag teirra byrjaði
kom ein ljóshærd genta við
bláum sólbrillum og hvít-
um kjóla, stilvum og yvir-
frakka inn á pallin, hetta
var eingin minni enn Sólvá
H. Ford, sum flest okkara
kenna úr bólkinum Sólvá
og Bergmann, hon tók røð-
ilin og sang við góðari
rødd. Guitarleikarin Hans
Karl Hansen hevði nógv
sokallað feitt solospæl í
framførsluni.
Bólkurin var helst tann
mest ljómførsríkasti bólk-
urin í finaluni, hann hevði
hesi ljómførði: Trummur,
bassguitar, tveir guitarir,
hammondorgul og percuss-
ion.
Tangz: Tá ið navnið Tangz
varð nevnt av frásøgufólk-
unum, kom adrenalinið í
fólkunum upp í topp, so
stórur fagnaðurin varð.
Tangz’arnir vóru sera væl
samanspældir og dugdu
væl at framføra og skapa
kontakt við fjøldina. Allir
uttan sangarin, Rókur Jak-
obsen, høvdu slips. Í bak-
grundini vóru tveir hvítir
veggir, har tvær dansarinn-
ur dansaðu, og bert skuggin
sást. Bráddliga var tagent-
leikarin Dánjal á Neystabø
burtur, hann var nevnilga
farin í eina lítla løtu aftan
fyri veggin til eina av dans-
arinunum.
Ein Dukka varð koyrd
millum fólki av sangaran-
um Róki Jakobsen. Bólk-
urin vísti rættuligan offur-
vilja til at gerast vinnari,
men sum plástur upp á sár-
ið, gjørdist Tangz nr. 3.
Aftaná framførsluna hjá
Tangz tosaði stjórin í Norð-
urlandahúsinum
Helga
Hjørvar um eitt møguligt
komandi
tónleikatiltak,
sum skuldi eita Prix Nord-
en.
All That Rain: Greiddliga
sást, at All That Rain hava
sæð U2 fyrr, tí trummuleik-
arin Henning Nicodemuss-
en hevði hatt, og sangarin
Jens Marni Hansen hevði
brillurnar hjá Bono. Líka
sum áður nevndu bólkar,
vórðu All That Rain væl
móttiknir av fjøldini. Teirra
fyrsti sangur var ”I want
your sex”, sangurin var
rættuliga lívligur og setti
gongd á framførslu teirra.
Næsta lag var ”Everybody
Every Day”, lagið var frið-
arligt og fleiri tendrarar
vóru á hægsta lofti, All
That Rain høvdu eitt 10
mans kór í bakgrundini til
sangin, men so skifti stílur-
in til tann harða rockin, og
fjøldin rópti, hoppaði og
klappaði. ATR endaði við
trummuslátri har bass og
sangarin, ið eisini spælur
guitar trummaðust. Bólkur-
in gjørdist sum áður sagt nr.
2
.
Aftaná framførsluna hjá
ATR, vórðu ymsar myndir
frá fyrstu Ólavsøkukonsert-
ini, sum var í 1986, hetta
var í samband við kunning
um tiltøk, sum ein av høv-
uðskiparunum til Prix Før-
oyar tiltakið hevur verið við
til at gera, vit tosa sjálvandi
um Føroya Undihalds Tón-
leikarafelag FUT.
Clickhaze: Vinnarin á Prix
Føroyar’ 01 finaluni gjørd-
ist, sum áður nevnt Click-
haze.
Fjøldin gav ikki stórskíggj-
anum tað stóra uppmerk-
semið, tá ið tey sóu Click-
haze’arnir gera seg til reið-
ar á tí myrka pallinum, also
áðrenn framførslu teirra.
Eivør Pálsdóttir, kom á
pallin við tí sum onglend-
Javnur endabrestur í
Norðurlandahúsinum
ingar kalla „totally dressed
in white“, og hon sang so
høgt, at um glerpýpur
høvdu verið til staðar,
høvdu tær dottið niður. Pet-
ur Jensen kom so inn á pall-
in í byrjanini av næsta
sangi, hann sang friðarliga
við djúpari rødd.
Tónleikur teirra var full-
ur við breaks og tempo-
shiftum. Eivør Pálsdóttir
kláraði væl upp í tað høga
C’ið, og hennara ávirkan í
bólkinum, hevði helst eina
stóra ávirkan á dómarnir.
Flux: breaks og tempo-
shifts eru lyklaorðini fyri
tónleikin hjá Eysturoyar
bólkinum Flux, ið enn eina-
ferð høvdu ymsar farvur í
hárinum.
Fjøldin rørdi seg av álv-
ara, tá ið harða rock lag
teirra ”Together Forever”
varð spælt. Bólkurin føldi
seg sum heima á pallinum,
t.d. hevði bassspælarin
hvørki hosur ella skógvar á
fótunum.
Allir høvdu ljósar T-
shirts og víðar buksur uttan
trummuspælarin Sveinur
Gaard Olsen, hann hevði
svarta T- shirts.
Knappliga kom ein sexut
genta inn við skelti, har á
stóð ”Distant love”, ja, ein
kundi spurt hvat tað skuldi
meinast við. Flux’ arnir
vóru væl samanspældir, og
so vóru teir eisini teir
yngstu, tí aldursbýtið í
bólkinum
er
18-
22.
200: Ironiskt meint segði
Niels Arge Galan, at bólk-
urin ikki var politiskur,
men so løgdu teir aftrat, at
um tú ikki vil hava loysing,
so ert tú heilt klikkaður, og
so fór teirra skjóti rockur í
gongd, við sangunum ”Ed-
mund”, ”Jenis” og ”Skitni
Kartni” sum allir tekstirnir
vóru meir ella minni niður-
gering av tí politiska sam-
bandsveinginum, men tað
fekk ikki at fjøldina til at
flippa minni út heldur
tvørturímóti.
Síðan fór bassspælarin,
Michael Blak, eftir tí so
væl kenda gimpinum, sum
hevði
undirbuksur,
har
sprekkan sást, hetta kanska
virkaði ov nærisligt uppá
summir
dómarar,
men
bólkurin var sera væl sam-
anspældur.
Síðsta lag teirra var lagið
”Hashsigarett”, og tá byrj-
aði fjøldin at kasta sigarett-
ir niðan til bólkin.
Aftan á allir luttakandi
bólkarnir høvdu verið á
palli, og tann spennandi løt-
an kom, fór Prix Føroyar’
99 vinnarnir Taxi á pall, og
teir spældu avbera væl,
synd at teir ikki luttóku.
Taxi byrjaði við at spæla
”Rasmus í Gørðum”, men
tað varð spælt við teirra
framúrskarandi stíli.
Fólk blivu spurd á stór-
skíggja um vinnarnir, og
løgið nokk gittu tey flestu
Clickhaze.
Síðan fekk Tróndur
Vatnhamar og Jákup Magn-
ussen fólkið, at rópa á
Fróða Vestergaard fyriskip-
ara inn á pallin, at lýsa nr.
3, ið varð Tangz og nr. 2, ið
varð All That Rain. Fjøldin
var higartil vælnøgd við av-
gerina, sum teir 26 dómarn-
ir høvdu tikið, harav 12, ið
vóru útlendingar.
Magni Arge stjóri á Atl-
antic Airways lýsti teir
bólkarnir, ið skulu spæla á
Nibe, sum bleiv Clickhaze
og á Jelling, ið bleiv Týr.
Síðst kom so landsstýris-
maðurin í undirvísingar- og
mentamálum, Torbjørn Jac-
obsen, inn at lýsa vinnaran
Clickhaze, og tá var høllin
á gosi. Blómurnar, ið vórðu
handaðar
manningini
í
Clickhaze, blivu handaðar
av gentum í føroyskum
búna, men blómurnar blivu
tveittar út til áhoyrarnir.
Clickhaze fekk so loyvi at
spæla tvey eykaløg, nevnil-
iga ”Rolercoaster Talkshow
Hoast” og kenda lag teirra
“Indigo Brown.”